vera. Endurtøka av 1995? GÍ gav eina ávaring um, at teir framvegis eru eitt lið, sum roknast kann við, og um ikki alt ov langa tíð skal oddaliðið HB til Gøtu. Um KÍ megnar at fylgja við inntil tá og GÍ heldur [...] dystinum hevði tað annars gingið rættiliga javnt á. Heimaliðið hevði eina lítla yvirvág, men dysturin um miðjuna var ikki avgjørdur, tá leiðslumálið kom. Eftir fyrsta málið trýsti NSÍ spælið eitt sindur longri [...] var nóg illa byrjaður, áðrenn bólturin aftur lá í málinum hjá Milanovic. Eitt hornaspark úr høgru fór um eitt GÍ-høvd á stongina, og bólturin stakk út til endurrisna Símun Petur Justinussen, sum lameteraði
verður minkaður lutfalsliga, tá fiskiparturin fer uppum kr. 424 um dagin, og fellur síðani burtur, tá fiskiparturin er komin uppá kr. 844 um dagin. Tað er skilligt, at inntøkutrygdin hevur stóran týdning [...] hevur hvassliga at Ráðgevandi nevndini hjá donsku stjórnini. Hann heldur, at teir hava úttalað seg um viðurskifti sum teir ikki kenna nóg væl. Nógvar talvur og uppgerðir eru eisini í bóklinginum, m. a [...] Depositum verður afturgoldið, tá klæðini verða latin aftur. Í nýggja sáttmálan kom eisini skilagóð regla um at tað ikki er loyvt at brúka rúsdrekka og rúsevni umborð. Sagt verður í ársfrágreiðingini, at dentur
einsamallur Karol Tech. Stjórin í KJ-Hydraulik heldur, at nú so nógv er frammi um menningarhjálp av ymiskum slagi, er hendan søgan um, hvussu Kári Johannesen hjálpti til at seta virksemi í verk í fátækum landi [...] Eiði gjørdi. - Hugskotið við at gera hesi besløg var gott. Tey skulu verða ógvuliga neyv og sita væl um aliringin uttan at belasta hann. Men tað var tungt at fáa hesa framleiðslu at geva pening, tí kappingin [...] framleidd í Rumenia seinastu árini, er ein søga fyri seg – og ein søga, sum Ólavur heldur sigur nakað um tað hjartalag, hjálparhug og framskygni, ið Kári Johannesen, sáli, sum átti alt KJ-Hydraulik, hevði
krónur í part, sum varð hildið at vera væl. Tá lá ein vanlig ársløn um sjey túsund krónur. Gunnar sigur eisini, at Ingálvur droymdi ongantíð um, at tað skuldi bera honum til at liva av at mála. Men soleiðis [...] sindur niðanfyri har bilstøðin Auto er - segði hon grannunum farvæl, tí nú flutti hon so mikið langt út um býin, at tað kundi ikki roknast við, at tey fóru at síggjast so ofta! Í millumkrígstíðini varð trøðin [...] hetta heitið ikki varðveitt sum gøtunavn, men tey, sum eru uppvaksin har á leið, eru ógvuliga tilvitað um, at tey eru av Ingutrøð. Christina og Jens av Reyni fingu tríggjar dreingir. Jens Pauli var føddur
als ongantíð nakar ivi um úrslitið. Mjølnir setti seg á dystin beinanvegin í hesum setti, og ikki gekk long tíð, so høvdu teir lagt seg á odda 13-5, og nú var so at siga eingin ivi um, hvør fór at vinna dystin [...] FLOGÓLTUR Leygardagin var høllin á Hálsi karmur um stóran steypafinaludag í flogbólti, har bæði kvinnurnar og menninir skuldu í dyst. Seinni dysturin á degnum var millum bestu mansliðini hjá Mjølni og [...] flogbólti, og síðstu árini hava hesi bæði liðini verið væl við í oddinum í føroyskum mansflogbólti. Okkurt árið hava onnur lið eisini verið millum tey ovaru, men í ár hevur kappingin í bestu flogbóltsdeidlini bert
