Fyrstu dansibandgestirnir komnir

Fyrstu húsvognarnir eru komir og eru klárir til Dansibandfestivalin.

Dansibandfestivalur er í Vági um vikuskiftið.

 

ì gjár sást onkur húsvognur á plássinum vesturi á Eiðinum í Vági, men í dag er støðan ein onnur. Nú byrjar so smátt at fyllast, og í góðveðrinum í dag er bara lagst afturat, og fólk hava gingið og gjørt klárt.

At Smyril í dag sigldi á Vág í samband við finaludagin í skúlafótbólti í Marghøllini hevur óivað lætt um hjá mongum, ið er komin um Suðuroyarfjørð við húsvogni.

Í kvøld hevur syngið- og dansið við tiltak verið á Hamragarði við luttøku av Árna, Hentzar, og Terja við harmonikum og bassi. Tiltak ætlað aldursbólkinum 65+.

##med2##

 

Annars er skráin henda:

Fríggjadagin 3. mai 2019

 

Kl. 20.00 Konsert við Blátt Gras í Vágs Høll. Og aftaná (uml. kl. 21.00) verður felags sangur Hjalmar & Dagfinn spæla undir og suppu v/breyð í Vágs Høll. 

 

Kl. 22.00 KVF sendir beinleiðis í útvarpinum hjá KVF frá Dansibandsfestivalinum úr Vágs Høll. 

 

Kl. 23.00 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Gutta fra Scandinavia (NO) og Hans Jacob og vinmenn (FO). 

 

Kl. 04.00 Dansurin endar. 

 

Leygardagin 4. mai 2019

 

Kl. 10.00 Gongutúrur við frásøgufólki frá Tríkantinum á Sandinum niðaneftir Trælagøtu og niðan á Eggjarnar. Ókeypis tiltak. Áhugaði møta við Tríkantin á Sandinum.

 

Kl. 11.00-13.00 Dansibands-brunsh í Vágs Høll.  fyri børn. Dansibands-brunsh er íroknað vikuskiftispassinum. Øll hjartaliga vælkomin. 

 

Kl. 15.00 Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll Anne Mette Greve Klemensen, presti. 

 

Kl. 19.30 Grillkvøld í Vágs Høll. Grillaðir oksafillet, ovnbakaði petit eplir og rótfrukt, salatir og sós. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið. 

 

Kl. 23.30 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Gutta fra Scandinavia og (NO) og Sunrise (FO).

 

 

Kl. 04.00 Dansurin endar. 

 

##med3##