manninum snýr seg um fleiri geinar í revsilógini. Tað snýr seg um at gera sær dælt av sinnissjúku hjá einum persóni til at sníkja seg til samlegu við viðkomandi. Ein onnur grein snýr seg um samlegu við [...] Í longri tíð hevur ein genta í Føroyum verið fyri kynsligum ágangi. Tað heldur løgreglan, og í sambandi við kanningarnar av málinum eru ein maður og ein kvinna varðhaldsfongslað. Kvinnan er mamma gentuna [...] gentuna, upplýsir ákærumyndugleikin á Twitter. Hon er skuldsett fyri at hava viðvirkað til brotsgerðina, sum maðurin er skuldsettur at hava framt. Kvinnan, sum er í tríatiárunum, varð varðhaldsfongslað á
teir kundu játta seg sekar í ákæruni um at royndina at smugla rúsevnini inn til Føroya, søgdu tveir teirra, føroyingurin og annar danin, at teir noktaðu seg sekar, meðan hin danin játtaði seg sekan. Men hann [...] ákærdu, danin, sum hevur játtað seg sekan, og føroyingurin, eru eisini ákærdir fyri fleiri onnur lógarbrot, sum handla um rúsevnir. Millum annað er føroyingurin ákærdur fyri at hava verið við til eina roynd [...] Tríggir mans, ávikavíst 24, 25 og 28 ára gamlir eru ákærdir fyri at hava roynt at smugla inn 982 gram av amfetamin til Føroya. Tollvaldið fann tó amfetaminið í einum hátalara í bilinum hjá monnunum, tá
gjørt fyri at trívast í Føroyum. Á vegnum hevur Sabina eisini lært seg enskt. Og júst at duga føroyskt er lykilin til at trívast í Føroyum. Sabina slær fast, at tilflytarar mugu og skulu læra seg føroyskt [...] Føroyar fyri pólskum lesarum. Sabina dugdi bara pólskt og týskt tá hon flutti til Føroya. Hon gjørdist ørg um, at hon ikki skilti hvat fólk søgdu og hvat fólk flentu eftir, og tí setti hon í seg, at hon [...] at um tilflytarar ikki gera nakað við at læra seg føroyskt eiga tey ikki at fáa uppihaldsloyvið longt, og Sabina sigur, at hetta hevur hon enntá sagt fyri teimum sum arbeiða á Útlendingastovuni. Sabina
nokk ganga, hóast tað sær út til at alt fer í svart. Meðan Skam gekk fyri seg á einum studentaskúla í Oslo, gongur Lovleg fyri seg í einum studentaskúla í Sandane í Nordfjord, sum liggur á norska vest [...] Norski miðilin VG skrivar at seriurnar líkjast nógv, men tað sjálvandi broytir nógv, at Lovleg gongur fyri seg á vesturlandinum heldur enn í høvuðsstaðnum. Annars er lítið at frætta um seriuna, tí NRK heldur [...] og bleiv gjørt við Skam. Norskir miðlar vita tó at siga, at serian snýr seg um nøkur ung, sum øll nýliga eru flutt til Sandane fyri at ganga á studentaskúla har. iTromsø sigur, at NRK setti sær sjálvum
enn eitt stórtap fyri stoltu meistarunum á heimavølli. Á Skála verður ásanna, at talan var um eina serstakliga keðiliga byrjan, men tey ugga seg við, at sjálvt tey allarbestu renna seg í stórtap viðhvørt [...] viðhvørt. Nú verður uppgávan at reisa seg, men er lættari sagt enn gjørt. Tí fyri framman standa tvær ómetaliga truplar uppgávur á útivølli. Fyrst skulu teir til Streymnes har silvurvinnararnir frá í fjør taka [...] gott sum fullmannaðum liði. Skálafólk plaga at taka til, at tey altíð spæla fyri sigrinum, men við truplu páskadystunum fyri framman verður ásannað, at teir skulu lata væl at, um fýra stig verða drigin
