Eg gerist rørd og friðsæl á jólum

- Jólini hjá okkum eru eitt sindur øðrvísi í ár, tí vit hava ein AFS-næming úr Turkalandi, sum ongantíð hevur hildið jól fyrr, sigur Anja Hartmann Wardum

 

Hvar verða jólini hildin í ár?  

- Jólini verða hildin í Havn. Jólaaftan verða vit hjá verforeldrunum í Havn, og 1. jóladag hjá mammu saman við systir míni við familju. 2. jóladag verða vit so heima í Nólsoy aftur saman við vinfólkum.

Tað sigur Anja Hartmann Wardum í Nólsoy.

Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars? 

- Ja, traditiónir eru ikki til at broyta, so vit fáa gás og dunnu bæði jólaaftan og 1. jóladag, men tað bilar einki, tí tað gleðir børnini. 2. jóladag eta vit ræst kjøt heima hjá okkum sjálvum.

Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús?  

- Ja, sjálvandi geri eg tað, og tað er altíð tann stóra avbjóðingin. Í ár havi eg keypt nakrar jólagávur á netinum. Annars eru gávurnar til mannin og sonin eisini komnar í hús.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Jólini hava stóran týdning fyri meg. Fyri meg eru jólini hátíðin, sum minnir meg á, hvat eg trúgvi, og hví vit eru her. Eg elski jól. Eg blívi so rørd og friðsæl á jólum. Hetta er eisini hátíðin, har familjan savnast og hugnar sær saman. 

Anja Hartmann Wardum sigur, at síðan tey fluttu til Nólsoyar, hava tey skift eitt sindur ímillum at halda jól í Havn og í Nólsoy. 

- Øll hava sínar siðvenjur, og alt skal sjálvandi passa saman hjá øllum, so onkuntíð kann tað verða eitt pusslispæl. Men, sum vanligt verður farið í kirkju jólaaftan áðrenn jóladøgurðan. 

Hon sigur, at tey dansa eisini jólatræ og syngja nakrar jólasangir, áðrenn tey pakka gávurnar upp. 

- Ein túrur í kirkjugarðin á grøvina hjá babba er nú eisini blivin ein siðvenja á jólum.  

Anja Hartmann Wardum vísir á, at 1. jóladagur ofta er meiri róligur og avslappandi enn jólaaftan, og vit vita hví! 

- Annars eru jólini eitt sindur øðrvísi hjá okkum í ár, tí vit hava ein AFS-næming úr Turkalandi, sum ongantíð hevur hildið jól fyrr. So tað verður spennandi. Men mítt ynski á jólum er, at øll hava tað gott og eru glað, og tað geri eg mítt til hvørji jól, leggur hon aftrat.