Kaj Leo ger comeback í málinum

Fyrrverandi løgmaður finnur handskarnar framaftur í 1. deild í kvøld.

Hann er blivin 51 ára gamal og fyllir 52 í august, men fyrrverandi løgmaður og núverandi tingmaður fyri Sambandsflokkin, Kaj Leo Holm Johannesen, játtar framvegis at lata seg í handskarnar aftur, tá ið boð eru eftir honum.

 

Næstbesta liðið hjá HB vantar málmann til dyst í kvøld í 1. deild. Vanligi málmaðurin í 1. deild, Niklas Thomsen, er í Estlandi í løtuni, har hann er við í hópinum hjá HB, sum skal spæla evropeiskan undankappingardyst ímóti FC Levadia hóskvøldið. Annar málmaður í felagnum er í løtuni somuleiðis burturstaddur, men maður kemur í mans stað. Í kvøld skal Kaj Leo Holm Johannesen verja málið, tá ið næstbestu liðini hjá AB og HB hittast á Argjum.

 

- Ingi Rasmussen spurdi meg vegna liðið, um eg kundi verja málið í dystinum í kvøld, tí at fleiri málmenn eru uttanlands í løtuni. Eg játtaði, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í samrøðu við in.fo.

 

Hóast Kaj Leo er komin framvið ta hálvu øldina, so heldur hann ikki aldurin vera nakra forðing. Hann sigur skemtiliga, at hann er ,,Buffon +13". Italski landsliðsmálverjin, Gianlugi Buffon, er 38 ára gamal og framvegis ímillum bestu málverjar.

 

- Eg havi ikki havt nakra venjing áðrenn dystin, men eg haldi mær altíð í góðum formi kortini. Hóast eg eri nakað gamal, so havi eg drúgvar royndir, ið gera, at eg til dømis dugi at plasera meg rætt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen víðari.

 

Tað er ikki so langt síðani, at næstbesta liðið hjá HB stóð í líknandi støðu, har málmaður manglaði og Kaj Leo Holm Johannesen tók við sum avloysari. Hetta var 23. august 2014, har dystur var í 1. deild ímillum HB og FC Suðuroy. Dysturin endaði 1-0 til HB, og helt Kaj Leo Holm Johannesen sostatt málið reint í tí umfarinum.

 

Dysturin ímillum AB og HB byrjar klokkan 19 á Argjum í kvøld.