kemur. Triði møguleikin er, at vit kortini fáa eina eykajáttanarlóg, sum minkar um avlopið hjá landskassanum, og satt at siga, so rokni eg við, at tað verður júst tað, sum fer at henda, tí annars slitnar [...] um Tórbjørn kundi lova, at hann ikki fór at atkvøða fyri nakrari eykajáttanarlóg í komandi ári. Tórbjørn svaraði soleiðis: ?Eg fari at atkvøða fyri eykajáttanarlógum um so er, at tær eru útreiðsluneutralar [...] spurdi síðani, um hetta merkti, at hann ikki fór at atkvøða fyri eykajáttanarlógum sum vóru ein beinleiðis útreiðsla hjá landskassanum, og Tórbjørn svaraði: ?Nei tað vænti eg ikki?. Hetta er sera áhugavert
teimum betingilsum, at um eg ummælti hana, skuldi eg sleppa at eiga hana fyri onki. Hetta er tó ikki einasta orsøk til, at eg havi valt at fara undir at siga nøkur skerd orð. Tí hetta er veruliga ein bók [...] skrivarin, at »jú fleiri misskilja meg, tess betri tími eg at skriva«, ella okkurt, ið líkist hesum. Sjálvur vil eg siga, at eg haldi meg skilja Tórodd, men eg vóni ikki, at hetta fer at fáa mannin at gevast [...] meg hvat at ummæla er« »tað er at ræðast beini í fiskinum« Tað er ein sonn fragd at síggja, hvussu leikurin inni í, rundan um og ímillum málið ferðast í bókini. Hon stinkar langan veg av, at høvundurin
deyðagrasinum, men tá ið Skúla Jákup fór at lesa lesturin til jólakvøld, løgdu vættrarnar seg út á takskeggið uppi við innvikaða durin fyri at hoyra hvat Jákup hevði at siga hesum kátu smáfólkum, sum jólakvøld [...] pannuna og sat nú á herðunum á Fíu og lýddi henni okkurt í oyrað. Hon lat eyguni renna eftir hesum fitta, forniska skapningi. Tað sást tíðiliga, at tey kendust. Eingin ivi var um, at hetta var Steinavætturin [...] og ved alle ting er skabt, forlod denne herlighed og steg til det fornedrede liv på en jord, hvis fyrste er djævelen... Skúlavætturin leyp niður á lestrarfjølina at sita til reiðar at lofta brillunum hjá
Fyrireikararnir siga, at í føroyskum tónleikahøpi, kann onki samanberast við Frændur, sum í meir enn fjórðingsøld hava bergtikið áhoyrararnar við landaplágu eftir landaplágu. Bólkurin er ?still going strong [...] strong? og verður tað eitt satt brak av einum dansi, lova fyrireikararnir. Føstulávint verður tá og í tí sambandi er dansurin eisini grýludansur, har tann vakrasta og tann ljótasta grýlan fáa eina gávu
Eg haldi, at eg var við hús. Eg plagdi at hyggja rættiliga nógv at BBC og CNN, so tað er allarhelst har, eg frætti deyðsboðini. Man bleiv skelkaður av tí. Tað var so óvæntað, og eg minnist, at kona mín [...] mundi, so hon merkti tað heilt tætt upp at lívinum. Hon ringdi eisini heim og greiddi frá, hvussu tað var at vera har. Tað var sera harmiligt og stórt spell, at hon skuldi fara soleiðis. Eg minnist hana [...] Eisini fyri hennara leiklut í bardaganum móti AIDS og at fáa beint landminurnar burtur. Hon gjørdi eina stóra samfelagstænastu, má man siga. Eg sat ikki og fylgdi við í sjónvarpinum tann dagin, hon varð
Suðuroy, ynskir ikki at gera viðmerkingar sjálvt reyða kortið. Hann harmast tó, at FC Suðuroy aftur hevur fingið eitt leikbann. - Hvørt leikbann hevur kostað okkum nógv. Eg tori at siga, at vit høvdu verið [...] Høgni Madsen fekk beinleiðis reytt, eftir at dysturin á Argjum var liðugur. Hetta fyri ósømiligan málburð. Hann sat uttanfyri móti Víkingi, og í vikuni bleiv greitt, at leikbannið verður fyri tveir dystir. [...] Suðuroy. FC Suðuroy spælir sunnudagin móti ÍF í Vági. FC Suðuroy skal vinna dystin, fyri at hava ein møguleika at yvirliva.
veit satt at siga ikki, hvør stýrir hesum, sigur Tórbjørn Jacobsen. – Eingin veit heldur, hvar hesir springararnir eru farnir, teir eru bara farnir onkustaðni, sigur hann. Tórbjørn Jacobsen sigur, at tá [...] tá talan er um grind, so er tað kommunan, sum tekur upp eftir grindadráp. Tvær hvalvágir eru í kommununi, Skálafjørður og Funningsfjørður. Hann vísir annars til vegformannin hjá Runavíkar kommunu og til
lurtaði eftir tí, eg hevði at siga. Tað var sera týdningarmikið fyri Ernst, at leggja tann seinasta roknskapin fram fyri meinigheitini á ein virðiligan hátt. Hann kendi á sær, at hetta hevði skund, tí hann visti [...] og sterkan leiðara í meinigheit okkara. Tað er tómt, eftir at Ernst er farin, men tann sami Gud, sum Ernst trúði á, er eisini hjá okkum, sum eftir eru. Tað er mangt, sum kundi verið sagt, men eg vil við [...] síðan í at byggja tað nýggja húsið og fáa tað at bera til. Tað er eingin, ið ger honum tað eftir. Í øllum hesum hevur hann verið væl stuðlaður av konuni og børnunum. Hann var sera trúfastur at taka lut
Spurningurin er bara, um vit skulu loyva løgmanni og floksformonnunum at sleppa at gera hetta. Kenna vit, sum stuðla løgtingsformannin, okkara politisku ábyrgd, eiga vit at tryggja, at uppskotið hjá honum [...] samgongu Tað er ikki rætt at samtykkja at útseta avgerðina um Føroyar sum eitt valdømi til næsta val. Hetta ger málið onki betri. Tvørturímóti so verður komandi val eitt satt ragnarok og bert satt hugflog kann [...] broytingaruppskot – enn einaferð royna at forkoma uppskotinum um Føroyar sum eitt valdømi. Eydnast hetta teimum, má ein siga, at væl var telvað. Ein minniluti, sum klárar at stilla næstan 2/3 av tinginum og
##med2## Rita Elmounyar frá Libanon vitjaði. Hon er júst vorðin stjóri á SAT-7, sum er ein fylgisveinarás, sum sendir á fýra rásum í Miðeystri. Hetta er ein fylgisveinarás, sum sunnudagsskúlarnir hjá H [...] eru sera takksom fyri, at børn í Føroyum vilja stuðla við at lata pengar í bússuna í sunnudagsskúlunum. Men tað er ikki bara tann fíggjarligi stuðulin, ið hevur týdning. Tað at børn í einum so friðarligum [...] vit eisini skúlaundirvísing. Hetta síðsta kemst av, at nógv børn í Miðeystri liva sum fóttafólk og sleppa ikki í skúla. Tí hava vit undirvísing fyri teimum, sigur Rita. SAT-7 hevur umleið 23 milliónir hyggjarar