Hóskvøldið tann 18. desember í fjør gjørdist eitt feigdarkvøld. Vit løgdu asfalt á úti á havnarlagnum í Runavík. Feðgarnir báðir Emil og Óli vóru á sama holdi hetta kvøldið, og hoyrdu til teir mest royndu. Ikki hevði gingist so væl í hond henda dagin. Amboðini vildu ikki tað, ið vit vildu, so tað varð seint, áðrenn vit fingu lagt síðstu hond á.
Vit vóru nakrir eftir, ið sóu tilburðin, tá bilurin við feðgunum í, fór upp um bryggjukantin.
Hóast allar kreftir vórðu settar inn og serstakliga skjótt bleiv gjørt av, so stóð lívið hjá Emili ikki til at bjarga, hann andaðist tíðliga morgunin eftir.
Eftir stóðu vit tá spyrjandi, síðani syrgjandi og nú í sakni.
Tað at vera menniskja. Fáa loyvi at vera ein partur av søgu mannaættarinnar. Fáa loyvi at vera fyllan í einum tíðarbili av samlaðu heildini. Tað er stórbært. Tá tíðarbili so er av, standa vit eftir spyrjandi.
Kallið hjá Emili var at vera sonur foreldra sína, at vera beiggi systranna, at vera vinur gentu sínar, at vera vinmaður vinum sínum og arbeiðsfelagi okkara.
Í hansara luti at vera arbeiðsfelagi okkara, vóru vit priviligeraðir í ein serstakan mun.
Emil arbeiddi á 3. sesong síni í asfaltinum. Hann var sera pliktuppfyllandi og framúr raskur.
Afturat arbeiðsligu dygdunum hevði hann tað umframt, at hann altíð var fryntligur, smílandi og í góðum lag og altíð visti hann eina góða.
Undarligt kennist tað nú, arbeiðið er uppafturtikið fyri summarið, at Emil ikki er ímillum okkum meira.
Góðu Thurid, Óli, Annika, Herit og Inga Maria, tit hava mist nógv. Nógv eru vit, ið sakna saman við tykkum. Tað er bert ein, ið kann troysta og er tað Hann, ið øllum valdar.
Við hesum fáum orðum vilja vit lýsa frið yvir vinmann og arbeiðsfelaga okkara, Emil Fróða Olsen.
Starvsfólkið í E.M. Asfalt