-Viðurskiftini eru so smá, at tú kennir teg líkasum ein avvarðandi sjálvur.
Hetta sigur Jógvan Fríðriksson, prestur nú Allahalgannadagur - minningardagur teirra sjólátnu er í morgin 1. november.
Tólv fólk hava latið latið á sjónum í ár og er hetta tvífalt so nógv sum farna ár. Og okkurt pláss í landinum er sera meint rakt. Tað er Strendur. Presturin í sóknini er Jógvan Fríðriksson, og hann kennir seg ikki sørt sum avvarðandi, nú viðurskiftini eru so smá.
-Hetta hevur rakt øll, sum her búgva sera meint. Sum prestur roynir tú at gera títt besta, hóast eisini tú stundum kennir teg so máttleysan.
Jógvan Fríðriksson sigur, at fólkini, ið mist hava, eru so ómetaliga hart rakt, tí hetta er heldur ikki einastu ferð, at tey hava mist.
Hugsað verður um manningina á Sjóborgini, sum fórst 2. apríl í ár. Har fórust fimm mans. Mamma til Símun Paula á Fríðriksmørk misti mannin við Stathav fyri nøkrum árum síðani. Frammanundan hevði hon mist pápa sín. Nú misti hon eisini sonin. Kona Tonny hevur eisini mist nógv. Fyrst misti hon verfaðirin, sum fórst við einum seksæringi í sjeytiárunum, og nú misti hon bæði mann, son og verson. Somuleiðis misti dóttir Tonny bæði mann, pápa og beiggja.
Vit spurdu Jógvan Fríðriksson, hvussu tað er at vera prestur í eini bygd, sum verður so meint rakt av vanlukkum á sjónum!
-Tað skerst ikki burtur, at hetta rakar øll, eisini prest. Vit kenna tað øll, sum vit hava mist ein av okkara, og hetta ávirkan okkara gerandisdag. Men livast skal víðari, og har haldi eg tað er so ómetaliga týdningarmikið at vera um tey, sum mist hava. Vit mugu ikki gloyma hesi fólkini, men tvørturímóti uppsøkja tey og vera saman við teimum sum vit onnur fólk.
Jógvan Fríðriksson vísir tó á, at tað kemst ikki uttan um, at tað eru tey, sum mist hava, ið sjálvi mugu arbeiða seg gjøgnum sjálva sorgina. Men tað kann hjálpa teimum, at onnur eisini vísa teimum ans.
Sjálvur heldur prestur, at fólk á Strondum hava verið ótrúliga hjálpsom. -Annars haldi eg tað er so týdningamikið at kunna tosa um hetta. Tað er ógvuliga umráðandi, at vit ikki fortrongja hetta, men tosa opið út um tað. Roynir tú at fortrongja hetta, so kann tað seta seg fast og gera enn størri mein.
Jógvan sigur víðari, at tá fólk doyggja, so gera summi avvarðandi tað, at tey leypa sorgartíðina um. Tað er ikki rætti mátin, tí tað kann koma aftur um brekku seinni.
-Um tú fortrongir sorgina, so ger tú eisini tað við tey mongu góðu minni, tú hevur um tey, sum farin eru.
Jógvan Fríðriksson sigur víðari, at tey, sum mist hava ein av sínum kæru, vilja innast inni fegin tosa um alt hetta. Kanska mest at kunna síggja veruleikan í eyguni, at tað er nakað, sum er hent.
Sum prestur hevur Jógvan eisini til uppgávu at tosa við øll tey, sum mist hava. Her er orðið altavgerandi. Tað er sjálvt grundstøðið í arbeiðinum hjá einum presti.
-Men har mást tú sum prestur tó skilja millum hetta at prædikka og so at tosa við fólk. Mínar royndir eru, at tann óbeinleiðís prædikan er tann besta prædikan: at tú er tað, tú ert, bæði við tínar styrki og við tínum veikleika.