Sunnudagsskúlabørn stuðla børnum í Miðeystri

Seinnapartin í dag vóru umleið 750 børn og vaksin savnað í nýggju høllini í Nesvík, har tað var felagssunnudagsskúli. Millum annað hoyrdu tey um truplu støðuna hjá børnum í Miðeystri

Tað var fult av bilum og bussum uttanfyri, og nýggja høllin var stúgvandi full av fólki. Harumframt stóðu og sótu nógv fólk í gongini. 

Eitt stórt barnakór frá barnasangfagnaðinum síðsta heyst sang fleiri sangir.
Tað var eisini nógvur felagssangur.

Ann Mari Kjølbro leiddi, og hon las eisini eitt orð úr Bíbliuni og bað eina bøn.

##med2##

Rita Elmounyar frá Libanon vitjaði. Hon er júst vorðin stjóri á SAT-7, sum er ein fylgisveinarás, sum sendir á fýra rásum í Miðeystri. Hetta er ein fylgisveinarás, sum sunnudagsskúlarnir hjá Heimamissiónini hava stuðlað í fleiri ár.

Rita sigur, at tað eru umleið 20 milliónir kristin í øllum Miðeystri. Men tá ið tað tilsamans búgva umleið 450 milliónir fólk í øllum hesum londunum, so eru tey kristnu ein minnilutabólkur.

##med3##

– SAT-7 er ein rás, sum er á arábiskum, framleidd av arábarum og fyri arábarar. Tað eru kristin, ið standa aftanfyri rásina. Vit hava millum annað barnasendingar, heilsusendingar, sendingar við kristnum innihaldi, og nú hava vit eisini skúlaundirvísing. Hetta síðsta kemst av, at nógv børn í Miðeystri liva sum fóttafólk og sleppa ikki í skúla. Tí hava vit undirvísing fyri teimum, sigur Rita.

SAT-7 hevur umleið 23 milliónir hyggjarar.

– Vit eru sera takksom fyri, at børn í Føroyum vilja stuðla við at lata pengar í bússuna í sunnudagsskúlunum. Men tað er ikki bara tann fíggjarligi stuðulin, ið hevur týdning. Tað at børn í einum so friðarligum landi sum Føroyum verða mint á at stuðla og biðja fyri børnum, ið liva í ófriðarligum londum, har tey als ikki hava tað so gott, sum tit hava tað í Føroyum, tað er stórt, sigur Rita.

##med4##

Í sambandi við høvið, so sang eitt samansett barnakórunum við børnum av Toftum, Strondum og Sørvági ein turkiskan sang.

Børnini, ið vóru á sunnudagsskúla, fingu eina ballón, við búmerkinum hjá SAT-7 heim aftur við sær.

Tað var eisini ymiskt gott at fáa at eta bæði hjá børnum og vaksnum eftir sunnudagsskúlan.

##med5##