Tríggir mans, ávikavíst 24, 25 og 28 ára gamlir eru ákærdir fyri at hava roynt at smugla inn 982 gram av amfetamin til Føroya.
Tollvaldið fann tó amfetaminið í einum hátalara í bilinum hjá monnunum, tá ið teir komu við Norrønu til Føroya tann 18. novembur í fjør.
Tveir danir, sum komu við bilinum til Føroya, blivu seinni handtiknir í Føroyum, meðan ein føroyingur, sum sambært ákæruvaldinum skuldi taka ímóti rúsevninum, eisini bleiv handtikin.
Tá ið teir tríggir ákærdu blivu spurdir í nevningatinginum, um teir kundu játta seg sekar í ákæruni um at royndina at smugla rúsevnini inn til Føroya, søgdu tveir teirra, føroyingurin og annar danin, at teir noktaðu seg sekar, meðan hin danin játtaði seg sekan. Men hann noktaði tó, at hann skuldi havt gjørt tað í samstarvi við hinar báðar.
Tveir av teimum ákærdu, danin, sum hevur játtað seg sekan, og føroyingurin, eru eisini ákærdir fyri fleiri onnur lógarbrot, sum handla um rúsevnir.
Millum annað er føroyingurin ákærdur fyri at hava verið við til eina roynd at smugla ikki færri enn 12,7 kilo av hash til Føroya úr Íslandi.
Fyrrapartin er málið bert blivið lagt fyri rættin, og seinnapartin er væntandi, at tær fyrstu avhoyringarnar verða av teimum ákærdu.










