Mjølnir í essinum – húðflongdu fulgfirðingarnar

Mjølnir læt als ongan iva vera um, hvat var betra liðið í steypafinaluni hjá monnum. Teir snøgt sagt smurdu ÍF av, og spenningur kom als ikki í dystin, tí munurin var alt ov stórur á liðunum henda dagin

FLOGÓLTUR

Leygardagin var høllin á Hálsi karmur um stóran steypafinaludag í flogbólti, har bæði kvinnurnar og menninir skuldu í dyst. Seinni dysturin á degnum var millum bestu mansliðini hjá Mjølni og ÍF, og her var lagt upp til ein sera spennandi dyst.
Bæði Mjølnir og ÍF hava stórar traditiónir í flogbólti, og síðstu árini hava hesi bæði liðini verið væl við í oddinum í føroyskum mansflogbólti. Okkurt árið hava onnur lið eisini verið millum tey ovaru, men í ár hevur kappingin í bestu flogbóltsdeidlini bert staðið ímillum hesi bæði liðini.
Í landskappingini hevur ÍF ligið á odda mest sum allan vegin. Munurin hevur tó ongantíð verið serliga stórur, og tá menninir hjá ÍF taptu fyri Fram seinasta vikuskiftið, so bleiv dysturin í oddinum púra opin. Munurin minkaði niður í eitt stig, so nú kann alt avgerast í seinasta innanhýsis dystinum millum liðini.
Í steypakappingini sló Mjølnir tó til alt fyri eitt. Teir vunnu FK-kappingina tíðliga á flogbóltsárinum, og so kundu teir longu tá byrja at fyrireika seg til steypafinaluna eftir finalusigur á Fram. Fuglfirðingarnir máttu í sínum lag bíða heldur longri, men tá Mjølnir-kappingin var á skránni í januar, slógu teir til. Teir møttu SÍ í finaluni, og her vunnu teir uttan stórvegis trupulleikar.
So var endiliga klárt til eina dreymafinalu ímillum tvey tey sterkastu liðini í mansflogbólti í løtuni, og flest øll flogbóltsáhugað mundu vænta ein fantastiskan dyst millum tvey tey sterkastu liðini, men tey blivu sera skuffað, tí dysturin bleiv ikki nakað stórt flogbóltsupplivilsi.

Mjølnir fekk flúgvandi byrjan
Sjálvt um ÍF kanska hevur havt munin á Mjølni í ár, so vóru tað tó klaksvíkingarir úr Mjølni, sum fingu eina flúgvandi byrjan upp á dystin. Dysturin var ikki meir enn komin í gongd, so hevði Mjølnir lagt seg á odda 5-1, og longu tá føldi venjarin hjá ÍF, at her var neyðugt við einum Time Out fyri at fáa spælararnar ordiliga klárar til uppgávurnan á vøllinum.
Time Out’ið hjá ÍF vísti seg eisini at rigga, men bert í eina lítla løtu. Teir komu upp á 5-4, men so var aftur galið hjá ÍF. Mjølnir setti teir undir eitt støðugt trýst við teirra sera sterka blokki, og hetta gav ÍF stórar trupulleikar. Lítla løtu seinni hevði Mjølnir eisini vunnið seg upp á 15-7, og nú tóktist settið í roynd og veru at vera avgjørt. Mjølnir kempaði nógv betur enn ÍF í fyrsta setti. Teir vóru nógv sterkari á gólvinum, har teir fingu nógvar ómøguligar bóltar upp, og ikki minst í móttøkunum vístu klaksvíkingarnir seg at vera nógv sterkari.
Fyrsta sett endaði við einum tryggum 25-16 sigri til Mjølnir, og sjálvt um teir tóktust slappa heldur nógv av síðstu bóltarnar, so var sigurin ongantíð í vanda í hesum settinum, tí ÍF fekk ongantíð fótin fyri seg.

