Kapitalistiska reformasjón í fiskivinnuna

Kapitalistiska reformasjón í fiskivinnuna. Tankar, eftir at hava hildið framløgu á Vinnudegnum 2008

KRONIKKUR: Ofta er tað soleiðis, aftan á at man hevur hildið eina framløgu, fingið nøkur væl meint herðaklapp fyri verkið og práta við áhoyrarnar á veitsluni aftaná – at tá nústaðni finnur man út av, hvat man veruliga skuldi havt sagt.

Her kemur tí eitt eftirstroyggj eftir vinnudagin sjálvan.

Bygdin

Føroyskur vinnupolitikkur er rikin eftir einum búskaparligum myndli, sum hvørt mannsbarn í landinum fekk í vøggugávu.

Myndilin er sára einfaldur og stendur tí eisini krútsterkur.

Føroyar eru at líkna við eina lítla bygd. Niðri í fjøruni millum høg grøn fjøll liggur bygdin, sum umframt fáu sethúsini hevur ein handil (bygdahandilin, sum vit øll kenna hann), kirkju, fiskavirki og eitt fiskifar, sum liggur við bryggjuna í sólskininum.

Tá nógvur fiskur er at fáa, og tá fiskaprísirnir eru høgir, tá blomstrar bygdin. Manningin tjenar væl, og konurnar hava fullan arbeiðsdag á virkinum. Handilin gongur framúr væl í slíkum tíðum. Kommunan fær ráð at asfaltera og hampa um kirkjugarðin og skúlan. Petrina ger sær frisørsalong í kjallaranum.

Øvugtan veg gongur í ringum fiskiárum, og tá fiskaprísirnir eru lágir. Handilin fánar burtur, vegirnir eru ófantaligir at koyra eftir, skúlin stendur ómálaður og hømiliða vexur í kirkjugarðinum. Petrina gevst at klippa og krúlla.

Og soleiðis rekur aftur og fram. Men tað, sum drívur alt verkið er fiskiskapurin, eins og vatnið sum fær mylnuhjólið at mala. Tankin um at gera eitt perpetuum mobile – eitt ævinligt gonguverk – burtur úr hesum, er ikki so fjarur.

Tí tá tað gongur illa í fiskivinnuni – kann man so ikki spræna pengar inn í hana, so at hon líkasum kann halda lívið í restini? Altso, um tað er so, at alt hitt verður drivið fram av fiskivinnuni, so kann man jú bara skorða hana av í ringum tíðum. So koma ongantíð ringar tíðir, oder was?

Handilin og frisørsalongin í kjallaranum hjá Petrinu geva ikki sama íkast til bygdalívið, sum fiskiskipið og fiskavirkið. Heldur ikki vegarbeiðið hjá kommununi. Tey standa ikki á beinunum einsamøll, og soleiðis uppfata vit í bygdini tað eisini – vit hava bara eitt bein at standa á. Fiskivinnuna.

Illusjónin

Men hetta er alt samalt ein illusjón. Ein nasjonal misskiljing av samanhanginum.

Tað, sum vit av sonnum áttu at lært av myndlinum er hetta, at tað er fiskivinnan, sum sendir skelkir av konjunkturum gjøgnum bygdina. Allar hesar afturvendandi, men stuttlívaðu periodur av feitum árum og rakum árum, koma frá fiskaútflutninginum.

Vit eru so stuttlívað, at vit síggja grasið vaxa og følna, men vit síggja ikki træið vaxa. Vit síggja konjunkturarnar sveiggja aftur og fram, men vit síggja ikki búskapin vaxa.

Tøknilig menning

Fyri at síggja tað, mugu vit broyta myndilin.

Fyrsta myndin er, at vágin er avtakin við sluppum, sum liggja fyri íla. Inni á landi er fjøran øll sum hon er ruddað og lagað til fiskaturking. Har stendur eitt ilt av eini kirkju, men eingin skúli, eingin handil og eingin frisørur. Vegirnir eru av mold og eyri, dunnuskræpu og seyðasparli.

