? Tað er ein ógvuliga stór broyting hend hesi seinastu 20 árini.
? Nú eru brekað og menningartarnað ein náttúrligur partur í bygdarmyndini.
? Vit møta teimum dagliga, og tey fáa nøkur góð orð við á vegnum.
? Og tað er jú sjálvt lívsins ríkidømi, at vit geva hvør øðrum gætur.
Á økisfundinum hjá Javna í Suðuroynni mánakvøldið tosað Maud Benjardøgg, sernámsfrøðiligur ráðgevari í syðru helvt í Suðuroynni, nógv um tann stóra framburð, sum skúlalógin frá 1979 hevði havt, ikki minst fyri sein, menningartarnað og brekað børn.
?Tann lógin førdi við sær, at tey, sum vóru øðrvísi, vórðu ikki longur send úr heimbygdini.
? Avleiðingin av at senda tey av bygdini, var, at børnini blivu fremmand allastaðni. Tey vóru fremmand á tí plássinum, tey komu til. ? Men tey blivu eisini fremmand í bygdini, tey komu úr, tí tey vóru so nógv burtur, segði hon.
Á økisfundinum hjá Javna í Vági vóru ikki meiri enn eini 20 fólk møtt.
Evni á fundinum var, um fólkaskúlin var ein skúli fyri øll.
Og tá ið fundarevnið verður havt í huga, var tað hugstoytt fyri fyrireikararnar, at tað serliga vóru so fá fólk við beinleiðis ávirkan møtt. Hendrik Old var einasti løgtingslimur á fundi.
Bara fýra lærarar úr allari oynni møttu, umframt Miru Olsen úr Hvalba, sum sat við pallborðið.
Tann eini lærarin, Ingvør Joensen er eisini býráðslimur í Vági og hon var einasti kommunalpolitikari, sum var møttur.
Á fundinum greiddi foreldur at menningartarnaðum og brekaðum frá, hvørjar royndir tey høvdu av skúlanum.
Royndirnar vóru sum heild góðar, og semja var um, at tað vóru ómetaliga stór framstig hend á hesum øki tey seinastu árini.
Mugu góðtaka støðuna
Emily Berg í Hvalba helt, at tað hevði avgerandi týdning at bæði lærarar og forheldur góðtaka barnið á tí støði, sum tað er á.
? Hóast barnið fer í skúla, og fær undirvísing, hevur tað týdning, at vit ikki vænta, at lærarin skal fáa barnið uppá á eitt høgri støði, enn tað er á.
Hon helt, at tað var óheppið, at menningartarnað og øll hini børnini vóru í sama flokshøli, tí tey órógvaðu hvønn annan, so at hvørgin parturin fekk nakað burturúr.
Men hon helt kortini, at tað gagnaði øllum, um tey vóru saman ávísar tímar.
Emily Berg helt, at tað hevði týdning lærarin royndi at menna tey evni, sum hvør næmingur hevur og hjálpti honum ávegis við tí, heldur enn at leggja so stóran dent á tað bókliga, sum næmingurin kanska ikki fekk so nógv burturúr.
Menna ávís evni
Maud Benjardøgg vísti á, at grundarlagið fyri, at ein kemur víðari bæði í skúlanum, og í samfelagnum sum heild, er nettupp, at tey evnini, sum hvør hevur, verða ment.
Hon vísti á orðini hjá einum útlendingi, sum hevði vitjað Javna og sum hevði sagt, at tey fáa eina gleði, sum ger, at tey fáa ein førleika og hesin førleikin gevur sjálvsálit.
? Tað hevur avgerandi týdning, at barnið upplivir, at tað megnar okkurt, sigur Maud Benjardøgg.
Hon segði, at í andanum av slagorðinum um, at ?fólkaskúlin er fyri øll?, verða børn koyrd í skúla, táið tey eru sjey ár.
? Fyrsta árið eru tey einar 15 tímar í skúlanum.
? Men hvør sigur, at eitt barn, sum er illa fyri, yvirhøvur orkar at verða í skúla 15 tímar um vikuna.
? Er talan um eitt barn, sum er illa fyri, fær tað nakrar stuðulstímar.
? Men kanska hevði tað verið rættari at barnið bara var í skúlanum tímarnar tað hevur stuðulin og so kanska eitt sindur afturat. ? At hava tey í skúlanum ov leingi, kann verða eitt bakkast, heldur enn til framburð.
