Tá alternativið er samband

Mánakvøldið 16. desember hevði Sjónvarp Føroya samrøðu við Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmann, sum er partur av meirilutanum í fíggjarnevndini.

Í samrøðuni spurdi sjónvarpsmaðurin millum annað, um Tórbjørn kundi lova, at hann ikki fór at atkvøða fyri nakrari eykajáttanarlóg í komandi ári. Tórbjørn svaraði soleiðis: ?Eg fari at atkvøða fyri eykajáttanarlógum um so er, at tær eru útreiðsluneutralar?. Sjónvarpsmaðurin spurdi síðani, um hetta merkti, at hann ikki fór at atkvøða fyri eykajáttanarlógum sum vóru ein beinleiðis útreiðsla hjá landskassanum, og Tórbjørn svaraði: ?Nei tað vænti eg ikki?.
Hetta er sera áhugavert, og ikki minni løgi.
Í tveir heilar mánaðar hevur meirilutin í fíggjarnevndini sitið og leitað eftir sparingum, sum millum annað skuldu fíggja ein skattalætta á 50 mió. krón-ur. Meirilutin fann sparingar fyri góðar 90 mió. krónur, men sjálvur skattalættin kom ikki við í broytingaruppskotið hjá meirilutanum. Hann skal koma seinni sum eykajáttanarlóg. Men um eykajáttanarlógin ikki skal kosta lands-kass-anum nakað, so má fíggjarnevndin tá aftur seta seg niður at finna nýggjar sparingar fyri 50 mió. krónur, tí annars verður hetta ein útreiðsla fyri landskassan, og tað kann Tórbjørn Ja-cobsen ikki atkvøða fyri (um hann heldur orð).
Spennandi verður at síggja, hvar fíggjarnevndin tá finnur aðrar 50 mió. krónur í sparingum, ella um lovaði skattalættin ongantíð kemur. Triði møguleikin er, at vit kortini fáa eina eykajáttanarlóg, sum minkar um avlopið hjá landskassanum, og satt at siga, so rokni eg við, at tað verður júst tað, sum fer at henda, tí annars slitnar sjálvsstýrissamgongan, og - sum maðurin segði: ?alternativið til verandi samgongu er svart samband?. - Tá vilja teir heldur ofra landskassan, fyri at halda fast við maktina.
Livst so spyrst!