Nýtt sjúkrahús og hvat so?

- Samtíðin og væntandi eisini framtíðin hevur tað í sær, at flestallir føroyingar byrja og enda sínar dagar á sjúkrahúsi, fólk liva vanliga leingi og nógv tørva á lívsleiðini ábøtur fyri heilsuna. Tá tað leikar á hjá okkum, verður tað fatað sum ein sjálvfylgja, at heilsuverkið stendur fult tilbúgvið at dugna okkum, og er hjálpin ókeypis fyri tann, sum vanlagnan rakar, tí er tað nakað, sum vit eru og eiga at vera samhaldsføst um, so er tað saman, eitt nú yvir skattabilettina, at taka heilsuliga hond um hvønn annan.
Vit skulu ikki og ongantíð hava amerikanskar tilstandir í heilsumálum skrivar Eyðun Joensen í Tinghellukronikkini ídag

Eyðun Joensen
?????????????

Nýggi parturin av Landssjúkrahúsinum, sum júst er tikin í nýtslu, er millum allarstørstu stakíløgur hjá almennu Føroyum nakrantíð.
Sjúkrahúsbygningurin tykist út í odd og egg framkomin, væl frágingin og hartil stásiligur.
Onkur heldur, at nú kom so umsíðir túrurin at dugna Landssjúkrahúsinum so dyggiliga, at haðani verður kúrt í mong ár frameftir, meðan onnur vilja halda hesa íløgu bert vera eitt hóskandi fyribilsavdrag fyri gamlar syndir av at hava latið Landssjúkrahúsið farið í tøkniligt forfall, so niðurslitið og forsømt alt hitt gamla var vorðið av væntandi politiskum fyriliti og játtanum til meginsjúkrahúsið.
Det koster at væra kar, og tað er sum við brendum tonnum: fyrst líkasæla og vanrøkt, og tá tað ikki verður tikið hond um so hvørt, gerst umsíðir galin endi, og totalrenovering er altíð dýr.
Sjálvur havi eg ongantíð ivast í neyvum sambandi millum arbeiðs/liviumstøður og avrik/trivna. Hatta vita fólk, sum røkja síni vinnutól væl ella endurnýggja tey so hvørt, eins og familjur kenna tað í góðum virkisárum at ognast egið býli. Tá var einki óført, og vit royndu at fara væl um og at taka hond í so hvørt, tí tað var okkara og kendist sum ein partur av okkara samleika.
Sjálvur kom eg tíðliga í sjeytiárunum at starvast á tí tá nýbygda stásiliga Statshospitalinum, seinri psykiatrisku deild, eins og vit sum familja um somu tíð vóru millum tey allarfyrstu at fáa fyribilsbýli í nýggju starvsfólkabygningunum.
Tað var eitt serligt dámligt huglag millum bæði starvs- og búfólk at vera í slíkum nýggjum og stásiligum umhvørvi, og tað eg minnist vóru fólk yvirhøvur íðin og vælhýrd, fóru væl um og vóru góð við bæði arbeiðsumstøður og býli.
Men sum flestøllum seinri kunnugt vísti byggiverkið seg skjótt at vera stak illa frágingið.
Tað lak í eyri og seyri, og tað geys illa.Timburverkið rotnaði, og betongið datt sundur.
Men tað var jú lutfalsliga nýtt byggjarí, og tá byggiharrin og ánarin (danska innanríkismálaráðið) var so fjart av landi skotin, var forstáilsi fyri ábótum og endurgerð so sum so, og tá føroyingar sjálvir einki áttu í herligheitunum, kundi ikki roknast við munandi góðari hond haðani.
Úrslitið gjørdist skjótt eitt umfatandi forfall.
Tað gingu tó bert fá ár, til danir lótu føroyingar yvirtaka heila molevittið, mær vitandi púra ókeypis.
Við fullum ognar- og ræðisrætti skuldi ein nú trúð, at vend kom í órøktina, tí nú var alt hettar okkara egna og ábyrgdin við. Nakað er gjøgnum árini pjøssað uppá, kanska eisini fyri at sissa almennar heilsu- og trygdarmyndugleikar, men neyvan nóg mikið í mun til tað áhaldandi slitið og forfallið, og hvussu slummið síðani man hava ávirkað bæði starvsfólk og búfólk, skulu gudarnir vita.
Farna landsstýrið umhugsaði eitt skifti at selja privatum nakrar av íbúðarbygningunum til tess at útvega kapital til at bøta upp á aðrar, men tá tað varð ivast í, um nakað líkinda boð fekst fyri hesar bygn-ingar, varð ætlanin tá helst slept, men nú umhugsar so verandi landsstýrið aftur at selja, m.a. fyri at sleppa sær undan viðlíkahalds-skyldunum.
Væl vóru tíðirnar í nítiárunum soltnar, tó máti skal vera við.
Minnist afturá, at vit altíð gáðaðu um verðurvánirnar, og kom hann vestaneftir við avfalli, breiddu vit løk út í vindeygakarmarnar á vestursíðuni, og varð hinvegin vátveður av eystri, vóru løkini flutt eysturum. Tað fall okkum bert natúrligt og sum at skálka til umborð a skipi.
Eitt skifti lak tað illa við ódámligari evju omanyvir høvdini á okkum á tí psykiatriska komandosentralinum, har vit fleiri ferðir um dagin møttu til ráðleggingarfund.
