Kyndlakvinnur brúktu tíggju minuttir at avgera

Hondbóltur: Kyndlakvinnur brúktu fyrstu tíggju minuttirnar av seinna hálvleiki til at vinna sær greiða leiðslu. So raknaði VÍF við, men ov seint var

Tað var sum so ikki tann stóri munurin á kvinnuliðunum hjá Kyndli og VÍF, sum spældu í høllini á Hálsi sunnudagin. Í øllum førum ikki í fyrra hálvleiki, sum Kyndil vann 15-11 uttan at vera beinleiðis betra liðið. Men tað sást kortini, at her var talan um ein dyst millum føroyameistarar og uppflytarar.

Í byrjanini av seinna hálvleiki bar einki til hjá VÍF-liðnum. Bóltarnir fóru alt ov ofta út um síðulinjuna, og tað er krás hjá kontrasinnaðu Kyndlakvinnunum. Tað var eisini í hesum partinum av dystinum, at Kyndil gjørdi bart og avgjørdi alt. Støðan í hálvleikssteðginum var sum nevnt 15-11 til Kyndil, men tað gingu tíggju minuttir av seinna hálvleiki, áðrenn VÍF fekk skorað aftur (upp á brotskast). Tá hevði Kyndil longu skorað fimm ferðir og var komið upp á 20-11, og so var einki meir at spæla um.

Vestmannaliðið tók seg nøkur mál inn aftur á Kyndil, men tær megnaðu ongantíð aftur at hótta heimaliðið, sum var á odda 25-19, tá fimm minuttir vóru eftir, og sum at enda vann 25-22.

Hjá VÍF var tað sum vant Ioana Rapa, sum tók tyngstu tøkini. Hon skeyt 13 av teimum 22 málunum hjá liðnum, og tað er greitt, at uttan hana var VÍF ikki komið so væl frá byrjanini, sum tær eru. Nú taptu tær fyri fyrstu ferð, og so er spurningurin, hvussu tað fer at ávirka tær. Tað skuldi ikki fingið tær niður við nakkanum, tí hóast tað er rumenski skarpskjúttin, sum skjýtur flestu málini, hevur liðið eisini aðrar góðar spælarar, eitt nú Jacklin Durhuus, sum skeyt fimm mál móti gamla liðnum hjá sær. Men tað er greitt, at breiddin hjá VÍF ikki er so stór sum hjá eitt nú Kyndli, sum hevur ein stóran hóp, og sum eisini hevur fleiri royndir enn liðið úr Vestmanna.

Hjá Kyndli spældi Lotte Sørensen enn einaferð ein sentralan leiklut og skeyt 10 mál. Ann Hansen fekk eisini gongd á málskjótingina hesaferð og kom upp á seks mál. Kyndil er nú farið at líkjast tí, sum tað var í fjør, og komandi vikuskiftið verður spenningurin í hæddini, tí tá hittast havnarliðini bæði Kyndil og Neistin. Neistakvinnur hava vunnið alt higartil, men taptu rættiliga sannførandi móti Kyndli í Café Natúr Cup vikuna áðrenn kappingin byrjaði. Sum nú er, sær kappingin í ár út til fyrst og fremst at gerast ein kapping millum júst hesi bæði liðini. VÍF og Stjørnan hava snávað móti hesum liðunum, og StÍF er ikki komið í gongd enn. Men nógvir dystir eru eftir at spæla, og nógv kann vera broytt, tá endaspælið byrjar aftan á nýggjár.