at tú var so keddur av, at tú ikki fekst børn, og at tú ikki fór at verða uppkallaður. Eg havi tá verið um 13 ára gomul, og eg lovaði tær, at um eg fekk børn, so skuldi eg kalla teg upp. Tá Jóna 9 ár seinni [...] bara vit ikki sótu ov leingi. Tosaði mest um sjúkur og at vit skuldu ikki mussa teg, tí tú kundi smitta okkum. Men hetta helt okkum ikki burtur. Eg havi, sum míni foreldur, altíð havt børnini við at vitja [...] og fekk eg longu sum smágenta innlit í, at tað eru summi fólk, sum ikki hava tað gott. At vera sjúkur í sálini er ikki lætt. Tú var tá so mikið frískur, at vit kundu sita og tosa saman, og eg minnist serliga
Føroyum, so síggi eg, at eg eri broyttur so yvirdrivið nógv, at eg ikki kann ímynda meg sjálvan sum ein, ið altíð hevði búð í Føroyum. Eg veit ikki, hvør eg hevði verið, sigur hann. Hann vísir á, at tá ein [...] samfelag og ikki bara búskaparliga. Ein føroyingur, ið fer at nema sær útbúgving uttanlands, fær nógv meiri enn bara eina útbúgving, sigur Rógvi Olavson. - Tá eg hugsi aftur á tíðina, áðrenn eg fór úr Føroyum [...] fólk ikki trívast í einum fjarskotnum samfelag. - Hvar tú ert er líkamikið, um tú bara kanst flúgva til flestu stórbýir í Evropa upp á undir tríggjar tímar. Har er prísurin altavgerandi. Tað er ikki vist
minnir fyri lívið. Sum vaksin havi eg havt mangar góðar samtalur við teg, omma. Tú fekst meg altíð til at flenna, tú ballaði onki inn, men segði alt júst sum tað var. Eg elskaði eisini at føla tínar lekru [...] støði. Tú helt teg altíð ajour við tí, ið hendi. Skilji ikki, at tit ikki longur eru her hjá okkum, og fari helst ongantíð at skilja tað. Aldri fari eg aftur at hoyra vælkendu røddir tykkara her á foldum, [...] grátandi hjarta. Ikki kundi ein ynskt sær eina betri ommu og ein betri abba enn tykkum. Unnist mær at gerast omma einaferð fara tit at verða fyrimyndir mínar, sum eg kann hava við í viðførinum til komandi ættarlið
hann spurdi um eg ikki kom við til Árnafjarðar, tá teir vóru lidnir at landa. Tunnilin varð ikki komin, so farast mátti um Áarskarð, tað var fyrstu ferð eg var í Árnafirði. Fyrstu ferð eg var á Slættanesi [...] systrini at hjálpa til at passa stóra húskið, og búði har til hon andaðist í 1987, 87 ára gomul. Sivar hevði eitt langt og virkið lív. Sum ungur gekk hann við posti, fór síðani til skips, og var eisini [...] farin, er eingin eftir. Sum oftast hevði hann okkurt gott til børnini, og tey eru mong, sum minnast seg hava fingið eitt oyra frá Sivari. Einaferð eg var staddur í Klaksvík, lá Pollur á Stongunum og landaði
telefonina. ?-Tað mest reiðiliga er at tosa við fólk andlit til andlits, so ein kann siga sína hugsan. Nakrar ferðir havi eg eisini fingið høvi til at greiða fólki frá mínum arbeiði, sigur hon. ? Vibeke Hein [...] okkara ynskir sær, og sum heldur ikki erru vanligar í sambandi við revsimál, sigur hon. Men alt hevur ikki verið líka neiligt. -Tað eru eisini mong, sum hava verið jalig, og eg eri ovfarin av, at so nógv siga [...] hennara høvd, sum hon orðar tað. -Børnini vóru bangin, og hetta var ógvuliga óhugnaligt, sigur Vibeke Hein Bera við norska kringvarpið. Hon sigur, at hon fekk hóttanir andlit til andlits og ígjøgnum telefonina
