Neistin vann í Runavík

Í einsamalla kvinnudystinum mikukvøldið eydnaðist Neistanum at togað seg burtur frá teimum báðum niðastu liðunum

Tjaldur-Neistin 18-25 (8-13)


Hondbóltur


Týdningurin av dystinum mikukvøldið millum kvinnuliðini hjá Tjaldri og Neistanum var stórur fyri báðar partar.

Tjaldur tykist at vera komið nakað fyri seg, eftir at tær fyrr í ár hava fingið tilgongd av Milica Ergic, men higartil er tað bert komið eittans stig burtur úr.

Hjá Neistanum ráddi eisini um at vinna. Liðið hevur ikki víst somu styrki, sum vit áður hava sæð Neistan havt, og eitt tap kundi ført við sær, at liðið framyvir varð flokkað saman við niðastu liðunum. Ein støða, sum avgjørt ikki hevði hóvað sigursvanda kvinnuliðnum.


Avgjrdu um steðgin

Soleiðis kundi tað á pappírinum bent á ein javnan dyst, og stóran part av fyrra hálvleiki fylgdust liðini eisini. Seinastu 10 minuttirnar eydnaðist tó Neistanum at skjóta nøkur mál á rað, og so vendist ikki aftur hjá Tjaldri.

Neistin økti eisini enn meira um leiðsluna fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, og at Tjaldur síðani fekk fatur aftur í rætta endanum broytti lítið og einki um úrslitið.


Nærkast

Við sigrinum slapp Neistin sær eitt sindur burtur frá niðaru liðunum, og nú er eisini farið at styttast upp til Kyndil og VB. Júst hesi bæði liðini hittast í Vági í kvøld, og tá Neistin eisini hevur heimadystir móti júst hesum báðum eftir í grundspælinum, kann væl vera, at tær bláu fara at toga seg enn longur upp á stigatalvuna.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Tjaldur: Beinta Joensen 5(1), Milica Ergic 5(3), Kristine Ellingsgaard 3, Turið Lamhauge 3, Elinbjørg Hammer 1, Mona Langgaard 1

Neistin: Annika Thomsen 8(2), Susan Brockie 5, Mildrid Jaocbsen 4, Súna Mørk 3, Ata Høgnadóttir 2, Birita Wardum 2, Gunnvør Hofgaard 1

Brotskøst: Tjaldur 6, Neistin 2

Útvísingar: Tjaldur 1, Neistin 1

Dómarar úr StÍF: Justinus Justinussen og Poli Hansen