Tekjan varð tett, bjálv-ingin skift og 2 av íalt 8 loftsplátum skiftar út, og umsíðir kom so dagurin, tá málast skuldi afturíaftur illitta vatnskaðan, men nei, tann neyðars málarin hevði bert fingið játtað máling til hesar somu 2 endurgjørdu loftspláturnar. Tað sjónliga estetiska málaraúrslitið kunnu so fólk sjálvi ímynda sær, og mær kunnugt lekur tað forrestin enn.
Hettar skal ikki fatast sum tað bera grenj, men sum ein áminning til umsiting og játtandi myndug-leikar um týdningin av, at tað verður farið væl um og tikið hond um til botns so hvørt, tí í longdini er tað dýrast bara at lata standa til ella pjøssa uppá.
Og so er tað hin ikki minni týðandi síðan av málinum, hetta at brúkarin varðveitir sína tilvitsku um, at hetta er mítt og okkara arbeiðs- ella bústaður, sum øll seta eina æru í at fara væl um og eru góð við sum sítt egna.
Konsummentanin um bara at keypa nýtt, fara illa um, blaka burtur fyri síðani bara at útvega nýtt aftur, hevur verið nógv útbreidd í okkara samtíð, men tað er skuldin samsvarandi eisini.
Menning og tíðarrák eru onnur gandaorð uppi í tíðini, og rætt er tað, at tøknin mennist við rúkandi ferð, og tað ræður um at fylgja við og ikki gerast eftirbátur.
Men kortini loysir tað seg eisini at fara væl um tað, sum kann brúkast yvir eitt longri tíðarskeið.
Eitt talandi dømi eru øll línuskipini, eini 60-70 í tali, sum komu til Føroya nýbygd í sekstiárunum.
Tey vóru fíggjað yvir 10 ár og bygd til at skula halda sama áramál, men enn, 40 ár seinri, virka eini tíggju av hesum edlu skipum eftir sum tey samanumtikið frægast lønsomu og arbeiðsskapandi í føroyskari fiskivinnu.
Væl eru tey allarflestu umsíðir umbøtt og nútímansgjørd, men minnist meg rætt, trallar í hvussu er eitt enn við somu 45-ára gomlu høvuðsmaskinu, hevur áhaldandi positivt rakstrarúrslit og er trygt inntøkugrundarlag hjá eini 20 familjum..
Giti, at har er eisini farið væl um, og menn eru bæði góðir við og stoltir av sínum gamla og framvegis fult nýtiliga arbeiðsplássi.
Verður so farið yvir aftur til heilsuverkið, so er hugburðurin manna millum eins og hjá politikarum munandi broyttur betra vegin. Tað sýntis leingi, sum um sjúkrahúsið ongan góðan átti, tað materiella afturúrsiglt og arbeiðsfólkið niðurslitið og til tíðir enn tá eisini háðað, men vit vóru so nøkur, sum áhaldandi talaðu at, og kanska hevur tað kortini munað, kanska. Og sjálvur søkk eg í neyðini so djúpt sum at flætta onkra illbøn uppí mína aftanbøn um at lata politikarar og umsiting smakka sjúkrahúsverkið. Annars lótu merkiliga fá alment við seg koma,men tilvitskan virkar ofta eitt sindur seinri.
Samtíðin og væntandi eisini framtíðin hevur tað í sær, at flestallir føroyingar byrja og enda sínar dagar á sjúkrahúsi, fólk liva vanliga leingi og nógv tørva á lívsleiðini ábøtur fyri heilsuna. Tá tað leikar á hjá okkum, verður tað fatað sum ein sjálvfylgja, at heilsuverkið stendur fult tilbúgvið at dugna okkum, og er hjálpin ókeypis fyri tann, sum vanlagnan rakar, tí er tað nakað, sum vit eru og eiga at vera samhaldsføst um, so er tað saman, eitt nú yvir skattabilettina, at taka heilsuliga hond um hvønn annan.
Vit skulu ikki og ongantíð hava amerikanskar tilstandir í heilsumálum.
Nýggi sjúkrahúsbygningurin er ein stór, men neyðug íløga í sjúkrahús-verk Føroya fólks.
Tað er ein íløga í framtíðina, eitt herðaklapp til tolnu og trúgvu starvsfólkini og brúkaran við og í síðsta enda ein sjálvgivin, stórfingin fólkagáva frá skattgjaldaranum.
Tískil vara vit øll somul av hesi stóru íløgu, sum vit og eftirkomarar okkara forrestin hesuferð sjálvi bløða fyri, og so mikið meira skuldi ábyrgdin okkara allra verið at fara væl um og hjá fyrisiting og politiska myndugleikanum at læra av farnum mistøkum og ikki lata hesa stórbæru íløgu fara í rot og órøkt.
Og so skulu vit eisini minnast til, at sum hóskandi startkapital og møgu-ðliga viðurkenning fyri áður framdar svárar skerjingar, so hava okkara politikarar hesuferð sloppið sjúkrahúsunum undan tí 10% niðurskurði av peningaligum tilfangi, sum aðrir almennir stovnar nú hava fingið at dragast við. Eisini tað forpliktar sjúkrahúsfyrisitingina og starvsfólkið mótvegis tí samhaldsfasta almenna.
Og verri er tað so ikki, at landsstýrið um somu leið spílar seg út við ymsum fólksligum ætlanum og átøkum fólkaheilsuni at frama, sum væl kann koma at minka um framtíðartrýstið og slitið á nýbygningin og sjúkrahúsverkið í síni heild.