Næsta myndin er ein snotulig bygd. Eitt einstakt stásiligt stálskip liggur við bryggju, sum bæði fiskar og framleiðir fiskin a einum hátøkniligum arbeiðsdekki. Uppi á loftinum á fiskavirkinum er fiskasølan, sum ikki bara selur fiskin frá hesum skipinum, men fisk, sum ongantíð sæst við føroyskar strendur. Á sama lofti húsast ein fyritøka, sum mennir nýggja siglitøkni til suðurhavsins stóru mastodontar. Uppi í bygdini er handilskjarni. Petrina er langt síðani givin at klippa, men døturnar hava fitnessclub í handilskjarnanum. Í einum av neystunum húsast ein internetfyritøka, sum hevur ment altjóða portalar við informasjón um alt sum hevur við fisk, ost og vín at gera.

Hvat er hent millum myndirnar báðar?

Tøknilig menning og aftur tøknilig menning.

Fyrst í fiskiskapinum. Skilagóð marknaðarlig fiskiveiðiskipan hevur latið tøkniligu menningina í siglitøkni, fiskitøkni og organisasjón, rudda slóð fyri kapping millum reiðaríini. Í dag fiskar hetta eina stálskipið fýra ferðir so nógv, sum øll vágin full av sluppum fiskaði fyri 100 árum síðan. Fiskavirkið framleiðir álítandi trygt til tann marknað, sum søludeildin røkir.

So nógv fólk er farið úr fiskivinnuni, at við fleirfaldum fólkatali, er rúm fyri at framleiða so óluksáliga nógv annað – sumt til útflutnings og sumt til at søta heimalívið við.

Nøgd og effektivitetur

Nú tú hevur lisið seinna myndilin, átti tú at havt lært munin á teimum. Men lat meg greiða frá muninum kortini.

Munurin er, at í fyrra myndlinum fekk illusjónin okkum at gera nakrar tollutar niðurstøður. Illusjónin um, at alt ræður um stóra útflutningsinntøku og stóra inntøku í fiskivinnu.

Tað tóktist, sum at tað ráddi um at varðveita so nógv skip sum gjørligt og at fiska og tilvirka so nógv sum gjørligt. Gekk tað illa, so mátti fyri alt í verðini einki ilt henda fiskiskipunum og fiskavirkinum, tí so fór alt í hundarnar. Tað ráddi eisini um at varðveita arbeiði á fiskavirkinum til so nógvar hendur sum gjørligt.

Í seinna myndlinum er niðurstøðan ein onnur, tí har er tøkniligi og marknaðarligi framburðurin avgerandi. Í hesum førinum ræður um at lata húsagang raka tey fiskifør og tey virki, sum ikki klára seg í kappingini. Tað er ikki nøgdin av fiski og støddin av inntøku frá fiskivinnuni, sum drívur verkið. Tað, sum um ræður, er at brúka so lítið av arbeiðsorku og so lítið av kapitali sum gjørligt til at fiska og tilvirka, at arbeiðsorka og kapitalur kann fara í aðrar vinnur. Tí lata vit í seinna myndlinum eisini tøknina gera innrás á fiskavirkið, sum endar sum eitt hátøkniligt dekk í skipinum.

Kymilig tillaging

Tveir ymiskir myndlar, sum geva hvør sína niðurstøðu?

Nei, ikki heilt.

Mistakið vit gera, er at brúka ein skammstundar myndil til at gera fjarstundar niðurstøður burtur úr. Í búskaparfrøði brúka vit skammstundar konjunkturmyndlar – sum fyrra myndilin – til at gera niðurstøður um konjunkturfyribrigdi. Og so brúka vit fjarstundar myndilin til at gera niðurstøður um varandi bygnaðin av samfelagsbúskapinum.

