rindast 100% úr kommunukassanum. Sum er fer alt fyrireikingararbeiðið á ymsu skúlabókasøvnunum fram á Landsbókasavninum og á Býarbókasavninum, og tað er stórarbeiði. Her er ikki rættiligt samsvar, sigur Martin [...] Sum er er tað ógvuliga tilvildarligt. Og nýggjur skaldskapur fær als ikki rúm, sigur Martin Næs. Tilvildin ræður Hví tað kortini grør um gangandi fót á listarliga økinum, tá ið støðan er sum hon er, sigur [...] eingin hugsar um er, at vit skulu hava nakrar stovnar og funksjónir í lagi fyri at kunna taka ímóti granskarunum. Her er einki samsvar millum teori og praksis, alt ov tilvildarligt, og tað er skuffandi í 1998
Wow er ein tann týdningarmesti parturin av indiansku mentanini. Pow Wow er ein veitsla, har øll taka lut í fínum indiánaklæðum. Hvør stamma hevur sítt egna stað, sum er heilagt. Undir dansinum er tað ein [...] Jason fær er ov tíðliga at siga enn, tí hann er undir eygleiðing av tí, ið gevur navn, men Joel væntar at tað verður Moving Body. Tí Jason er sjáldan í frið. Siðurin at fara í sveittismáttu er ein skikkur [...] Dansurin er eftir føstum mynstri, dansar tú runt til høgru, dansar tú eisini runt til vinstru, og so framvegis. Draktin Jason dansaði í er gjørd av nógvum ymisum tilfari. Fjarðarnar á høvdinum er kalkunfjaðrar
úr hesum máli, og síðani tingfundur var seinast, er nógv nýtt komið fram, segði hann, og vísti m. a. á samrøðu, útvarpið hevði við Rólant í Skorini, sum er formaður í siðsemisnevndini og til tað orðaskifti [...] at samtykkja eykajáttanina, so granskingin kann fara í gongd áðrenn lógvarverkið er fyrireikað. Vilhelm Johannesen, sum er Javnaðarfloksins umboð í fíggjarnevndini, segði eisini, at hann undir nevndarviðgerðini [...] okkum, og at neyðugt tí er við einum orðaskifti um hetta mál. Lóggávan verður fyrireikað fyrst!!! Helena Dam á Neystabø legði dent á, at einki verður sett í gongd fyrr enn alt er fyrireikað og lóggavan
Og tað er eisini so, at tað er tá tú ert burtur, at tú sært tað góða í øllum heima. á hendan hátt skapast ein kensla, sum á ein hátt er at síggja í myndunum hjá mær. Eg haldi sjálvur, at tað er tungsinnið [...] hvørju rúsandi evnir eg taki, sigur Tummas Jákup. Hví so er, er ikki ilt at ímynda sær. Myndirnar hjá Tummas Jákup eru psykadeliskar, og tað, sum verri er, ella betri??? Men hann sigur í sama tónalagi, at hann [...] súkklað. Hann ger tað, tí hann kennir hvussu nógv betri fyri, hann er til at mála, tá ið hann er væl fyri kropsliga. Hjá listafólki er tað tungt at sita heilar dagar og stara at einum smáluti á einum lørifti
givið okkum far um, at tað er ein long røð av øðrum spurningum, sum mugu greiðast og lýsast og sum vit megu finnar loysnir fyri, áðrenn oljan kemur, tí - tá oljan er komin, tá er tað ov seint at fara at hugsa [...] fyri teimum. Tað er ikki støddin, sum telur. Tað er harafturímóti tað tú sigur og ger, sum telur, tá tú er í tí samstarvinum. Men nú fer løgmaður á fund í arktiska ráðnum og hetta er sera gott og sera [...] sambandið millum føroyingar og hesi fólk er og ikki minst, hvønn týdning hevur tað fyri eitt nú eina framtíðar oljumenning her hjá okkum í framtíðini? ?Tað er so ómetaliga týdningarmikið fyri okkum at
sjólátnu er í morgin 1. november. Tólv fólk hava latið latið á sjónum í ár og er hetta tvífalt so nógv sum farna ár. Og okkurt pláss í landinum er sera meint rakt. Tað er Strendur. Presturin í sóknini er Jógvan [...] síggja veruleikan í eyguni, at tað er nakað, sum er hent. Sum prestur hevur Jógvan eisini til uppgávu at tosa við øll tey, sum mist hava. Her er orðið altavgerandi. Tað er sjálvt grundstøðið í arbeiðinum [...] prestur, at fólk á Strondum hava verið ótrúliga hjálpsom. -Annars haldi eg tað er so týdningamikið at kunna tosa um hetta. Tað er ógvuliga umráðandi, at vit ikki fortrongja hetta, men tosa opið út um tað.
