– Við starvsfólkum vóru yvir 6.000 fólk í Vágsbotni. Eg haldi, at fólk skikkaðu sær væl, og at vit eiga ein deiligan ungdóm, sigur Rúni Djurhuus, ein av fyrireikarunum.
– Tó hava vit eina avbjóðing við at tað koma ov nógv børn fram at pallinum, tá tey stóru nøvnini framføra. Vit royna altíð at ávara foreldur og børn um ikki at stilla seg fremst, og tað gjørdu vit eisini til Nick og Jay. Tað eru altíð nøkur, sum skulu úr mannamúgvuni at fáa vatn og hjálp, sigur Rúni Djurhuus og heldur fram:
– Sum oftast bara fyri at faa luft. Og samarittanir gera arbeiði og Voxbont nógv lættari fyri okkum. Uttan teir so var Voxbotn ikki tað sama. Vit mugu næsta ár vera enn meira áti og upplýsa foreldur og børn um álvaran í hesum, sigur hann.
– Tað hevur hjálpt ein heilan deil, at Eta nú brúkar endurnýtslugløs, tað hevur ongantíð verið so ruddiligt, sum í ár. Tað sást eisini klokkan 10-11 í morgun, tí tá var næstan alt ruddað.
Rúni Djurhus sigur, at tað eru fólk frá Neistanum, sum gera tað mesta av ruddingararbeiðinum saman við TK, ÍA og Eta.
– Og man kann ikki siga annað enn, at taå er fyrimyndarliga gjørt aftur í ár, sigur hann.
Spurdur um høvuðsnøvn eru funnin til næsta ár sigur Rúni Djurhuus, at eitt av høvuðsnøvnunum til 2020 er longu bookað, og er tað úr Bretlandi.
Rúni Djurhuus leggur dent á størstu avbjóðingina at fáa børnini burtur frá pallinum, tá ið høvuðsnøvnini spæla.
– Eg haldi, at Tróndur Vatnhamar var djarvur at steðga Nik og Jay, men vit seta trygdina í fremstu røð – áðrenn skaðin hendir ~og tað sá út til at rigga, sigur Rúni Djurhuus.