tú vart. Hetta vita vit øll, sum fingu tann stóra framíhjárætt at liva tætt upp á teg. Í august í 1992 giftust eg og Birna, og tá kom eg at kenna teg sum verfaðir. Eg minnist, tá vit saman fóru undir at [...] hugnaligt stað at verða. Sum árini gingu, komu vit at hava nógv við hvønn annan at gera, tá eg kom at arbeiða hjá tær. Serliga týðilig eru árini, tá vit bygdu smoltstøðina á Glyvradali. Hetta gjørdist [...] okkum, at 17. desember 2011 skuldi gerast ein so minniliga syrgiligur og tungur dagur fyri okkum. Vit høvdu øll glett okkum at fara til Havnar at hátíðarhalda 70 ára føðingardag vermóðurs saman við tær
stóð á, sást hetta ikki á honum. Tvørturímóti! Her upplivdu vit mangan stríðsmannin Hans Joensen. Tað var í teimum truplastu støðunum, at vit sóðu hansara veruliga siðalag og dygdir. Í so máta komu árini [...] tá semingsroyndin í 2003 endaði úrslitaleys, fóru arbeiðarafeløgini í drúgt verkfall. Í dag kunnu vit líta aftur á sjónvarpsupptøku sum vísur ein avgjørdan Hans koma á Bursatanga, har farmur verður koyrdur [...] segði ofta, at tað gagnaði ongum, at arbeiðarafeløgini fóru so illa við arbeiðsgevarum, at teir onki vildu. Fyrst og fremst vildi hann semjast, og hetta eydnaðist so væl, at verkfallið í 2003 var tað einasta
Nógvar góðar løtur hava vit deilt, í Føroyum og uttanlanda. Serliga minnist eg túrin í Keypmannahavn, tá vit vóru farnir niður at hyggja eftir fótbólti - HM endaspæl var. Vit fóru í Fælledparkina at hyggja [...] HB. Okkara Havnar Bóltfelag, har vit hava deilt nógvar gleðiligar stundir og eisini summi vónbrot. Eitt tað seinasta tú segði mær var: Vit eru føddir sum HB’arir, og vit doyggja sum HB’arir. Og nú tá tú [...] hyggja á stórskermi, so kom ein journalistur frá DR til okkum og spurdi, um vit vildu vera við í eini samrøðu á live sjónvarpi. Eg var skeptiskur, men tú segði ja umgangandi, tí soleiðis vart tú, altíð
at syngja vísur o.a, og tá vit bæði gingu á sandinum og leitaðu eftir gággum. Eg elskaði at vera hjá tykkum og kom tí ofta til Hvalbiar til tykkum í veekend. Einaferð vildu eg og Rakul sleppa til Hvalbiar [...] so takksom fyri øll tey góðu minnini, ið eg havi. Áðrenn hús okkara í Trongisvági vóru liðug, búðu vit hjá tykkum, eg var bert eitt ár, so eg minnist ikki alt, men havi tó sæð nógvar myndir frá tí tíðini [...] Hvalbiar, men mamma og pabba vóru til arbeiðis, so vit stillaðu okkum á vegin at tumla, og ein bilførari var so fittur at koyra okkum norður til tykkum. Eg minnist at fyri stuttari tíð síðani ringdi tú fyri
Tú vart ein sum altíð spurdi til familjuna og vildu vita, hvar og hvat vit gjørdu, og ikki minst hvussu vit høvdu tað. Tú vart nakað serligt, tað eru vit jú øll, men tú vart nú burturúr. Tá ið tú komst [...] bert 59 ára gamal. Vit ynskja eisini at senda Andreas eina hjartans tøkk fyri, hvussu væl vit vórðu móttikin í heimi hansara, hvussu hugnaligt vit mangan hava havt tað saman, tá vit eru komin ein túr til [...] hon við tey, eisini svigarbørnini, virkuliga so behagilig fólk at verða saman við. Vit ynskja, at hetta bandið, ið vit hava knýtt við familju tína Andreas, ígjøgnum Vilgerð ikki verður slitið. Góði Andreas
verkstaðnum. So kundu vit gera okkurt til nyttuna, meðan hann legði okkum lag á. Tá vit troyttaðust, fóru vit í handilin at fáa okkum okkurt gott undir tunguna. Líka legði Steintór í, um vit tóku rívan til [...] Vit kunnu hugleiða leingi um hjúnini niðan áarløkan, heiman av Sandi. Vit kunnu harmast, nú tey eru farin Heim. Vit kunnu eisini velja, at gleðast um nógvu og ríku løturnar, okkum untist at vera saman [...] mórusandi, soleiðis at vit ikki gjørdust ófrættakendir. Gerda tók altíð væl ímóti, tá vit komu vátir og skitnir niðan av sandinum. Hon gav okkum heitan drekkamun og pannukøkur, soleiðis at vit ressaðust skjótt
viðurkenning av tí, sum vit høvdu havt saman. Eg fekk eisini tá høvi til at geva honum mína seinastu útgávu. Vit hittust javnan, seinast var stutt undan hann doyði. Altíð fingu vit eitt gott og gevandi prát [...] eisini sunnudagin, tá ið hann fór til gravar. Her var eitt sjáldsama stórt fylgi, sum vildu vísa honum seinasta heiðurin. Vit eru mong, sum koma at minnast Heðin við takksemi. ----- ó.
systrar, tá vit fluttu úr Sørvági til Miðvágs, tí vit vildu ikki vera í Miðvági, vildu bara sleppa aftur til Sørvágs. Eg minnist so væl hesa tíðina; hvørja ferð, mamma ikki var í nánd, og vit høvdu møguleikan [...] møguleikan, tumlaðu vit onkran bil og vóru á veg til Sørvágs aftur. Mamma var ongantíð í iva um, hvar hon skuldi leita, tí vit vóru jú úti hjá tær omma, har vit antin sótu og ótu tínar pannukøkur ella tínar [...] tínar heimabakaðu køkur, sum vit elskaðu. Eg minnist eisini, at systir mín og eg altíð skuldu út til ommu at fáa pannukøkur, tá vit sum vaksnar komu heim á vitjan úr Danmark. Sum oftast bakaði tú okkum eina
av børninum, eisini Gunnar, hava sungið í føroyskum kóri í Keypmannahavn. Gunnar var næstelstur, og vit vóru javnaldrar og systkinabørn. Tað vóru ikki góðar umstøður í Føroyum í 50-unum, tí minnist eg enn [...] eina gávu. Gunnar var giftur við Susanne, og hon var Gunnari ein sera góður stuðul hesa tíð. Tey vildu uppliva so nógv sum gjørligt, meðan tað enn bar til, og tey náddu eisini eina seinastu ferð til Føroyar
Ikki hevði gingist so væl í hond henda dagin. Amboðini vildu ikki tað, ið vit vildu, so tað varð seint, áðrenn vit fingu lagt síðstu hond á. Vit vóru nakrir eftir, ið sóu tilburðin, tá bilurin við feðgunum [...] Maria, tit hava mist nógv. Nógv eru vit, ið sakna saman við tykkum. Tað er bert ein, ið kann troysta og er tað Hann, ið øllum valdar. Við hesum fáum orðum vilja vit lýsa frið yvir vinmann og arbeiðsfelaga [...] Hóskvøldið tann 18. desember í fjør gjørdist eitt feigdarkvøld. Vit løgdu asfalt á úti á havnarlagnum í Runavík. Feðgarnir báðir Emil og Óli vóru á sama holdi hetta kvøldið, og hoyrdu til teir mest royndu