– Hatta er ein stór misskiljing

– Eg rokni við, at tað fer at bera til at finna fram til ta røttu kósina, sigur Bill Justinussen

Í fjør legði andstøðan eitt uppskot fyri løgtingið um at geva samkyndum foreldrum sama rætt til barsilspengar og barsilsfarloyvi, sum onnur foreldur fáa. Hóast uppskotið bleiv felt, var rok í samgonguni, tá samgongulimurin Johan Dahl segði seg vilja atkvøða saman við andstøðuni - og harvið ímóti egnari samgongu. Tá segði miðflokkatingmaðurin Bill Justinussen, at Johan Dahl úr Sambandsflokkinum ikki kundi halda fram í samgonguni, tí hetta hevði verið brot á samgonguskjalið. 

 

Í heyst kemur nýtt uppskot fyri tingið, eitt uppskot hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, um at gera nýggja foreldramyndugleikalóg. Hetta uppskotið tryggjar ikki rættindi hjá samkyndum foreldrum. Og tað kann koma at kosta samgonguni dýrt, tí nú hevur Johan Dahl sagt seg síggja fyri sær, at eitt broytingaruppskot kemur í tingið.

 

Bill Justinussen er í dag ikki líka avgjørdur, sum hann var, tá tað snúði seg um uppskotið hjá andstøðuni í fjør.

 

– Tá var tað eitt andstøðuuppskot. Nú tosa vit um eitt uppskot hjá samgonguni, sigur hann.

 

Bill Justinussen sær væl fyri sær, at hetta nýggja uppskotið verður samtykt.

 

– Í hesum førum leggur Mercedis eitt uppskot fram, sum allir flokkar siga seg taka undir við.

 

Men tað er ikki vist, at Johan Dahl at taka undir við uppskotinum.

 

– Tað er ikki vist, at uppskotið sær soleiðis út, sum hann heldur. Eg rokni við, at tað fer at bera til at finna fram til ta røttu kósina, sigur Bill Justinussen.

 

Spurningurin er nevniliga eisini, um Annika Olsen og Erhard Joensen fara at taka undir við uppskotinum. Ella um tey fara at atkvøða fyri einum møguligum broytingaruppskoti frá andstøðuni, sum so fer at tryggja samkyndum foreldrum somu rættindi.

 

Men tað roknar Bill Justinussen ikki við, fer at henda. Hann kallar tað eina misskiljing, at hetta snýr seg um rættindi til samkynd foreldur.

 

– Øll børn eru fevnd av hasari lógini. Eingin verður settur uttan fyri. Tað er ein stór misskiljing, tá man sigur, at nøkur børn verða hildin uttan fyri. Lógin snýr seg nettupp um at tryggja rættin hjá børnum. Og ikki hjá vaksnum, sum nøkur vilja gera tað til, sigur løgtingsmaðurin.

 

– Hetta er tað, sum vit eru samd um í samgonguni, sigur hann.

 

LES EISINI: Rættindi til samkynd foreldur hótta framvegis samgonguna

 

LES EISINI: Um Annika vil fáa samkynd foreldur rættindi