13. mars fellur avgerðin um, hvør vinnur ársins South Bank Sky Arts Awards 2013.
Eitt av innstillaðu verkunum er Ghost Patrol, har føroyingurin Sámal Blak hevur sniðgivið operaina.
South Bank Sky Arts Award 2013 svarar til meira kendu amerikansku Oscar og Grammy heiðurslønirnar, og bólkarnir eru mangir. Men fyri føroyingar er bólkurin Opera - av øllum - serliga spennandi í ár. Ein av innstillaðu operaunum er nevniliga Ghost Patrol, har Sámal Blak er við í verkætlanini.
- Talan er um eina dupult verkætlan, har fólk kunnu keypa atgongumerki til tvær operaur og síggja tær sama kvøld. Tær eru »In the locked room« og »Ghost Patrol«, har eg havi sniðgivið seinni nevnda, sigur Sámal Blak.
Talan er sum nevnt um tvær ymiskar framførslur, sum hvør vara umleið ein tíma, so samlað við steðginum er talan um tveir og ein hálvan langa opera.
- Eg havi sniðgivið alt tað visuella, bæði pall og búnar, sigu Sámal Blak.
Eisini hevur hann arbeitt tætt saman við leikstjóranum, og er komin við gevandi hugskotum.
- Hetta er ein heilt annaðleiðis framleiðsla at arbeiða við. Vanliga tulkar tú kend verk so sum Don Giovanni, sum øll kenna. Men tá tulkar tú tekstin. Í hesum førinum er tað alt fult upprunaligt, og eingin hevur sæð tað fyrr, sum verður ført fram á palli, sigur Sámal Blak.
Frumsýningin av teimum báðum operaunum fór fram í Skotlandi, og talan var um eina heimsfrumsýning.
- Vit byrjaðu í Edinburgh, síðani stóð Glasgow á skránni, áðrenn farið var suður um markið til Operahúsið í London. Síðani var farið á rundferð í Bretlandi og í Wales, sigur Sámal Blak.
Byggir sær sjálvum pall
Sámal fór undir útbúgvingina sum pall- og búnasniðgevi í 2006 og varð útlærdur í 2009. Men hvussu er hann komin upp í hesa verkætlanina?
- Alt hongur saman. Eg vann eina kapping í 2009, beint eftir, at eg var útbúgving. Hetta var ein scenografikapping, og avleiðingarnar vórðu, at eg arbeiddi saman við Birmingham Opera Compagny. Tað førdi til, at eg sniðgav Othello og eina aðra opera í fjør, og teir leikstjórarnir høvu vinmen, sum eisini eru leikstjórar, og sum høvdu sæð mína sniðgeving til hendvu operair. Soleiðis kom hetta samstarvið í lag, sigur Sámal Blak.
Hesir báðir fingu eina samrøðu í lag við Sámal, og gjørdu av, at lata honum uppgávuna, sum fekk heitið Ghost Patrol og altso nú er innstillað til South Bank Sky Arts Awards 2013.
- Tað ræður um at byggja sær eitt navn upp og finna fótafestið innan umhvørvið, og tað hevur ført til, at eg havi verið við í fleiri opera uppsetingum í seinastuni, sigur Sámal Blak.
Talan er um nógvar ymiskar bólkar tá hesin heiðurin verður latin.
- Ghost Patrol er innstillaður innan opera, men annars eru innstillingarnar innan fleiri bólkar og listgreinar (sí lista, red), sigur Sámal Blak, ið arbeiðir freelance.
Pallsniðgeving til opera líkist ógvuliga nógv sjónleikarapalls sniðgeving, men í opera verður sungið, meðan tað ikki so ofta kemur fyri í sjónleiki, eins og teir sjáldan hava stór orkestur.
Innstilling telur
Útbúgvingin merkir, at Sámal Blak kann fáast við leiklist í breiðari merking.
- Tað kundi hugsast, at eg kundi arbeitt á einum filmsetti, tí tað gevur útbúgvingin mær eisini føleika til. Men eg havi við vilja frávalt film. Ikki tí, mær dámar væl film, men fyri meg er tað meira avbjóðandi at arbeiða við »live« sjónleiki, sigur Sámal Blak.
Útbúgvingin verður heldur ikki miðað móti nakrari ávísari list.
- Tú skal bara finna fram til tað, tú ert mest áhugaður í, og so miða móti tí, sigur Sámal Blak.
Hann kemur annars frá einari ógvuliga musikalskari familju. Pápin er Kristian Blak og mamman Sharon Weiss, og bæði bróðurin, Michael, og systurin, Rebekka, eru farin tónleikavegin. Sjálvur hevði Sámal hugan aðrar vegir.
- Nei, eg fáist lítið við tónleik, tað er mest til húsbrúk. Hinvegin dámar mær væl at arbeiða við tónleiki visuelt, og eg arbeiði nógv við tónleiki nú. Mær nýtist tó ikki at standa á pallinum sjálvur, sigur Sámal Blak.
Um sjálva innstillingina sigur havnarmaðurin, at hann tekur tað, sum tað kemur.
- Eg veit ikki, hvussu stórar vónirnar at vinna eru, men tað er í hvussu er stórt, bara at vera við til at verða innstillaður, sigur Sámal Blak, sum kortini gleðir seg til 13. mars.










