um, sum skal venjast. Teknikkurin gongur í stuttum út uppá, at við at venja og brúka røddina á ein ávísan hátt, ber tað til hjá leikarnum at mana fram júst tær kenslur, sum leikluturin ella replikkin krevur [...] sjónleik, mást tú kenna teg tryggan við amboðini, tú hevur at brúka. Tástani fært tú frælsi til at vera náturlig á pallinum, sigur Ria, sum letur væl at Nadine, sum venjara. Eisini Nadine er væl nøgd við arbeiðið [...] ikki uttan orsøk. Nadine George greiðir frá, at ikki minst tí Shakespeare sjálvur var sjónleikari, hava hesir tekstirnir alt, sum skal til, tá tað ræður um at venja andadrátt, støðgir og javnavágina millum
umboðsmann, tí at hann metir, at borgarstjórin hevur gjørt íløgur, sum ikki hava verið fyri í nevnd. Fer at svara Talan er eitt nú um arbeiði við Müllers Pakkhús, har ein brúgv verður gjørd, soleiðis at tað verður [...] verður høgligari hjá fólki at koma til pakkhúsið. Jan Christiansen og hinir limirnir í andstøðuni í Tórshavnar Býráð halda, at talan er um eina íløgu, ið sostatt átti at verið løgd fyri býráðið og viðgjørd [...] ikki hava hug til at gera viðmerkingar til atfinningarnar frá fyrrverandi borgarstjóranum í løtuni, tí hann heldur tær verða so langt úti, sum hann málber seg. Hann sigur tó, at hann fer at svara Jan Christiansen
Álendingar ráða føroyingum til at taka tað róligt í samband við spurningin um limaskap í ES. Áland hevur eina seravtalu, sum álendski løgtingsformaðurin heldur, at føroyingar eiga at fylgja við, áðrenn nøkur [...] og Stockholm. Og av tí, at Áland ikki er við í skattaavtaluni hjá ES, sleppa fólk, sum ferðast við hesum skipunum enn sum áður at keypa tollfrítt umborð, um skipini bert leggja at í Álandi. Tað eru tó ikki [...] isk samstarv, sum teir kundu hugsað sær at fingið íslendingar og grønlendingar uppí, sigur Viveka Eriksson, formaður í álendska Lagtinget. Her sipar hon til, at eftir hennara tykki eiga oyggjasamfeløgini
megnar at koma lort í býin! Men tað er sjálvspeisemið og endurspeglingin av okkum sjálvum í nógvum av tí, sum Bridget ger, ið førir við sær, at tað ber ikki til annað enn at elska hana. Tí hon torir at "siga" [...] Spurningurin er, um tað er rætt at kalla eina bert níggju ára gamla bók fyri ein klassikara, men innan Chick Lit stílin kunnu vit uttan at blunka kalla Bridget Jones mammuna at øllum hinum Chick Lit bókunum [...] hana, "hví hon hevur valt karrieruna framum mann og børn?" Á ein ella annan hátt megnar Helen Fielding at lýsa gerandisdagin hjá Bridget, so hann onkursvegna tykist so láturligur og syrgiligur, men samstundis
eisini, at landsstýrið er sinnað at finna eina loysn so at allar kommunurnar í Suðuroy hava ráð at vera við til at byggja røktareim. Ein loysn kann vera, at landsstýrið lænur kommununum pening, so at tær klára [...] einaferð, at landsstýrið stendur við tilboðið um at finna loysn á tí fíggjarliga partinum, so at allar kommunurnar hava ráð at vera við. Viðvíkjandi fíggingini staðfestir Almanna- og heilsumálaráðið, at tað [...] Suðuroynni um at taka stig til at byggja røktarheim í Vági. Nú um vikiskiftið fingu allar kommunurnar skriv frá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, har hann heitir á tær um at taka stig til at byggja røktarheim