Tú smíðar ikki marknaðarligu karmarnar um vinnuraksturin eina ferð um árið. Tað skal vera varandi verk – so varandi sum mannaverk nú einaferð eru. Tí smíða vit karmarnar eftir seinna myndlinum, har kymilig tillaging til tøkniligan framburð og broytt marknaðarkor eru avgerandi.

Skeivur leistur

Føroysk fiskivinnulóggáva er, eins og ein stórur partur av vinnuligari siðvenju og lóggávu annars, smíðað eftir skeiva leistinum.

Politikarar og fyrisiting dreiva enn í fjøruni í gamla myndlinum og stúra fyri hvussu tað skal ganga reiðarínum og fiskavirkinum, tá alt rekur ímóti. Teir laga tryggar verjugarðar rundan um fiskivinnuna, so at hon ikki skal forfarast í stormi.

Teir tryggja hvørjum siglandi skipi sín part av veiðuni, so at hvør einstøk bygd hórar undan, sjálvt um illa veit við. Manning og fiskafólk skal hava inntøku úr almenna kassanum, um lítið er at tjena, so at alt samfelagið ikki steðgar upp í ringum tíðum. Ferð eftir ferð verða illa fyrikomin skip og virki bjargað við almennum fæ, so einki ilt skal henda bygdafólkinum.

Bann verður sett at virka fisk umborð, so at virkið framhaldandi skal hava tilverurætt. Av somu ávum verður bann sett at selja ov mikið av fiski uttanlands.

Tað sleppur ikki hvør Hanus og Janus at troðka seg fram at í fiskaríi, tí nú eru stertarnir einaferð býttir so kristiliga eftir onkrum snediga hugsaðum leisti.

Og sum hetta korthús er lagað upp, ber ikki til at lata útlendingar sleppa at keypa seg inn í vinnuna. Av tveimum grundum. Partvíst tí at so fara útlendingarnir av stað við profittinum, sum annars skal lívga okkurt hús í bygdini. Og partvíst tí at tað er ógemeina ringt hjá tí almenna at forsvara, um tað skal til at bjarga útlendskari ogn við almennum fæ, tá illa vil til. Sjanneit?

Uppsteðgaður motorur

Men úrslitið er, at vit hava avlívað alt sum eitur tøkniliga og marknaðarliga tillaging í fiskivinnuni.

Fiskivinnan er í so máta avgerandi drívkraftin í føroyskari vinnumenning. Tað er í henni, at størsta kraftin til samfelagsliga menning er komin, akkurát tí at hon hevur í hundrað ár ment seg tøkniliga og marknaðarliga. Síðani Ráfiskagrunnin í 1975 og fram til lógina um vinnuligan fiskiskap í 1996, hava vit spakuliga – men effektivt – tikið lívið av samfelagsligu drívkraftini í fiskivinnuni.

Motoruruin er uppsteðgaður.

Tað kann so væl vera, at alt gongur upp á stás innan fyri verjugarðin í fiskivinnuni, men sum samfelagslig drívkraft er fiskivinnan púrasta uppsteðgað.

Fyrr enn vanlig marknaðarlig kapitalisma er fingin at virka aftur í fiskivinnuni, verða vit liggjandi fyri íla.

Fiskakrónan

Føroyar hava ikki egið gjaldoyra. Vit brúka donsku krónuna, sum er so tætt heft at evropeisku evruni, at vit saktans kunnu kalla gjaldoyrað evru.

Men upp á ein máta hava vit kortini eitt serligt føroyskt gjaldoyra. Vit kunnu kalla tað eina “fiskakrónu”, tí av útflutningsinntøkum okkara, telur fiskur meira enn helvtina.

Fyri hvørja krónu vit útflyta, kunnu vit keypa fyri eina krónu av innflutningi.

Tess minni av landsins tøka tilfeingi av arbeiðstímum, vit brúka til at framleiða fyri eina krónu av útflutningi, kann man siga at føroyska gjaldoyra styrkist mótvegis útlendska gjaldoyranum. Tess meira kunnu vit innflyta fyri hvønn arbeiddan tíma. Og tað vil uppaftur siga, at tess effektivari øll vinna er – men serliga fiskivinnan – tess sterkari er føroyska krónan. Fiskakrónan, altso.