Havn 1. november í fjør. Vit prenta her tað, løgmaður bar fram tá. Hann segði: -Havið er okkara lívsgrundarlag og tann fongur, sum sjófólk okkara fær á havinum, bæði er og hevur leingi verið høvuðstreytin [...] av samfelag okkara. Tey virði, sum verða skapt í sjómansins hondum, koma okkum øllum til góðar. So er, og so hevur verið í mong ættarlið, segði løgmaður og legði aftrat, at fáa tjóðir hava goldið havinum [...] dýrt sum føroyska tjóðin. 12 deyðir farna árið í fjør doyðu fimm menn og ein kvinna á sjónum. Men í ár er talið yvir tey, sum doyðu á havinum, tvífalt so stórt, nevniliga 12. Teir, sum eru farnir á havinum
føgru strondum, har altíð sól og summar er. Og stundum byrurin góður er, og nógvum øðrum eg fylgi, sum halda fram hesa somu ferð á lívsins ótryggu bylgju; og slætt er havið, og sólin smílir, langt burtur [...] sást skyggja; men tá ið mær eingin kraft er longur á bylgjuhavinum Harrin gongur Í síðstu, myrku náttarvakt. Tá síðsi stormurin tagnar her, og heimsins strond er at hóma, í ljósi glitrar ein onnur verð [...] hvørt fótaspor nærri at tær vil eg eitt »Bethel« her upp byggja mær; ljóðar tá harpa mín: Nærri, mín Guð, til tín, nærri at tær! Og tá mítt tímaglas her rennur út, sálin seg lyftir upp móti tær, Guð, syngjandi
Jacobsen, sum er formaður, Katrin Mørkøre, Jóna Lindenskov, Elin Midjord og Andras Joensen. Tiltakslimir eru Connie A. Jakobsen og Andreas Lava Olsen. Grannskoðari er Georg Thorsteinsson. Tað er enn ov tíðliga [...] ættargranskingarhøpi og sum skásetir føroyingar her heima og úti í verðini. Grundgevingin hjá teimum, ið eru fyri eini slíkari skráseting, er, at tað er høgligari at arbeiða við ættargransking, tá ið allar [...] heimilar ikki hesum. Landið er so lítið og viðkvæmt. Sum er ber til at finna forfedrarnar heilt aftur til trúbótina og annars fáa fatur á teimum upplýsingunum, okkum tørva. Eg haldi tað er ógvusligt at hugsa sær
kortini, at her var talan um ein dyst millum føroyameistarar og uppflytarar. Í byrjanini av seinna hálvleiki bar einki til hjá VÍF-liðnum. Bóltarnir fóru alt ov ofta út um síðulinjuna, og tað er krás hjá [...] 13 av teimum 22 málunum hjá liðnum, og tað er greitt, at uttan hana var VÍF ikki komið so væl frá byrjanini, sum tær eru. Nú taptu tær fyri fyrstu ferð, og so er spurningurin, hvussu tað fer at ávirka tær [...] tí hóast tað er rumenski skarpskjúttin, sum skjýtur flestu málini, hevur liðið eisini aðrar góðar spælarar, eitt nú Jacklin Durhuus, sum skeyt fimm mál móti gamla liðnum hjá sær. Men tað er greitt, at breiddin