Fótbóltur
Hóast mótgongdina síðstu árini, so eru tey flestu, sum varða av fótbóltinum í Føroyum, fegin um, at bæði landsliðini og feløgini hava altjóða avbjóðingar. Tó eru neiligar kreftir í samfelagnum, sum ynska, at vit skulu niðurleggja hetta altjóða samstarvið, soleiðis at okkara leikarar ikki koma at hava nakran altjóða motivasjónsfaktor. Samstundis er tað onnur fótbóltssambond, sum stríðast ein næstan ómøguligan dyst fyri at vinna somu altjóða viðurkenning, sum Føroyar fingu í 1988.
Grønland
Grønland er dømið, vit kenna best. Í 1998 vórðu grønlendingar avvístir, tí teir ikki eru limir í Sameindum Tjóðum. Fótbóltur verður bara spældur í Grønlandi 3-4 mánaðir um árið, og tað verður bara spælt á grúsvøllum. Langt er at ferðast millum ymisku bygdirnar og býirnar, og tí verða teir flestu dystirnar hjá feløgunum bara ímóti feløgum úr sama býi ella øki. Tað er bara til endaspælið, sum gongur uppá skift kring Grønland, at liðini, sum spæla seg til endaumfarið, møta liðum úr øðrum pørtum í Grønlandi. Endaumfarið plagar at verða avgreitt innanfyri eina viku. Ikki er óvanligt, at liðini brúka tvey samdøgur til at ferðast til endaspælið. Og ikki er tað uttan vanda. Í 2005 druknaðu tríggir grønlendskir fótbótsspælarar, sum sigldu aftur frá einum útidysti í egnum báti. Grønland hevur tikið lut á øllum oyggjaleikum, men mansliðið var ikki við á Rhodos í summar. Grønlendska fótbóltssambandið hevði bara ráð at senda eitt lið, og tískil var avrátt, at kvinnurnar skuldu sleppa at umboða Grønland, meðan menninir sótu heima hesuferð. Grønlendska fótbótssambandið manglaði 150.000 kr. í tøkum peningi fyri at bæði landsliðini kundu verða við á oyggjaleikunum. Kendasti fótbóltsspælarin, sum er føddur í Grønlandi, er fyrrverandi danski landsliðsleikarin, Jesper Grønkjær, sum er føddur í Nuuk. Kanska hann verður at síggja á oyggjaleikunum í framtíðini?
Sámaland
Sámiska fótbótssambandið var avvíst av FIFA í 1996. Høvuðssorsøkin var, at talan var meira um ein ættarbólk enn eitt land. Sámarnir halda til í bæði Noregi, Svøríki, Finnlandi og Russlandi. Uml. 40.000 búgva í Noregi, meðan uml. 30.000 búgva í hinum trimum londunum. Kendasti leikarin av sama-ætt er Blackburn-spælarin, Morten Gamst Pedersen, og samarnir eru ivaleysir í, at Morten Gamst Pedersen fer at umboða samiska landsliðið, tá hann er ov gamal til at spæla við norska landsliðnum! Sámalandið hevur eitt sterkt landslið, tí teir hava vunnið á Estlandi, sum Føroyar skal møta í venjingardysti í næstum. Formaðurin í samiska fótbóltssambandinum, Leif Isak Nilut hevur vónir um, at Sámaland kann spæla ein venjingardyst ímóti Føroyum. Men tá hevur FSF so ikki grett orð um - enn. Sámalandið vann seinastu VIVA-kappingina, sum er heimsmeistaraskapið fyri landslið, sum ikki eru viðurkend av FIFA.
Tibet
Tibet hevur verið partur av Kina, síðani kinverjar hertóku landið í 1949, og tað eru eisini kinverjar, sum eru stóra forðanin fyri altjóða viðurkenningini. Nógvum tibetanum, sum eru flýddir, dáma rættiliga væl fótbólt. Tað hevur eydnast Tibet at fáa eitt landslið uppá beinini, og mest kendi landsdysturin var landsdysturin ímóti Grønlandi, sum var spældur í 2001. Kina gjørdi stóran háva burtur úr at steðga landsdystinum, og tað eydnaðist kinverjum at leggja so stórt trýst á UEFA og FIFA, at fótbóltssamgongurnar báðar royndu at banna dystinum millum Grønland og Tibet. Kina hótti enntá við, at teir fóru ikki at keypa grønlendskar rækjur. Dysturin bleiv kortini spældur, og dysturin endaði við, at Grønland vann 4-1. Fótbólturin gjørdist vinnarin henda dagin, men synd er at siga, at Grønland og Tibet vunnu sær nakrar vinir í FIFA aftaná hendan dystin.
