Týsmorgunin var ein maður førdur í grundlógaravhoyri, eftir at hann, saman við einum øðrum, hevði brotið inn í Etika fyri at stjala brennivín.
Skuldsetti maðurin greiddi frá, at tað í veruleikanum var hin maðurin, ið hevði trýst á, fyri at gera innbrotið, tí skuldsetti segði seg eiga brennivín heima við hús, og hevði tí ikki brúk fyri meira.
Men hann lat sær lynda, og teir báðir høvdu so tveitt ein stein inn gjøgnum glashurðina á sushi matstovuni.
Skuldsetti maðurin segði seg mest sum bert vera áskoðara, meðan hin dragsaði fløskur oman á fløskur út úr Etika, og krógvaði ymsastaðni nærhendis.
Ákærin ramsaði upp Single Malt Whiskey, Cognac, fleiri fløskur av hvítvíni og reyðvíni, eina Sommersby, umframt nakrar øl.
Men skuldsetti segði seg hava drukkið lítið og einki av hesum, og segði hinum seinni frá, at hann als einki vildi hava við tjóvagóðsið at gera.
Tað greiddi hann rættinum frá.
Rýmdi
Men hvussu lítið aktivur skuldsetti enn var, hevði tað eydnast honum at missa fartelefonina undir innbrotinum, og tí kundi politiið rættiliga skjótt leiða sín illgruna til mannin.
Hann varð eisini tikin seinni sunnudagin, og undir politiavhoyri játtaði hann seg sekan í øllum ákærum í sambandi við innbrotið.
Man av tí at hann hevði mist fartelefonina burtur, og politiið eyðvitað hevði hana í varðveitslu, lánti skuldsetti eina fartelefon frá politinum, so hann kundi ringja til tann, hann leigaði frá, at fáa hann at læsa íbúðina.
Skuldsetti fekk frá politinum at vita, at hann fór at verða kravdur varðhaldsfongslaður, og hetta helt hann vera undarligt, tá hann hevði játtað seg sekan. Hann gjørdi tí ikki mætari enn at snúgva sær avstað, tá hann sá sær møguleikan.
Fartelefonina hevði hann við sær, men av tí at hon helt á at ringja, legði hann hana frá sær á eitt bussskýli, har politiið fann hana seinni.
Maðurin bleiv tó handrtikin mánadagin aftur, og í gjár var hann so í grundlógaravhoyri, skuldsettur fyri innbrot, fyri at rýma frá politinum, meðan hann var í varðhaldi, og fyri at hava tikið fartelefonina hjá politinum.
Aftur her játtaði hann seg sekan, men kortini kravdi ákærin varðhaldsfongsling í 14 dagar. Verjin mótmælti, men dómarin helt grundarlag var fyri varðhaldsfongsling, millum annað tí at skuldsetti maðurin hevði ein dóm á níggju mánaðir hangandi yvir sær.
Skuldsetti maðurin góðtók síðani varðhaldsfongslingina.