Sera sterkar miðjur
Í øðrum setti var eitt sindur javnari enn í tí fyrsta. Nú var ÍF nógv betur við, og fyrstu løtuna fylgdust liðini væl. Nógvir av bóltunum vóru langir, og tað tóktist, sum hvørki av liðunum hevði hug at geva skarvin yvir. Bæði liðini bardust væl í gólvinum fyri at fáa bóltarnar uppaftur , og hetta gav úrslit í nógvum spennandi bóltum.
ÍF tóktist tó at vera heldur omaná hesa løtuna, og mitt í settinum vístu teir hví. Teir byrjaðu at draga frá Mjølni, og í eina løtu tóktist Mjølnir hava ávísar trupulleikar við at steðga ÍF. Hetta revsaði ÍF eisini og legði seg á odda 17-14 í øðrum setti, og nú tóktust fugfirðingarnir hava funnið stevið, men brádliga steðgaði fullkomiliga upp.
Mjølnir tók yvir aftur á øllum frontum, og serliga miðjurnar vístu eitt skifti sera gott spæl. Hjalti Josephsen og Jón Syderbø vóru sera sterkir í bæði álopi og blokkinum hesa løtuna, og hetta gav ÍF stórar trupulleikar. Nú legði Mjølnir seg brádliga á odda, og so var fyri so vítt liðugt hjá ÍF. Mjølnir vann eisini annað sett 25-21, og nú líktust teir brádliga einum stórfavoritti at vinna steypafinaluna hjá monnum.

Als eingin ivi
Hevði ÍF vunnið annað sett, so hevði ávísur spenningur helst komið í dystin, men tapið í hesum setti knekkaði fullkomiliga fullfirðingarnar. Í triðja setti var nevniliga als ongantíð nakar ivi um úrslitið. Mjølnir setti seg á dystin beinanvegin í hesum setti, og ikki gekk long tíð, so høvdu teir lagt seg á odda 13-5, og nú var so at siga eingin ivi um, hvør fór at vinna dystin.
Síðstu løtuna royndi ÍF at geva alt tað, teir áttu, fyri at koma aftur í dystin, men ov seint var. Mjølnir var stutt og greitt betri á øllum økjum, og teir vunnu ein knúsandi 25-15 sigur í triðja setti, og so kundu teir rópa seg steypavinnarar. Innsatsin hjá Mjølni kundi man ikki seta ein fingur á, tí hvør leikari gav seg fult út í øllum dystinum, og hetta var eisini rætta uppskriftin ímóti einum ÍF-liði, sum als ikki vísti sama spæl, sum teir hava gjørt í alt ár.

Eyðstein fekk rætt
Henda dagin tóktist alt rættiliga at fara upp í eina hægri eind hjá Mjølni. Teir bardust sum úlvar, og á hvørjum plássi vístu teir seg at vera betri enn ÍF. Hevarin, Bogi Isaksen dugdi væl at býta bóltarnar runt í álopinum, so ÍF ikki skuldi vita, hvar álopini komu frá. Álopið gjørdi tað eisini gott. Bulgarin Vladimir Vasilev er ein ótrúliga góður leikari, og hetta vísti hann eisini í dystinum ímóti ÍF, bæði við góðum smashum, men eisini í blokkinum. 18 ára gamli Gunnar Jørgensen royndist eisini sera væl, og í fleiri førum vísti hann, at hann hevur evni at gerast millum bestu leikarar í landinum, og tað sama var galdandi fyri Thorvald Danielsen á diagonalinum.
Miðjurnar tóku eisini í fleiri umførum broddin av ÍF, og serliga í blokkinum vístu teir seg at vera sterkir, men ein leikari, sum kanska kempaði fram um allar hinar, var Eyðstein Elttør. Í bæði útvarpi, sjónvarpi og í bløðunum hevði hann sagt uttan at ivast, at Mjølnir fór at vinna dystin, og hann gjørdi í øllum førum sítt til, at hetta skuldi henda. Hann fór við lív og sál niður eftir at kalla hvørjum smashi frá ÍF, og eftir dystin kann bert staðfestast, at Eyðstein fekk rætt. Mjølnir vann ein knúsandi 3-0 sigur á rivalunum úr Fuglafirði, og sigurin var fult uppiborin.