Borgarstjórin bíðar við at svara Jan Christiansen

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, hevur í løtuni ikki hug til at gera viðmerkingar til atfinningarnar frá fyrrverandi borgarstjóranum í Havn, Jan Christiansen, um at býráðssamgongan heldur andstøðuna fullkomiliga uttan fyri alt, ið fer fram í býráðnum.

Fyrrverandi borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, hevur kært núverandi borgarstjóran í Havn; Heðin Mortensen, fyri løgtingsins umboðsmann, tí at hann metir, at borgarstjórin hevur gjørt íløgur, sum ikki hava verið fyri í nevnd.

Fer at svara
Talan er eitt nú um arbeiði við Müllers Pakkhús, har ein brúgv verður gjørd, soleiðis at tað verður høgligari hjá fólki at koma til pakkhúsið.
Jan Christiansen og hinir limirnir í andstøðuni í Tórshavnar Býráð halda, at talan er um eina íløgu, ið sostatt átti at verið løgd fyri býráðið og viðgjørd í nevnd.
Tað er málið ikki, men tað metir borgarstjórin ikki verða nakran trupulleika, tí eftir hansara tykki er talan um eina umvæling, ið ikki skal leggjast fyri býráðið.
Heðin Mortensen sigur seg ikki hava hug til at gera viðmerkingar til atfinningarnar frá fyrrverandi borgarstjóranum í løtuni, tí hann heldur tær verða so langt úti, sum hann málber seg. Hann sigur tó, at hann fer at svara Jan Christiansen, men tað verður ikki beint nú.