og ongantíð hava amerikanskar tilstandir í heilsumálum. Nýggi sjúkrahúsbygningurin er ein stór, men neyðug íløga í sjúkrahús-verk Føroya fólks. Tað er ein íløga í framtíðina, eitt herðaklapp til tolnu og [...] parturin av Landssjúkrahúsinum, sum júst er tikin í nýtslu, er millum allarstørstu stakíløgur hjá almennu Føroyum nakrantíð. Sjúkrahúsbygningurin tykist út í odd og egg framkomin, væl frágingin og hartil [...] at haðani verður kúrt í mong ár frameftir, meðan onnur vilja halda hesa íløgu bert vera eitt hóskandi fyribilsavdrag fyri gamlar syndir av at hava latið Landssjúkrahúsið farið í tøkniligt forfall, so
gamal fór hann út í heimin at sigla við skipum hjá reiðarínum ØK. Vestmenningar og onnur í Føroyum kenna hann sum Verner á Rógvi Hansen, men hann skifti navn til Erik, tá hann í mei mánaði í 1970 gjørdi av [...] vera seinasta ferð, hann er í Føroyum, men at hann fer at búseta seg aftur í føðilandinum er lítið, sum røkist fyri. - Mær dámar væl í USA, og mær hevur eisini altíð dámt væl í Føroyum. Men tá eg flutti [...] flyta til USA. - Eg hevði verið í USA fleiri ferðir við skipi, og mær dámdi væl. Serliga væl dámdi mær San Francisco og økið harum, og tað var har eg búi tey fyrstu 17 árini. Í San Francisco lærdi Erik seg
Nú eru jólini við at vera í nánd og ringt er at skilja pápi, at tú ikki skalt vera ímillum okkum í ár, nú vit koma heim at halda jól. Tað er ikki ein dagur, hvar tú ikki ert í mínum tonkum. Tú hevur og [...] og vilt altíð hava eitt stórt pláss í mínum hjarta. Tú bleivst borin í heim 9. oktober 1934 á Oyrarbakka, tit vóru 6 systkin har tú var nr. 4 í røðini. Bert 11 ára gamal misti tú tína mammu, Elin Mariu Andreasen [...] frískur. ? Eg veit, at tú legði alt í Harrans hond - hann sum hevði so stóran týdning í tínum lívi, og hann tú so stoltur boðaði gleðiboðskapin um. Eftir at hava verið niðri í 3 mdr. fekst tú at vita, at læknarnir
eftir, tá tú fert út við sunnara landinum. Tað eitur inn í Líðina, inn á Oyrarnar, inn í Tórmansá, inn í Langadalar, inn á Núp, inn í Tórshaga, inn í Ónavík, inn á Lopranseiði, inn til Loprara, inn á Leiti [...] Finnur Johansen Eg var barn í Vági í tríatiárunum. Foreldur míni vóru bæði lærarar har suðuri. Har vaks eg upp, gekk í skúla, og har stóð eg í læru, áðrenn eg fór burtur. Tá eg var barn gingu vit mangan [...] eyðkenni við skipunum. Sum størsta bygd í Suðuroynni við fólkaríkasta fjørð í oynni hevur Vágur altíð havt stóran týdning fyri Suðuroynna. Í mínari tíð sum barn, tað er í tríatiárunum, vóru fleiri enn 30 skip
gekk fyri uppi í mastrunum. Hann fortaldi ikki nógv, men eina ferð fortaldi hann, at hann hevði verið uppi á toppseglinum á einum skipi, Britannia, av Tvøroyri. Hon var annars søkt á bankanum í 1917. Fallið [...] nú í nøkrum Miðvikum at hava frásøgn frá Torleif Bech í Porkeri. Hann er føddur í 1930, og hann er ein av teimum, sum minnist so ótrúliga væl til. Eisini dugur hann væl at siga frá, bæði frá søgu í Porkeri [...] hann las í 54 ár út í eitt. Hann hevur sjálvsagt ikki verið fastur deknur frá byrjan av í so ungum aldri. Hvussu hann bleiv tað, hevur nakað við søguna hjá Brøðrasamkomuna, sum kom til Porkeris í undanfarnu
