Chick Lit klassikarin: Mamman at hinum

Helen Fielding, Bridget Jones´s Diary, 1996, Bridget Jones The Edge of Reason, 1999,
Umsett Birgitte Brix, Bridget Jones´ dagbog og Bridget Jones på randen af fornuft Lindhardt og Ringhof, 2001

Spurningurin er, um tað er rætt at kalla eina bert níggju ára gamla bók fyri ein klassikara, men innan Chick Lit stílin kunnu vit uttan at blunka kalla Bridget Jones mammuna at øllum hinum Chick Lit bókunum.
Tann sjálvspeisama Bridget, sum er vorðin "nøkur og tríati", leitar, eins og øll, eftir tí eina stóra kærleikanum í lívinum. Samstundis sum hon berjist eitt tógvið stríð ímóti reyðvíninum, sigarettunum og teimum eyka kilounum á kroppinum. Umgyrd av giftum vinum og foreldrum, sum ferð eftir ferð spyrja hana, "hví hon hevur valt karrieruna framum mann og børn?"
Á ein ella annan hátt megnar Helen Fielding at lýsa gerandisdagin hjá Bridget, so hann onkursvegna tykist so láturligur og syrgiligur, men samstundis eisini stuttligur, erligur og livandi. Bókin er jú skrivað sum ein dagbók, og harvið verður tað rættvísgjørt, hvussu opin Bridget er. Og ikki minst, hvussu ofta hon megnar at koma lort í býin!
Men tað er sjálvspeisemið og endurspeglingin av okkum sjálvum í nógvum av tí, sum Bridget ger, ið førir við sær, at tað ber ikki til annað enn at elska hana. Tí hon torir at "siga" tað. Meira enn vit onnur kanska nakrantíð kundu droymt um - og so ikki minst: torað at festa tað á blað ...
ib