Norður-Kýpros og Kosovo
Ì 1974 gjørdu turkar innrás í Norður-Kýpros, og seinni proklameraðu teir »Turkiska lýdveldið á Norður-Kýpros«, men hendan »tjóðin« er bara viðurkend av Turkalandi. Norður-Kýpros hevur ongan livandi møguleika at fáa altjóða viðurkenning, tí teir hava ikki hesa viðurkenningina á nøkrum øki yvirhøvur. Turkar nevna Kýpros »Kibris«. Eingin fulltíðar yrkisspælari er á Norður-Kýpros, og er talan um eina amatør-ítróttargrein burtur av. Kosovo hevur munandi betri møguleikar, men kortini verður tað ikki uttan svørðslag. Serbia, Makedonia og Russland, og nøkur onnur lond hava ikki viðurkent Kosovo sum lýðveldi, og hesi fara neyvan heldur at viðurkenna Kosovo sum lim í FIFA. Kosovo hevur kortini nakrar vinir kring heimin, og eru teir ikki uttan møguleikar at fáa eina altjóða viðurkenning, men enn bíða teir so. Kosovo vann 1-0 á Saudi Arabia í fjør, so her er ikki talan um nakað vánaligt landslið.
Gibraltar
Gibraltar og Falklandsoyggjarnar hava á leið sama trupulleika. Bæði eru undir bretsku krúnini, men Argentina ger krav uppá Falklandsoyggjarnar, og Spania ger krav uppá Gibraltar. Fótbóltssambandið í Gibraltar er rættiliga gamalt, tað var stovnað í 1895. Í 1949 spældi landsliðið hjá Gibraltar ein 2-2 javnleik ímóti Real Madrid. Men aftaná hendan dystin setti spaniumenn eina lóg í gildið, sum álegði, at lið úr Spania skuldu hava skrivligt loyvi at spæla dyst á Gibraltar, og sjálvandi var loyvið ongantíð givið Og við teimum vantandi altjóða avbjóðingunum endaði fótbólturin í Gibraltar í einari naggatódn. Gibraltar stríðist við at sleppa uppí UEFA, men á seinastu UEFA-kongressini vórðu teir niðurstemmaðir við einum braki. Bara trý av teimum 53 limalondunum atkvøddu fyri, at Gibraltar kundi gerast limur í UEFA. Ongland, Skotland og Wales atkvøddu fyri. Norður-Írland, Føroyar og 48 onnur limalond atkvøddu ímóti. Gibraltar vann gull á seinastu oyggjaleikum. Í finaluni bankaðu teir Rhodos heili 4-0.
Falklandsoyggjarnar
Fótbóltssambandið á Falklandsoyggjunum var stovnað í 1947. Argentina ger krav uppá Falklandsoyggjarnar, og nevnir oyggjarnar »Los Malvinas«. Í 1982 kríggjaðust Ongland og Argentina um rættin til oyggjarnar, og tí er púra greitt, at Argentina fer ongantíð at ganga við til, at Falklandsoyggjarnar sleppa at taka lut í kappingum undir FIFA. Falklendingar hava havt ein yrkisleikara. Hann eitur Martyn Clarke, og hann hevur spælt í Chile og í næstbestu deildini í Argentina. Clarke býr nú í Yorkshire í Onglandi. Hann er vorðin ósamdur við falklendska landsliðsvenjaran, og tí er tað ógvuliga óvist, um hann kemur at verða við liðnum til oyggjaleikirnar á Álandi í 2009.
VIVA WORLD CUP
Heimsmeistaraskapurin fyri landslið, sum ikki eru viðurkend av FIFA, nevnist »VIVA World Cup«. Í ár verður kappingin í svenska partinum av Sámalandi í døgunum 7. til 13. Juli. Og tá fer midnáttarsólin at syrgja fyri, at tað er spælandi alt samdøgurið. Sámaland vann seinastu VIVA-kappingina. Við tveimum fyrrverandi norskum U-21 landsliðsleikarum, Tom Høgli og Olaf Råstad á liðnum sópaðu teir alla mótstøðu burtur. Í finaluni vunnu teir heili 21-1 (!!) á Monaco. Tó væntast, at Sámaland fer at fáa meiri mótstøðu hesuferð frá eitt nú Kurdistan og Gozo. Grønland verður við í kappingini hesuferð. Teir vóru ikki við seinast. Stjørnan hjá Grønlandi er Niklas Kreutzmann, sum spælir við Aarhus Fremad í triðjubestu donsku fótbóltsdeildini.