Sum ein partur av tilgongdini at einskilja Føroya Lívstrygging verður skipað fyri einum umboðsráðslíknandi vali millum tryggingartakarnar, soleiðis at hesir fáa møguleika fyri at velja sær 5 umboð at taka sær av áhugamálum tryggingartakaranna undir einskiljingartilgongdini
TRYGGING
Vinnumálaráðið hevur heitt á P/F Føroya Lívstrygging um at skipa fyri einum vali, har 5 persónar, sum eru tryggingartakarar hjá P/F Føroya Lívstrygging, verða valdir at umboða tryggingartakarnar í samband við at P/F Føroya Lívstrygging skal einskiljast.
Landsstýrið avgjørdi á landsstýrisfundi tann 17. november 2004 at einskilja P/F Føroya Lívstrygging
Í samband við fyrireikingar í Vinnumálaráðnum at selja Føroya Lívstrygg-ing, samtykti Løgtingið í mars 2002 at heita á landsstýrið um at leggja uppskot fyri Løgtingið, soleiðis at P/F Føroya Lívstrygging varð skipað sum sjálveigandi stovnur ella á annan hátt, ið kann tryggja áhugamálini hjá øllum tryggingartakarunum um ávirkan og innlit.
Við atliti at løgtingssamtyktini hevur landsstýrið tí avgjørt at lata helvtina av partabrøvunum til felag, har allir tryggingartakarnir í Føroya Lívstrygging eru limir, og selja hina helvtina.
Sum ein partur av einskiljingartilgongdini verður tí skipað fyri einum umboðsráðslíknandi vali millum tryggingartakarnar, soleiðis at hesir fáa møguleika fyri at velja sær 5 umboð, at taka sær av áhugamálum tryggingartakaranna undir einskiljingar-tilgongdini.
Allir tryggingartakarar hjá P/F Føroya Lívs-trygging hava valrætt og kunnu stilla upp sum umboð og vera stillarar. Fyri at kunna stilla upp til valið krevst, at tann, ið ynskir at stilla upp, fær 15 stillarar.
Ein persónur kann bert vera stillari hjá einum valevni og einans eitt valevni kann vera á hvørjum uppstillingarlista. Fráboðan um uppstilling skal vera P/F Føroya Lívstrygging í hendi, í seinasta lagi 6. juni.
Tá ið Føroya Lívstrygging hevur fingið fráboðan frá tryggingartakarum, sum ynskja at stilla upp til val sum umboðsfólk, verður lýst í bløðunum, hvørji valevnini eru og tíðarfreistirnar fyri, nær atkvøðuseðil kann umbiðjast og nær hann skal vera skrivstovu felagsins í hendi.