22. januar andaðist elskaði abbi mín Hans Toftheyggj, 78 ára gamal. Hesin dagur skuldi vera ein gleðisdagur, tí mamma hevði føðingardag, men so var tó ikki. Abbin hevði ligið á sjúkrahúsinum í eina tíð, men var tó ikki versnaður, so tað kom sum ein skelkur á okkum øll, at hann brádliga varð tikin burtur frá okkum.
Eg minnist so væl, tá pabba ringdi og fortaldi, at Anna omman ikki var í millum okkum longur, eg hugsaði beinanvegin um teg, góði abbin og sjálvandi børn tykkara eisini. Tað var tungt fyri okkum øll, men tó tyngst hjá tær, tú og omman høvdu livað saman í meiri enn 55 ár.
Eg minnist, hvussu rørdur tú var, tá Anna spældi á tvørfloytu til jarðarferðina hjá ommuni. Tær dámdi væl at hoyra hana spæla og helt at hon dugdi sera væl. Tit bæði hava altíð verið so góð við okkum abba/ommubørnini, og eg eri so takksom fyri øll tey góðu minnini, ið eg havi.
Áðrenn hús okkara í Trongisvági vóru liðug, búðu vit hjá tykkum, eg var bert eitt ár, so eg minnist ikki alt, men havi tó sæð nógvar myndir frá tí tíðini. Eg minnist, tá eg var lítil, tá omman lærdi meg at hekla, binda og at syngja vísur o.a, og tá vit bæði gingu á sandinum og leitaðu eftir gággum. Eg elskaði at vera hjá tykkum og kom tí ofta til Hvalbiar til tykkum í veekend. Einaferð vildu eg og Rakul sleppa til Hvalbiar, men mamma og pabba vóru til arbeiðis, so vit stillaðu okkum á vegin at tumla, og ein bilførari var so fittur at koyra okkum norður til tykkum.
Eg minnist at fyri stuttari tíð síðani ringdi tú fyri at vita, um eg ætlaði mær í skúla, tú helt, at eg heldur skuldi vera heima, tí veðrið var so ringt. Tú hugsaði altíð um okkum, var altíð so bangin um at okkurt skuldi henda okkum. Tú hevði eitt so gott hjarta, tú ynskti tað besta fyri øll. Eisini hesa síðstu tíðina meðan tú hevur ligið á sjúkrahúsinum, minti tú meg altíð á at koyra varliga og ansa eftir tí tað var glerstoytt og vindur. Eg elskaði at vitja teg, tú fekk okkum altíð at flenna.
11. januar bleivst tú fyri fyrstu ferð langabbi, tó lukkaðist tú aldrin at møta langabbasoninum. Keðiligt, at hann ikki kom at kenna teg og ommuna, men eg eri vís í, at hann fer at hoyra alt tað góða um tykkum bæði.
Rørandi var at síggja tað fullu kirkjuna tann dagin, tá tú bleiv borin til títt síðsta hvíldarstað her á jørð.
Tað er so tómt, at koma til Hvalbiar nú, tú ikki situr framman fyri vindeyganum, og hyggur útyvir bygdina, har ið tú hevði tín fasta sess.
Goymd vera minnini um elskaða abba mín Hans Toftheyggj.
Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá,
og so tá eg stetlaði gólvinum á,
og síðan tá omma meg tók á sítt knæ
og lærdi meg har fyrstu bøn, ið eg bað.
...
Renna skilnartár á kinni,
syngjandi tó boðskap ber:
Vinir Guðs á ongum sinni
møtast skulu síðstu ferð!
Abbadóttirin Mariann