narkotika, og eg havi brúk fyri at fáa Føroyar í æðrarnar aftur , sigur hann. Tí er hann so øgiliga glaður um henda møguleikan. Tí annars hevði eg noyðst at tikið ein kold tyrker, fyri at halda okkum til nark [...] Hetta var júst eitt ár eftir, at fløgan USA/DSB kom út, og vit høvdu verið seg nógv upptiknir hetta árið. Tí var tað ein ótrúliga góð tíð fyri bólkin. Føroyar fór undir húðina á okkum øllum. Tað gjørdist [...] vikuna gingið og skeitt oman á sandin, sum gjørdist størri og minni alla tíðina. Vit hugsaðu okkara, um hvussu tað fór at enda við konsertini. So frættu vit, at flóð fór at vera, meðan konserin var. Men
summarskeiðini, tí tey eru so nógv eftirspurd. Eg havi søkt um at sleppa niður aftur í summar, men standi á bíðilista. Hilmar hevur eisini søkt um at sleppa á skeiðið onnur ár, men er ikki sloppin framat [...] tíðina, og litirnir skifta ikki í sama mun sum um heystið og várið. Annars er summarið ein deilig tíð, og tað ber saktans til at mála heyst-og vármyndir um summarið eisini, sigur Hilmar Højgaard at enda [...] Veggirnir eru ljósir, og ljósskipanin inni er lagað til endamálið. Dagliga arbeiði hjá Hilmari er at vera um tríggjar menn við autismu, sum búgva á sambýlinum á Líknagøtu í Saltangará. Ein liður í hesum arbeiði
einaferð knúst allar ætlanir um eina endurlansering av popp-prinsessuni, hvørs fólkatokki er við at fella. Í veruleikanum skuldi tað vera stilt rundan um Britney tað seinasta hálva árið, tí hon hevði verið alt [...] Vinir verða elskandi Trúfastir hyggjarar hjá sendirøðini Vinir hava nú í longri tíð havt mistanka um, at eitthvørt romantiskt er í ferð vit at henda millum Rachel og Joey, tí tað letur til, at kenslurnar [...] fjeppararnir vóru ovurhondsfegnir, men fingu tó ein skelk, tá tað gjørdist greitt, at talan bert var um ein dreym hjá Rachel. Men kanska er vón fyri framman, tí tá Rachel vaknaði, viðgekk hon fyri sær sjálvari
ferðini læt hann hitt tiltikna Wood-borðið til føroysk talvfeløg at kappast um. Hetta gjørdi sítt til, at talvfeløg sprettu víða hvar um landið komandi árini. Havnar Telvingarfelag gekk framvegis nýggjar leiðir [...] nógvir havnarmenn fóru at telva regluliga. Felagið hevði eina ágrýtna og visjónera leiðslu. Longu árið eftir í 1924 læt felagið prentað bókina "Leiðbeining og reglur í telving". Felagið Varðin bar sín [...] handil á sama staði. ##med3## Árini við Gripsvegin Felagið fekk væl fyri húsini, og fór nú at hugsa um at byggja sítt egna. Ein av trúgvu felagslimunum, Henry Olsen, læt felagnum eitt stykki av síni ogn
Hans Petersen. Hagar plagdu tey at ferðast. Eina ferð um árið mannaðu tey bát ein sunnumorgun og róðu til Selatraðar at vitja, og so heim aftur um kvøldið. Tey plagdu eisini at leggja at á Morskranesi [...] fram eftir sløttum. So var farið um Lorvíksfjall til Lorvíkar. Men her vóru eisini framstig hend. Ovast uppi vóru nevniliga gjørdar bæði trappur og gelendarar, sum lætti um gongdina. Konfirmationsbúnin hjá [...] Men hinvegin mátti Óli fara burtur at forvinna til lívsins uppihald. Hann spurdi systrina á Toftum, um tey ikki kundu senda eina dóttir at hjálpa konuni, meðan hann var burtur. Elsa fór og var har eina