sjálvandi loyvi til at fáa eina second opinion, sigur Tommy Petersen. Tommy Petersen sigur, at tað snýr seg ikki so nógv um at skilja politikk og jura frá hvørjum øðrum, men um at skilja politiska ábyrgd [...] Tommy Petersen sigur, at vit mugu minnast til, at politikarar arbeiða við bæði løgfrøði og politikki. - Við løgfrøði vil tað altíð vera rúm fyri tulking. Tað er onki løgið, at tá politikarar hava ein [...] til, at tá tað kemur til eina avgerð, so er hon politisk, sum løgmaður eisini hevur sagt. Politikarar eru við til at umsita eitt samfelag eftir ávísum reglum og taka ábyrgd. Tað er týdningarmikið, at politikarar
skrivað, stendur millum annað, at tann islamska trúgvin elvir til hatur ístaðin fyri kærleika, og at hon elvir til trældóm heldur enn frælsi. Harafturat vil hon vera við, at tey seinastu tjúgu árini eru [...] ærumeiðing og fyri at hava eggjað til átrúnaðarliga øsing. Málið varð reist í Italia herfyri, men ákæruvaldið vísti tí frá sær. Nú hevur ein dómari í norðuritalska býnum Bergamo kortini gjørt av, at málið skal [...] Armando Grasso, sigur, at nakrir setningar í bókini mugu metast sum greið álop á Ilam og trúgvandi muslimar. Tað heldur italski løgmálaráðharrin, Roberto Castelli, ikki. Hann sigur við AP, at eftir hansara tykki
av tilgongdini at einskilja Føroya Lívstrygging verður skipað fyri einum umboðsráðslíknandi vali millum tryggingartakarnar, soleiðis at hesir fáa møguleika fyri at velja sær 5 umboð at taka sær av áhugamálum [...] november 2004 at einskilja P/F Føroya Lívstrygging Í samband við fyrireikingar í Vinnumálaráðnum at selja Føroya Lívstrygg-ing, samtykti Løgtingið í mars 2002 at heita á landsstýrið um at leggja uppskot [...] Føroya Lívstrygging um at skipa fyri einum vali, har 5 persónar, sum eru tryggingartakarar hjá P/F Føroya Lívstrygging, verða valdir at umboða tryggingartakarnar í samband við at P/F Føroya Lívstrygging
báðir úr Norðragøtu, sum beint nú eru í ferð við at tekja hesi húsini. Teir síggja tvey umboð fyri tíðindatænastuna koma, men teir hava sítt arbeiði at útføra. Teir smíða framvegis. Vit rópa teir niður [...] nógv arbeiði tað eydnast teimum at útvega. Hetta ávirkar sjálvandi eisini talið av arbeiðsfólkum. Teir eru í løtuni seks mans til arbeiðis, har tveir teirra vóru í ferð við at tekja hesi sethúsini í Syðrugøtu [...] sín part, tá hesin mánaðurin er úti. -Vit hava ikki so nógv eftir, so tað fer nokk at ganga, sigur Jóan Petur. Eftir at hetta arbeiðið er lokið, skulu teir í holt við ymisk smærri arbeiði: Teir skulu gera
eisini at eydnast. Skal vera stuttligt Enn hevur Ásbjørn ongar ætlanir um at gevast við at gykla. Hann ætlar sær at halda fram so leingi sum tað er stuttligt. - Og tað er veruliga stuttligt at gykla. Enn [...] hann fólk varin við, at hetta ikki er gandur, men gykl? Hann plagar at begrunda tað við, at á donskum eitur tað sum hann ger "tryllekunst". Og hyggur ein í føroysku Bíbliuna so sæst, at allastaðni har orðið [...] "trolddom" á donskum. - Tað vil so aftur siga, at hetta eru ting sum kunnu hava við tað ónda at gera, tað yvirnatúrliga og tað okkulta at gera. Tað hevur við andar at gera og við maning. Men tað er kortini einki