Danielsen er vøddaskaddur, Jonn Johannesen er langtíðarskaddur í fótinum, og Hallur Hansson venur fyri at koma fyri seg, eftir at hann í fjør sleit krossbandið. [...] sum er suverent topplið. Setningurin hjá KÍ er at vinna 12. sigurin á rað. Hjá ÍF snýr tað seg um at lyfta seg burtur frá niðurflytingarstrikuni, sum liðið er dottið alt nærri at, nú tað ikki er eydnast [...] mikukvøldið, tá ið KÍ á heimavølli vann 2-1 ímóti B36. Tá stóð Hannis Matras fyri fyrstu ferð í málinum á besta KÍ liðnum. Hann stóð seg væl, og tað verður ivaleyst hann, sum fer at verja málið í Fuglafirði í
grundlógaravhoyri, skuldsettur fyri innbrot, fyri at rýma frá politinum, meðan hann var í varðhaldi, og fyri at hava tikið fartelefonina hjá politinum. Aftur her játtaði hann seg sekan, men kortini kravdi ákærin [...] brotið inn í Etika fyri at stjala brennivín. Skuldsetti maðurin greiddi frá, at tað í veruleikanum var hin maðurin, ið hevði trýst á, fyri at gera innbrotið, tí skuldsetti segði seg eiga brennivín heima [...] hús, og hevði tí ikki brúk fyri meira. Men hann lat sær lynda, og teir báðir høvdu so tveitt ein stein inn gjøgnum glashurðina á sushi matstovuni. Skuldsetti maðurin segði seg mest sum bert vera áskoðara
dýrt, tí nú hevur Johan Dahl sagt seg síggja fyri sær, at eitt broytingaruppskot kemur í tingið. Bill Justinussen er í dag ikki líka avgjørdur, sum hann var, tá tað snúði seg um uppskotið hjá andstøðuni í [...] snýr seg um rættindi til samkynd foreldur. – Øll børn eru fevnd av hasari lógini. Eingin verður settur uttan fyri. Tað er ein stór misskiljing, tá man sigur, at nøkur børn verða hildin uttan fyri. Lógin [...] sigur hann. Bill Justinussen sær væl fyri sær, at hetta nýggja uppskotið verður samtykt. – Í hesum førum leggur Mercedis eitt uppskot fram, sum allir flokkar siga seg taka undir við. Men tað er ikki vist
munandi meira enn tey eru før fyri. Náttúran lærir okkum, at tað er neyðugt at hvíla seg fyri at hava orku til at arbeiða. Tá skaðin er hendur, kann tað taka langa tíð at koma fyri seg aftur. Kelda: Sunnhetsbladet [...] savna seg * Gloymur og hevur ringt við at minnast * Trupulleikar við andadráttinum * Ringt við at fata og skilja * Líkasæla við alt og øll * Minni sjálvsvirðing og sjálvsmynd * Heldur seg fyri seg sjálvan [...] _____________ Eyðkenni fyri eitt gott arbeiðspláss Um t.d. fylgjandi eyðkenni eru á tínum arbeiðsplássi, so eru tað góðir møguleikar fyri, at tú trívist og ikki ert í vanda fyri at blíva útbrendur: *
Mandela fer at taka seg aftur, verður mett at vera eitt bakkast fyri suðurafrikansku tjóðina, og í kjalarvørrinum av hesum er vaksandi ótti fyri heilsuni hjá Mandela. Hann hevur fyri stuttum stríðst við [...] stríðsmaður fyri frælsi, javnrættindum og rættvísi kring allan heim, men anti-apartheid ikonin Nelson Mandela hevur boðað frá, at orkan og heilsan er farin at bila so nógv, at hann tekur seg aftur í nærmastu [...] sínum fyri mannarættindum. Mandela hevur annars til dagin í dag luttikið í óteljandi vælgerandi tiltøkum og kampagnum, og hevur stríðsmaðurin ferðast kring allan heim, síðani hann í 1999 tók seg aftur