Trump og Putin skulu hittast í Budapest

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og russiski forsetin, Vladimir Putin, hava nú avgreitt sína telefonsamrøðu undan fundinum hjá Trump í morgin við ukrainska forsetan, Valdimir Zelenskyj.

Og stór framgongd var undir samrøðuni, skrivar Donald Trump á sosiala miðlinum Truth Social.

Trump og Putin vóru samdir um, at leiðandi ráðgevar úr USA og Russlandi hittast í næstu viku.

 

Á odda fyri amerikonsku sendinevndini verður amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio.

Og so hittast Donald Trump og Vladimir Putin í ungarska høvuðsstaðnum, Budapest.

– Fyri at vita, um vit kunnu gera enda á hesum "ljóta" stríðnum millum Russland og Ukraina, skrivar Trump.

Tað er ikki greitt, júst nær forsetarnir báðir hittast.