Tó helt hon, at tað er rætt, at børnini fara í skúla, tí har fáa tey nakrar aðrar avbjóðingar, enn tað fær aðrastaðni.
? Men skúlin er ikki fyri øll, bara tí at børnini eru í skúla eitt ávist tímatal. ? Hann er ikki fyri øll, fyrrenn hann er lagaður til hvønn einstakan næming, eisini hvat tímatali viðvíkur.
Hon nevndi eitt dømi, sum hon visti um ein skúla niðri. Fyri nøkrum árum síðani vóru nakrir og 60 lærarar á skúlanum, har 1.200 børn gingu.
Nøkur ár aftaná var næmingatalið komið niður á 600 børn, men læraratalið var framvegis tað sama.
Hesin skúlin hevði sett teir veiku næmingarnar hægst og laga undirvísingina at kalla fullkomiliga til teir.
Tungt at arbeiða
Annars vísti Maud Benjardøgg á, hvussu tungt tað er at arbeiða hjá teimum, sum hava við veikar, menningartarnaðar og brekaðar næmingar at gera. Tað eru alt ov fáir tímar. Og tað vísir seg eisini at tað er nógv truplari at fáa eykatímar til veikar næmingar, enn tað er at fáa tímar til brekaðar og menningartarnaðar næmingar. Tó helt hon, at lærarnir dugdu væl at fáa burturúr teimum tímunum, teir fingu og teir vóru hegnigir at finna og menna tær sterku síðurnar hjá næmingunum.
? Men sum er, verður hetta arbeiðið bara gjørt av hugsjónarfólki, tí flestu lærararnir brúka tvær og tríggjar ferðir so nógvar tímar uppá serundirvísingina sum teir fáa tímar til. Fólkaskúlin fær sanniliga nógv fyri ta løn, tað betalir lærarum.
Hesin trupulleikin er ikki so einfaldur at loysa, tí skúlaverkið hevur eisini eina játtan at halda seg til. ? Tað er ein politiskur spurningur, so tað tað er tann vegin, vit skulu fara fyri at fáa betri sømdir.
Umstøðurnar versna
? Skulu vit fáa tímar til seinar næmingar, er tað eitt satt stríð.
Mira Olsen, sum hevur serundirvísing í Hvalba, dámdi onki gongdina.
Henni dámdi onki, at tað skuldi vera so trupult at fáa eykatímar til seinar næmingar.
Tí samstundis verður skúlin meiri og meiri bókligur.
? Fyrr høvdu teir bókliga veiku næmingar, ymsar handaligar lærugreinar, sum teir kundu klára seg væl í, og frøast yvir.
? Men allar hesar handaligu lærugreinirnar eru nú kroystar saman í ein bólk, sum eitur ?handverk og list?. Og børnini skulu ikki so frægt sum hava tað hvørt ár.
Hon vísti eisini á, at einstaklingaundirvísing var lutfalsliga nýtt hugtak, sum bara teir fægstu lærararnir eru útbúnir til.
? Men í hesum sambandi vóru lærarar slepti upp á fjall, tí teir fingu at kalla onga eftirútbúgving.
Onki samstarv
Á økisfundinum var eisini víst á, at tað var saknur í einum skipaðum samstarvi ímillum skúlaverkið og almannastovuni.
? Vit samstarva yvirhøvur ikki, hóast vit hava sera nógv brúk fyri hvørjum øðrum.
Eitt umboð fyri almannastovuna vísti á, at tað var heilt fitt av samstarvi fyri nøkrum árum síðani. Men tað datt tíverri niðurfyri tí at fakmørkini millum báðar partarnar var so hart sett upp. Nú er so onki samstarv og tað er stórur saknur í, ikki minst, tá ið hugsa verður um, at stuðlar eftir skúlatíð hava so vánaligar sømdir, at ongin lærdir pedagogar søkja. Og teir ólærdu, sum eru, hava ongan at hella seg til.
Leiðarin á varda verkstaðnum í Vági vísti á, at í summum av okkara grannalondum arbeiða pedagogar í skúlunum og hava ávísar skyldur mótvegis børnunum til og við triðja klassa.
? Skulu vit hava ein skúla fyri øll, er tað av størsta týdningi, at øll samstarva fyri at fáa tað so, segði Maud Benjardøgg.