Mansliðið hjá H71 er í hesum døgum í Bosnia Hersogovina fyri at royna seg í European Cup.
Í kvøld leikti H71 fyrra dystin móti RK Konjuh Zivinice. Dysturin endaði við 36-28 sigri til bosniska liðið, ið var á odda 19-14 í steðginum.
Seinni dysturin verður leiktur leygarkvøldið klokkan 18.
RK Konjuh Zivinice-H71 28-36 - 1. dystur
H71: Jákup Egholm 8/11, Jón Rói Mohr Høgnesen 5/7, Boas Ellefsen á Skipagøtu 4/6, Sakaris A. Sakarisson 4/4, Høgni Heinason 3/4, Brian Slyne 2/6, Haraldur Karlsson 1/1, Niklas H. Hanusson 1/1.
Bjargingar: Micah Wardum Ragnarson 5/27, Mladen Mjermimacka 4/18.