einsamallur búskapinum uppi í einum húsarhaldi í okkara tíð. Tí hevur hann roynt seg verkliga á øðrum mótum. Verið til skips, verið í vinnu hjá Landsverkfrøðinginum táið tunlarnir í Kalsoynni vóru boraðir [...] hetta sama árið róði hann eisini út úr Ravns Stóroy í Grønlandi. Í 1940 róði hann út av Bakkafirði í Íslandi, men Christian doyði ungur – 52 ára gamal – í 1942, tá var Rasmus fýra ára gamal, og mamman, Martina [...] íbúð, hevði mjólkineyt, fekk sær ross og smádreingirnir í bygdini vóru altíð uppi í hjá honum. Hann hevði góð evnir at halda okkum til, og vit vóru í hoyna og fjallmenn hjá honum frá tí at vit vóru so frægir
og biður góðan dag. Mær rennur í huga, at stutt hiðani endaði Johannes Kepler, um tað mundi í tænastu sum støddfrøðingur hjá Wallenstein greiva, sínar dagar í november í árinum 1630. Kepler, flogvit og [...] Aragorn og Róhans reiðmenn. Vit steðga stutt í Passau, strúka so víðari eystur móti Linz, koyra gjøgnum býin og finna eitt gistingarhús nakað uppi í fjøllunum í bygdini Gallneukirchen, hjá einum Harra Wolfsjäger [...] navnið á Gavrilo Princip, manninum sum festi í neistan, anir ófrættakent undir hugans væðing. Í mínum huga er tað tó ein annar maður, sum í heilum ger vart við seg. Í miðjum desember 1947 flýddi rumenski yrkjarin
tillaging í fiskivinnuni. Fiskivinnan er í so máta avgerandi drívkraftin í føroyskari vinnumenning. Tað er í henni, at størsta kraftin til samfelagsliga menning er komin, akkurát tí at hon hevur í hundrað [...] til suðurhavsins stóru mastodontar. Uppi í bygdini er handilskjarni. Petrina er langt síðani givin at klippa, men døturnar hava fitnessclub í handilskjarnanum. Í einum av neystunum húsast ein internetfyritøka [...] m myndli, sum hvørt mannsbarn í landinum fekk í vøggugávu. Myndilin er sára einfaldur og stendur tí eisini krútsterkur. Føroyar eru at líkna við eina lítla bygd. Niðri í fjøruni millum høg grøn fjøll liggur
Birita doyði í 1949. Elsti sonur teirra var Líggjas. Hann var føddur í 1922, og búði í mong ár í Klaksvík. Tey seinnu árini búði hann í Havnini. Líggjas doyði í 1992??. Hanna, sum í nógv ár búði í Grønlandi [...] doyði í 1970, Marin Malena, sum er fødd í 1916, býr í Sørvági, Anna Katrina, sum er fødd í 1918, býr í Leirvík, Elsa Maria ella Lisa, sum hon varð kallað, búði í Klaksvík. Hon var fødd í 1921, og hon doyði [...] Grønlandi, men sum nú í fleiri ár hevur búð í Danmark, var fødd í 1925, Anna Katrina, sum er fødd í 1927, býr í Klaksvík, og Thomasia var fødd í 1931. Hon og hennara familja fluttu í 1970 til Grønlands, og har
tað, sum tey hava avrikið í løgtinginum. Tað virkar púra hen í tað bláa í mínari verð. Eg haldi, at í fleiri førum kemur Facebook fram um orðaskiftið í løgtinginum. Og fólk hungra eftir at gera vart við [...] sum situr í tinginum nú, samanborið við tá eg kom fyrstu ferð í løgtingið í 1984, sigur Henrik Old. - Stór útskifting hevur verið hesi árini, og av øllum teimum tingfólkunum, sum vórðu vald í 1990, eri [...] ger, at tað er alt ov lítil luttøka í orðaskiftinum í tingsalinum. Gransking út í rúmdina Nú um dagarnar samtykti løgtingið, at fæið frá sjúkrakassunum skuldi koyrast í ein granskingargrunn – umleið 30 milliónir