Tað ræður tí ikki mest um at framleiða so nógvan útflutning sum gjørligt, men heldur at framleiða útflutningin so effektivt sum gjørligt. At framleiða hann við so lítlum kostnaði av arbeiðstímum sum gjørligt.

Og í so máta er tað ikki so áhugavert, hvat tað er, sum vit útflyta. Bara tað gevur so nógvar krónur sum gjørligt fyri hvønn arbeiðstíma.

Man kann tí eisini siga, at galdandi fiskivinnulóggáva ger serføroyska gjaldoyrað veikari.

Falløxin góða

Fáa vit ikki marknaðarligar reglur inn aftur í fiskiskap, og fáa vit ikki brotið niður aftur verjugarðarnar rundan um verandi reiðarí og virkir og sett beinharðar kappingarreglur í gildi, so slóknar avgerandi motorurin í búskapinum.

Píska vit ikki føroyskar fiskivinnufyritøkur til at vinda so nógv burtur úr fiskinum, sum til ber, so forkoma vit øllum búskaparligum framburði í landinum.

Tøknilig menning hendir ikki av sær sjálvari. Undir kapitalismuni er bert ein máti at fáa fyritøkurnar at kýta seg til at gera sítt allar, allar besta. Og tað er beinhørð og eirindarleys kapping. Gert tú stór mistøk og sovnar við stýrisvørlin í fyritøkuni, so skal konkurslógin sum falløxin kvetta høvdið av tær.

Bara upp á hendan mátan fáa vit tøkniliga menning til at gagnnýta hvønn evarska lítla proteinstrong úr fiskinum. Bara upp á hendan mátan fáa vit ein fiskiskap og eina fiskivinnu, sum skapar framburð og styrkir gjaldoyrað.

Skommin er okkara

Tað er skomm at hoyra stjóran í Kovanum gremja seg um, at føroysk reiðarí ikki fáast til at taka livur og rogn úr fiskinum. Ikki hansara skomm, men okkara skomm. Tí vit hava skipað eina steinsovnaða fiskivinnu, sum nemliga ikki kýtir seg til at vinda hvørt tað einasta snikuta DNA úr fiskinum.

Tað er skomm at hoyra stjóran í Kjølbro snara og snúgva sær undan at svara, um Røkke ikki eigur skipið, teir fiska við. Ikki hansara skomm, men okkara skomm. Tí vit hava sett bann fyri, at útlendskur kapitalur sleppur at draga orku, tøkni, management og marknaðarsnildir inn í føroyska fiskivinnu.

Tað er skomm at hoyra reiðaríini gremja seg um at fiskidagarnir minka. Ikki teirra skomm, men okkara. Tí vit hava gyrt verandi skip inni í eini gyrðing, sum meira er at kalla pedagogiskur barnagarður enn modernað, beinhørð og eirindaleys kapitalisma. Teir skulu ikki gremja seg um nakað sum helst, men spentir fara til verka at draga so nógvar fiskidagar undan hvørjum øðrum, sum gjørligt. Til hinir liggja sperdir eftir á, tí at tú vart snildastur, treiskastur, mest óræddur, best fíggjaður, best rikin og mest fanansaktigur.

Tað er ikki bara skomm, men katastrofal skomm, at politikararnir hava skotið trupulleikan út til 2018 og saltað málið í nevndarkaggan.

Tað hevur ongan týdning um flokkarnir eru loysinga ella sambandsflokkar. Tað hevur ongan týdning um teir eru sosialdemokratiskir ella borgarligir. Tí samfelagið er og verður kapitalistiskt. Undir danskari krúnu ella sum sjálvstøðug tjóð.

Fáa vit ikki púra ráa marknaðarliga kapitalismu inn í fiskivinnuna, dragnar bara alt meira millum okkum og onnur lond. Og tað eru vit, sum verða eftirbáturin.