Pauli við aftur um páskirnar

Pauli Hansen var ikki við á skálaliðnum í dystinum móti HB, men verður við um páskirnar, har Skála hevur tvær truplar útivallar uppgávur

Skála kundi valla ynskt sær verri byrjan upp á árið, enn eitt stórtap fyri stoltu meistarunum á heimavølli. Á Skála verður ásanna, at talan var um eina serstakliga keðiliga byrjan, men tey ugga seg við, at sjálvt tey allarbestu renna seg í stórtap viðhvørt.
Nú verður uppgávan at reisa seg, men er lættari sagt enn gjørt. Tí fyri framman standa tvær ómetaliga truplar uppgávur á útivølli. Fyrst skulu teir til Streymnes har silvurvinnararnir frá í fjør taka ímóti, og síðani gongur leiðin yvir um fjørðin, har fyrrverandi Skála-venjarin stendur klárur við einum so gott sum fullmannaðum liði.
Skálafólk plaga at taka til, at tey altíð spæla fyri sigrinum, men við truplu páskadystunum fyri framman verður ásannað, at teir skulu lata væl at, um fýra stig verða drigin heim burtur úr uppgerðunum móti EB/Streymi og grannunum úr Runavík.
Til hesar dystir eru skálamenn so gott sum fullmannaðir. Óbi varð vístur av vøllinum móti HB og er tí leikbannaður. Hetta er ein missur, men tað styrkir um liðið, at Pauli Hansen er við aftur. Hann hevur verið skaddur, og sat á beinkinum seinasta dyst. Hesa vikuna hevur hann vant við fullari ferð, og tað er ein eyðsýndur styrkur um liðið, at hann meldar seg kláran aftur.