Rógvi Olavson er 31 ára gamal, hevur ein mastergrad í mentan og samfelag frá London School of Economics, umframt ein yvirbygnað í politiskum samskifti og leiðslu frá Copenhagen Business School. Rógvi býr í Keypmannahavn, men arbeiðir í summar á Kringvarpi Føroya. Hann hevur nú verið útiseti í 11 ár.
Sum so mong onnur útjaðarasamfeløg, stríðast eisini Føroyar við fólkafráflyting av teimum ungu. Mong meina, at loysnin er at hava føroyskt universitet og hægri lærustovnar, so at teimum ungu ongantíð tørvar at fara av landinum. Rógvi Olavson er tó bangin fyri, at vit á hendan hátt kunnu missa nakað týdningarmikið, nemliga tær upplivingar, tey lesandi fáa uttanlands.
- Um eingin nakrantíð fór uttanlands, so høvdu vit verið eitt fátækari samfelag og ikki bara búskaparliga. Ein føroyingur, ið fer at nema sær útbúgving uttanlands, fær nógv meiri enn bara eina útbúgving, sigur Rógvi Olavson.
- Tá eg hugsi aftur á tíðina, áðrenn eg fór úr Føroyum, so síggi eg, at eg eri broyttur so yvirdrivið nógv, at eg ikki kann ímynda meg sjálvan sum ein, ið altíð hevði búð í Føroyum. Eg veit ikki, hvør eg hevði verið, sigur hann.
Hann vísir á, at tá ein føroyingur fer av landinum at lesa ella starvast, so missir føroyska samfelagið, við fyrsta eygnakast, nakað av arbeiðskraft. Men í einum longri útliti, so kemur viðkomandi aftur við innlitum, ið hann hevur nomið sær, út yvir sína útbúgving, ið vilja vera virðismikil fyri samfelagið.
- Virði í, at fólk fara út, er, at tey, vónandi, koma aftur við nøkrum nýggjum, onkrum mentanarligum, andaligum ella búskaparligum ískoyti til føroyska samfelagið. Virði hjá útisetanum eru upplivingarnar, sum hann ómøguliga kundi fingið í Føroyum, og sum kunnu umsetast til onkran búskaparligan, sosialan, mentanarligan ella andaligan kapital ella virði. Okkurt, sum ger fólk í hesum samfelagnum ríkari. Tey hava havt upplivingar og gjørt niðurstøður, sum tey ikki høvdu kunna gjørt í Føroyum, niðurstøður, sum kunnu hava eitt virði í føroyska samfelagnum.
Er nakað minstamark ella evstamark fyri, hvussu leingi ein skal vera uttanlands? Vit eru samdir um, at tað er týdningarmikið at vera so leingi burtur, at ein líkasum brýtur eitt sindur út úr tí føroyska, men, sigur hann, jú longri ein er vekk, jú meiri virði missir føroyska samfelagið. Her hugsar hann bæði um, at tað er verri, at gerast partur av føroyska samfelagnum aftur, jú longri ein er burtur, umframt at um ein nýtir tjúgu ár av sínum lívi í arbeiði uttanlanda, so eru tað tjúgu ár minni at nýta í Føroyum.
Føroyska samleikakenslan varandi
Kennir ein seg enn sum føroying eftir so nógv ár? Ja, sigur Rógvi Olavson.
- Vit gjørdu eina kanning millum føroyskar útisetar í Bretlandi. Hon vísti, at føroyska samleikakenslan ikki minkar við tíðini. Hon vísti eisini, at bretska samleikakenslan veksir við tíðini, men uttan at tann føroyska minkar. Man kann altso hava fleiri løg av samleikum, eisini tjóðskaparligum.
Tað tykist, sum at málið er ein sera týdningarmikil partur av føroyska samleikanum, heldur hann áfram. Málið er á ein hátt holdliggerðingin av føroyska samleikanum.
- Eg kann ímynda mær, at um ein ikki tosar málið eina tíð, um ein missir føroyska málið, so verður torført at halda fast upp á føroyska samleikan, sigur Rógvi Olavson.
Ferðaseðlaprísirnir mugu lækkast
Hvussu hevur tú hildið fast við tín føroyska samleika?
- Feriurnar halda føroyingin í mær við líka. Tær hava alt at siga, fyri at hurðin stendur opin at flyta heim aftur til Føroya, sigur Rógvi Olavson.
Hann sigur, at á hesum økinum hevur ferðastuðulin, ið verður latin teimum lesandi, verið ómetaliga týdningarmikil. Samstundis metir hann, at ein tann týdningarmesta avbjóðingin hjá føroyska samfelagnum, eru høgu ferðaseðlaprísirnir.
- Um ein hevur tvey børn, verður ferðin heim til Føroya sera dýr, og hjá nógvum verður tað tá ov dýrt at fara heim til jóla. Hetta er stórt spell, sigur Rógvi Olavson, tí tað er tíðin í Føroyum, sum styrkir føroyska samleikan hjá børnunum.
- Mær dámar væl Keypmannahavn, men mær dámar ómetaliga væl, at kunna fara til Stockholm ella London bíliga og skjótt. Geografiska frástøðan er ikki tann týdningarmesta, men prísirnir.
Hann heldur, at hetta kann vera besti mátin at fyribyrgja hesum, sum fólk kalla “ø-kulde,” at fólk ikki trívast í einum fjarskotnum samfelag.
- Hvar tú ert er líkamikið, um tú bara kanst flúgva til flestu stórbýir í Evropa upp á undir tríggjar tímar. Har er prísurin altavgerandi. Tað er ikki vist, at tú veruliga gert tað, men tað er sera týdningarmikið, at tú følir, at tú kanst hoppa í flúgvaran og fara eitt vikuskifti til Prag, um tú hevur hug.
At fáa børn broytir alt
Rógvi Olavson bleiv pápi fyri fýra árum síðani og hann sigur, at hetta broytti nógv í hansara hugaheimi. Tá byrjaði hann av álvara at hugsa um at flyta aftur til Føroya.
- Ein hugsar nógv um børnini. Verða tey føroyingar? Fáa tey eina aðra mentan enn ein sjálvur, spyr Rógvi Olavson.
- Ein vil gjarna tryggja teimum ein góðan uppvøkstur, og um ein hevur havt ein slíkan sjálvur, er nátúrligt at ynskja at ala børnini upp í somu umstøðum. Tí leitar man aftur til heimplássið, til spæliplássið, ein sjálvur spældi á, tá ein var lítil og har ein sjálvur hevði tær góðu løturnar, sigur Rógvi Olavson at enda.