– Og man kann ikki siga annað enn, at taå er fyrimyndarliga gjørt aftur í ár, sigur hann. Spurdur um høvuðsnøvn eru funnin til næsta ár sigur Rúni Djurhuus, at eitt av høvuðsnøvnunum til 2020 er longu [...] tey stóru nøvnini framføra. Vit royna altíð at ávara foreldur og børn um ikki at stilla seg fremst, og tað gjørdu vit eisini til Nick og Jay. Tað eru altíð nøkur, sum skulu úr mannamúgvuni at fáa vatn og [...] úr Bretlandi. Rúni Djurhuus leggur dent á størstu avbjóðingina at fáa børnini burtur frá pallinum, tá ið høvuðsnøvnini spæla. – Eg haldi, at Tróndur Vatnhamar var djarvur at steðga Nik og Jay, men vit
barna- og ungdómsbøkur. Tú sært ikki fremmandaorð í barnabókum, sum børnini við gleði taka til sín. Fremmandaorð eru ikki í sálmabókum, sangbókum, ja, Bíbliuni, tá talan ikki er um bíbilsku staðarnøvnini [...] gott føroyskt tilfarið er komið undan kavi, tó vit enn ikki eru komin á mál. Um stavurin c skal hava pláss í føroyska stavraðnum ella ikki, hugsi eg ikki nógv um. Eftirnavn mítt er Michelsen, har c-ið er triði [...] við móðurmálið. Eg góðtók ikki, at fremmand orð vórðu brúkt í t.d. stíli, tá ið vit eiga góð føroysk orð. Hetta skiltu næmingarnir. Eisini segði eg, at vit mugu fyri alt í verðini ikki blanda málini saman
byggisamtykt fyri friðaða økið við Sandá, er hvørki til at høgga ella stinga í. Har er tøgn. Um kirkjuráðið havi eg hug at skriva nakrar eiðir, men eg skal royna at halda aftur. Er núverandi kirkja ov lítil [...] fyri at koman niðan til húsini var frá spinnarínum og so eftir eini tiltraðkari gøtu fram við áarbakkanum. Alskurin til Sandá byrjaði longu tá. Tað var spæliplássið hjá børnum og hálvvaksnum; beint niðanfyri [...] n og nakað longur burtur var mylnuhylurin. Hendan fitta gentan og eg bygdu okkara heim her, fingu børn og hava búð her síðan. Børnini høvdu teirra spælipláss í ánni; seinni fingu tey børn, sum eisini elskaðu
jóladagarnar annars? - Ja, traditiónir eru ikki til at broyta, so vit fáa gás og dunnu bæði jólaaftan og 1. jóladag, men tað bilar einki, tí tað gleðir børnini. 2. jóladag eta vit ræst kjøt heima hjá okkum [...] allar komnar í hús? - Ja, sjálvandi geri eg tað, og tað er altíð tann stóra avbjóðingin. Í ár havi eg keypt nakrar jólagávur á netinum. Annars eru gávurnar til mannin og sonin eisini komnar í hús. Hvønn [...] stóran týdning fyri meg. Fyri meg eru jólini hátíðin, sum minnir meg á, hvat eg trúgvi, og hví vit eru her. Eg elski jól. Eg blívi so rørd og friðsæl á jólum. Hetta er eisini hátíðin, har familjan savnast
merki til fornavnið. – Eg vóni, at veljararnir verða áhugaði í, hvør hesin fýrurin er, sum stillar upp. Vónandi vilja teir fegnir vita, hvat eg sjálvur haldi. – Í hesum føri er tað Bergur og ikki Lars, [...] stríðast fyri. – ES skal heim til okkara – kanska serliga til tað ættarliðið, sum eg sjálvur eri partur av. Fyri mong ung kennist ES ótrúliga fjart, sigur hann. Bergur Løkke Rasmussen vónar, at størri innlit [...] kommunu frá 1998 til 2006. Føroyski abbin, Jákup Petersen, stillaði upp til løgtingsvalið í 2008 fyri Tjóðveldi. Langabbin, Sigurð Joensen, umboðaði Tjóðveldisflokkin í Løgtinginum frá 1958 til 1970. Og oldurabbin