Í nógv ár hevur hann verið ein ótroyttiligur stríðsmaður fyri frælsi, javnrættindum og rættvísi kring allan heim, men anti-apartheid ikonin Nelson Mandela hevur boðað frá, at orkan og heilsan er farin at bila so nógv, at hann tekur seg aftur í nærmastu framtíð frá almennu kampagnum sínum fyri mannarættindum. Mandela hevur annars til dagin í dag luttikið í óteljandi vælgerandi tiltøkum og kampagnum, og hevur stríðsmaðurin ferðast kring allan heim, síðani hann í 1999 tók seg aftur av politiska leikpallinum í Suðurafrika.
85 ára gamli fyrrverandi forsetin hevur almannakunngjørt, at hann nú støðugt fer at avmarka seg í almenna virksemi sínum, tí hann ikki longu hevur neyðugu orkuna at luttaka í endaleysa og fjølbroytta virksemi sínum kring allan heim.
Næsta bókin á veg
Almannakunngeringin um, at Mandela fer at taka seg aftur, verður mett at vera eitt bakkast fyri suðurafrikansku tjóðina, og í kjalarvørrinum av hesum er vaksandi ótti fyri heilsuni hjá Mandela. Hann hevur fyri stuttum stríðst við krabbamein, sum hann vann á, og til almann tiltøk sær hann alt meiri veikur út. Men keldur kring Mandela siga, at avgerðin hjá hjá honum er misskilt kring allan heim.
- Hetta merkir ikki, at hann fult og heilt tekur seg aftur frá øllum virksemi, men at hann so líðandi "trappar niður", sigur John Samuel, leiðari í vælgerandi kampagnuvirkseminum og arbeiðinum hjá Nelson Mandela. Umframt hetta stríðist fyrrverandi forsetin við næstu útgávuni av sjálvævisøgu hansara, "Long Walk to Freedom", sum hevur verið ein altjóða bestsellari og sligið mong met í bókmentaheiminum.
HM 2010 í Suðurafrika
Sum kunnugt gjørdist Nelson Mandela forsetið í 1994 eftir 27 ár sum fangi á Robben Island orsakað av politiska virksemi hansara, og hann gjørdist avgerandi landsfaðirin, sum sameindi eitt sundurbýtt fólkaslag.
Í 1999 tók hann seg aftur í suðurafrikanskum politikki, men síðani tá hevur hann luttikið í óteljandi kampagnum og tiltøkum fyri mannarættindum kring allan heim, sum nú vegna heilsu og orku spakuliga tykist vera at enda komið. Heimsfyrimyndin hevur so nógv at gera, at arbeiðsskráin røkkur heili tvey ár fram í tíðina, og hvør einasta løta, hvørt einasta arbeiði og hvør einasta samrøða verður løgd til rættis av fólki í felagsskapi hansara, "Nelson Mandela foundation".
Í løtuni er fræslishetjan í karibiska havinum í royndunum at gera Suðurafrika til vertsland fyri heimsmeistarakappingini í fótbólti í 2010.