Minnist løtuna, sum var hon í gjár, at vit sótu heima hjá mammu og babba 1. hvítusunnudag og bíðaðu spent eftir at síggja tykkum henda góðveðursdag. Børnini runnu runt í gongini, meðan mamma og babba fyrireikaðu tað síðsta til máltíðina, ið vit øll skuldu njóta saman við tykkum báðum.Vit onnur sótu í stovuni og bíðaðu.
Brádliga hoyra vit ljóðið frá sjúkrabilum og heilt náttúrliga tonktu vit: “bara einki er hent nøkrum av okkara kæru”. Á, hvør skuldi trúð, at tað júst vóru tit, mín elskaði abbi og omma, sum vóru offur fyri einari so meiningsleysari ferðsluvanlukku!
Havi mangan ynskt, at eg kundi koyrt árið 2007 úr kalendarinum, undantikið tá sonur mín, Markus, bleiv føddur.
Tá hugurin leitar aftur til barnaárini, vekjast minnini um løturnar saman við tykkum í Fuglafirði, har vit vóru so oftani, sum smágentur. Rósa Maria og eg vóru jú í nøkur ár einastu ommu- og abbabørnini, ið tit høvdu, og tí áttu vit tykkum bæði fyri okkum sjálvar. Anna og Rita, mostrar okkara, vóru einans nøkur fá ár eldri enn vit, og at vera saman við teimum heima hjá tykkum, gjørdi bara løtuna fullkomna. Omma, eg minnist hvussu tú altíð stákaðist og borðreiddi fyri okkum við heimabakaðum bollum, køkum og góðum lystimeti. Á tann hugna, tú skapaði rundan um okkum! Abbi, okkum dámdu so væl at spæla ymisk spøl saman við tær: kortspæl, matador, ludo o.s.fr.. Altíð var tú klárur, tí tær dámdi tað eisini so væl.
Tit gjørdu tað møguligt hjá mær, einari havnargentu, at uppliva bygdalívið. Minnist hvussu stuttligt tað var at vera við at hoyggja, fletta o.a. Hetta eru minnir fyri lívið.
Sum vaksin havi eg havt mangar góðar samtalur við teg, omma. Tú fekst meg altíð til at flenna, tú ballaði onki inn, men segði alt júst sum tað var. Eg elskaði eisini at føla tínar lekru, bleytu kjálkar.
Abbi, tær dámdi so væl at diskutera eitthvørt ella samtala um okkurt nýtt sum hendi her heima ella úti í stóru verð, antin tað var á tøkniligum- ella samfelagsligum støði. Tú helt teg altíð ajour við tí, ið hendi.
Skilji ikki, at tit ikki longur eru her hjá okkum, og fari helst ongantíð at skilja tað. Aldri fari eg aftur at hoyra vælkendu røddir tykkara her á foldum, men minnið um tykkum fer altíð at búgva í mínum grátandi hjarta.
Ikki kundi ein ynskt sær eina betri ommu og ein betri abba enn tykkum. Unnist mær at gerast omma einaferð fara tit at verða fyrimyndir mínar, sum eg kann hava við í viðførinum til komandi ættarlið.
Góða Rosa omma og Ditleif abbi – Takk fyri alt.
Durita