Tommy Petersen sigur, at vit mugu minnast til, at politikarar arbeiða við bæði løgfrøði og politikki.
- Við løgfrøði vil tað altíð vera rúm fyri tulking. Tað er onki løgið, at tá politikarar hava ein løgfrøðiligan trupulleika, at teir so leita sær eftir hjálp. Sjúrður Skaale má minnast til tann tørvin, sum politikarar hava fyri løgfrøði, sigur Tommy Petersen, løgfrøðingur.
- Um politikarin kennir seg ótryggan upp á tað fakliga grundarlagið, so hevur hann sjálvandi loyvi til at fáa eina second opinion, sigur Tommy Petersen.
Tommy Petersen sigur, at tað snýr seg ikki so nógv um at skilja politikk og jura frá hvørjum øðrum, men um at skilja politiska ábyrgd frá tí informerandi løgfrøðiliga kjakinum.
- Vit skulu minnast til, at tá tað kemur til eina avgerð, so er hon politisk, sum løgmaður eisini hevur sagt. Politikarar eru við til at umsita eitt samfelag eftir ávísum reglum og taka ábyrgd. Tað er týdningarmikið, at politikarar ikki styðja seg til løgfrøðingar. Politikarin má fara upp og markera sína politisku støðu, sigur Tommy Petersen, løgfrøðingur.
- Politikarin má ikki brúka løgfrøðina til at skáka sær undan einari óbehagiligari politiskari avgerð, sigur Tommy Petersen, løgfrøðingur.
--
Myndatekstur: - Tað er týdningarmikið, at politikarar ikki styðja seg til løgfrøðingar. Politikarin má fara upp og markera sína politisku støðu, sigur Tommy Petersen, løgfrøðingur