kapping og til húsbrúk. Talvsamband Føroya hevur sín árliga aðalfund í Læraraskúlaauluni kl. 13.00 leygardagin. Eftir fundin verður FM í snartalvi á sama staði. Tekning er í seinasta lagi kl. 14.30 og kappingin [...] vera aðrir telvarar í føroysku elituni umframt Rødgaard og Helgi við í FM-snarkappingini. Góðar virðislønir, eltan eftir heiður og viðurkenning og góðum felagsskapi lokkar helst mangan telvara. [...] Snartelving kann í roynd og veru ikki samanberast við vanliga telving. Talv er kent fyri sín djúpleika, har tú ert noyddur at hugsa fleiri leikir fram og fleiri møguleikar í senn fyri at røkka einum góðum
seinna hálvleiki, og at Tjaldur síðani fekk fatur aftur í rætta endanum broytti lítið og einki um úrslitið. Nærkast Við sigrinum slapp Neistin sær eitt sindur burtur frá niðaru liðunum, og nú er eisini farið [...] Tjaldur-Neistin 18-25 (8-13) Hondbóltur Týdningurin av dystinum mikukvøldið millum kvinnuliðini hjá Tjaldri og Neistanum var stórur fyri báðar partar. Tjaldur tykist at vera komið nakað fyri seg, eftir [...] pappírinum bent á ein javnan dyst, og stóran part av fyrra hálvleiki fylgdust liðini eisini. Seinastu 10 minuttirnar eydnaðist tó Neistanum at skjóta nøkur mál á rað, og so vendist ikki aftur hjá Tjaldri
mest áhugaður í, og so miða móti tí, sigur Sámal Blak. Hann kemur annars frá einari ógvuliga musikalskari familju. Pápin er Kristian Blak og mamman Sharon Weiss, og bæði bróðurin, Michael, og systurin, Rebekka [...] steðginum er talan um tveir og ein hálvan langa opera. - Eg havi sniðgivið alt tað visuella, bæði pall og búnar, sigu Sámal Blak. Eisini hevur hann arbeitt tætt saman við leikstjóranum, og er komin við gevandi [...] Síðani var farið á rundferð í Bretlandi og í Wales, sigur Sámal Blak. Byggir sær sjálvum pall Sámal fór undir útbúgvingina sum pall- og búnasniðgevi í 2006 og varð útlærdur í 2009. Men hvussu er hann
27. juli kl. 18.00 og hjá teimum flestu er tað eisini startskotið til eina góða ólavsøku. Karmarnir um renningina, eru niðri á Skálatrøð og úti á Bakka. Har er slætt og gott at renna og ikki minst, er tað [...] plaga at luttaka og hjá fleiri útisetum er tað ein fastur táttur, at renna við Ólavsøkurenningini. Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 km, og kann tað viðmælast ungum, sum eldri, vandum og minni vandum, at [...] Bryggjubakka og alt hetta ger Ólavsøkurenningina til nakað serstakt! Børnini plaga heldur ikki at smæðast burtur og meira enn eina ferð er tað hent, at onkur nýggj stjørna stingur seg fram um hini, og vinnur
Scott West og 13 onnur fólk frá Sea Shepherd við í ferðafólka hópinum. Tó so komu tey fyrstu sjálvbodnu fólkini, ið stuðla felagsskapinum, longu í farnu viku, og heilt fram til 1. oktober koma og fara enn [...] um tað er tað, sum skal til fyri at bjarga einum hvali frá grindadrápi. Og tað kann eins væl henda á hesi ferðini í Føroyum og aðrastaðni. Soleiðis sigur amerikanarin, Scott West, ið samskipar arbeiðið [...] skulu bera okkum at, um illa vil, og ein grind ger landgongd. Eg fari ikki at avdúka ta strategiina, men eg kann vissa tykkum um, at vit eru til reiðar at fara í fongsul og enntá lata lív, um tað merkir,
