Stefan: Eg elski at umboða Føroyar

Higartil hevur Stefan Radosavljevic spælt trettan U21-landsdystir fyri Føroyar. Hósdagin er dystur aftur á skránni, og tað er einki at taka feil av, at Stefan aftur hesaferð gleðir seg til uppgávuna, skivar Fótbóltssambandið

Higartil hevur Stefan Radosavljevic spælt trettan U21-landsdystir fyri Føroyar. Hósdagin er dystur aftur á skránni, og tað er einki at taka feil av, at Stefan aftur hesaferð gleðir seg til uppgávuna, skivar Fótbóltssambandið.

 

Hann er uppvaksin á Tvøroyri, og sleit sínar fyrstu barnaskógvar á Sevmýru, og síðan við Stóra í Trongisvági. Stefan Radosavljevic, ið er sonur navnframa Sasha Radosavljevic, sum um aldarskiftið skoraði nógv mál fyri TB og GÍ, brúkti meginpartin av sínari barna- og ungdómstíð á fótbóltsvøllinum.

 

– Ja, vit smádreingir gjørdu ikki nógv annað enn spældu og hugsaðu um fótbólt. Vøllurin var eitt fantastiskt spælipláss, fortelur Stefan, ið higartil hevur spælt trettan U21-dystir fyri Føroyar, og skorað 4 mál.

 

Í 2016 spældi Stefan Radosavljevic sín fyrsta dyst í fremstu deildini, og fyrstu árini umboðaði hann TB og felagsliðið, TB/FCS/Royn. Men í steðginum í 2019 valdi hann at skifta til B36, og fekk samstundis sínar fyrstu minuttir á U21-landsliðnum.

 

– Eg elski at spæla fyri Føroyar. Og tað, at eg nu eri liðskipari á U21-landsliðnum er ein góð kensla. Men ábyrgd fylgir við, og tað skal eingin ivast í, at hesa ábyrgd taki eg í fullum álvara, sigur Stefan Radosavljevic við heimasíðuna hjá FSF.

 

Tveir EM-undankappingardystir eru á skránni hjá U21-landsliðnum í hesum umfarinum. Hósdagin klokkan 14:00 spæla Føroyar og Norðurmakedónia í Klaksvík, og týsdagin 12. oktober spælir føroyska liðið á útivølli móti Ukraina. Atgongumerkjasølan til dystin við Djúpumýru í Klaksvík er byrjað, og ferð fram í Nethandilinum á FSF.fo. Kostnaðurin er 95 krónur.

 

##ms##

 

Stefan Radosavljevic

 

Føðingardagur: 8. september 2000 (føddur í Serbia)

 

Feløg: TB, TB/FCS/Royn, B36 og HB

 

Dystir í fremstu deildini: 117

 

Mál í fremstu deildini: 31

 

U21-landsdystir: 13 (4 mál)

 

U19-landsdystir: 10

 

U17-landsdystir: 9