har málmaður manglaði og Kaj Leo Holm Johannesen tók við sum avloysari. Hetta var 23. august 2014, har dystur var í 1. deild ímillum HB og FC Suðuroy. Dysturin endaði 1-0 til HB, og helt Kaj Leo Holm Johannesen [...] Hann er blivin 51 ára gamal og fyllir 52 í august, men fyrrverandi løgmaður og núverandi tingmaður fyri Sambandsflokkin, Kaj Leo Holm Johannesen, játtar framvegis at lata seg í handskarnar aftur, tá ið [...] aldurin vera nakra forðing. Hann sigur skemtiliga, at hann er ,,Buffon +13". Italski landsliðsmálverjin, Gianlugi Buffon, er 38 ára gamal og framvegis ímillum bestu málverjar. - Eg havi ikki havt nakra venjing
spennandi dystur. Føroyingarnir runnu frá georgum, og eftir lítlari løtu var støðan 7-1 til Føroyar. Dysturin javnaði seg nakað út, tað ið eftir var av hálvuni, og hálvleiksstøðan gjørdist 17-12 til Føroyar. [...] munurin í hvørjum, og eftir 41 minuttir var javnleikur 19-19. Løtu seinni legði Georgia seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum. Men føroysku dreingirnir fingu strítt seg aftur í dystin, og seinastu løtuna [...] langskoti, og tí skuldi dysturin avgerast við brotskastskapping. Her vóru føroysku skjúttarnir ósvitaliga tryggir, tí teir settu øll fimm brotskøstini í málið. Ein georgiskur skjútti brendi, og tí spældu
Vági, men í dag er støðan ein onnur. Nú byrjar so smátt at fyllast, og í góðveðrinum í dag er bara lagst afturat, og fólk hava gingið og gjørt klárt. At Smyril í dag sigldi á Vág í samband við finaludagin [...] um Suðuroyarfjørð við húsvogni. Í kvøld hevur syngið- og dansið við tiltak verið á Hamragarði við luttøku av Árna, Hentzar, og Terja við harmonikum og bassi. Tiltak ætlað aldursbólkinum 65+. ##med2## Annars [...] Scandinavia (NO) og Hans Jacob og vinmenn (FO). Kl. 04.00 Dansurin endar. Leygardagin 4. mai 2019 Kl. 10.00 Gongutúrur við frásøgufólki frá Tríkantinum á Sandinum niðaneftir Trælagøtu og niðan á Eggjarnar
skránni, og tað er einki at taka feil av, at Stefan aftur hesaferð gleðir seg til uppgávuna, skivar Fótbóltssambandið. Hann er uppvaksin á Tvøroyri, og sleit sínar fyrstu barnaskógvar á Sevmýru, og síðan [...] aldarskiftið skoraði nógv mál fyri TB og GÍ, brúkti meginpartin av sínari barna- og ungdómstíð á fótbóltsvøllinum. – Ja, vit smádreingir gjørdu ikki nógv annað enn spældu og hugsaðu um fótbólt. Vøllurin var [...] spælt trettan U21-dystir fyri Føroyar, og skorað 4 mál. Í 2016 spældi Stefan Radosavljevic sín fyrsta dyst í fremstu deildini, og fyrstu árini umboðaði hann TB og felagsliðið, TB/FCS/Royn. Men í steðginum
er skipað fyri fyrilestrum um ullina og føroyska búnan, føroyska árabátin og føroysk fornminni. Eisini verður vitjað í summum av dansifeløgunum kring landið, og skipað er fyri náttúruvøkrum útferðum í [...] gallaveitsla í Høllini á Hálsi við siðbundnum føroyskum borðhaldi, felagssangi og dansi. Setanin og dansiframførslur eru almennar og ókeypis. [...] fara tey ungu á útferð í Skúvoy, sleppa at royna ullarbeiði, og so upptraðka tey við fólkadansi við bygdaráðshúsið á Sandi týskvøldið kl 18. 13. juli byrjar dansistevnan av álvara við stórari setan á Vaglinum