Tingformaðurin hevur allan rættin. Føroyar, sum eitt valdømi er ikki eitt samgongumál. Tað hevur tað ongantíð verið og verður tað heldur ikki nakrantíð.
Hóast ótalligar royndir eru gjørdar gjøgnum tíðirnar - bæði frá andstøðu og frá samgongu – um at fáa eina meira demokratiska og rættvísari valskipan, so eru vit ongantíð komnir bara nær eini loysn. Verandi valskipan tryggjar snøgt sagt einum og hvørjum minniluta rættin til at halda uppá órættin.
Minnilutin er nevnliga altíð so stórur - í øllum samgongum - at hann megnar at spreingja eina og hvørja samgongu.
Tríggjar royndir eru gjørdar bara í hesum samgonguskeiðnum. Sjálvstýrisflokkurin hevur roynt tvær ferðir og landsstýrismaðurin Jacob Vestergaard einaferð. Alt til onga nyttu. Umframt hetta veit eg, at landsstýrismaðurin innanveggja í samgonguni hevur gjørt fleiri royndir. Men alt segði tað sama. Minnilutin heldur kvørkratak um samgonguna.
Samgongan og leiðari hennara LØGMAÐUR hevur í hesum málið spælt fallit – og eigur nú tí at halda fingrarnar vekk.
Tí málið vendir rætt nú. Tingformaðurin, sum varðar av tinginum og tinglimum, hevur í samráð við allar partar givið málinum eitt neutralt útgangsstøði, og tryggja at tinglimir – fyri fyrstu ferð – sleppa at nýta sín demokratiska rætt at atkvøða eftir bestu sannføring.
Sera væl valt tíðspunkt – og kann ikki verða betur
Lat ongan iva vera um, at floksformenn samgongunnar saman við løgmanni – umvegis eitt smart broytingaruppskot – enn einaferð royna at forkoma uppskotinum um Føroyar sum eitt valdømi.
Eydnast hetta teimum, má ein siga, at væl var telvað. Ein minniluti, sum klárar at stilla næstan 2/3 av tinginum og 2/3 av føroya fólki skák mát, dugir sítt politiska handverk.
Spurningurin er bara, um vit skulu loyva løgmanni og floksformonnunum at sleppa at gera hetta.
Kenna vit, sum stuðla løgtingsformannin, okkara politisku ábyrgd, eiga vit at tryggja, at uppskotið hjá honum verður samtykt.
Uppskotið hjá løgtingsformanninum er eitt sera demokratiskt og væl grundað uppskot. Allir føroyingar verða nú javnsettir, allar atkvøður telja við, og javnvágin millum kvinnur og menn vird.
At málið verður framlagt nú, er heilt einfalt einasti møguleiki. Valskeiðið er enda, og tey mál, sum ætlanin var at fremja, eru so gott sum komin undir land.
Kom uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi í byrjanini av valskeiðinum, so var samgongan rokin straks. Trý uppskot um at betra valskipanina hava sum nevnt ligið á tingborðinum í hesum valskeiði. Og øll sópaði av borðinum við hóttanum um at spreingja samgonguna.
Hetta. hóast at samgonguskjalið greitt sigur, at nýggj og rættvísari valskipan skal finnast.
Dragið ikki stríðið inn í næstu samgongu
Tað er ikki rætt at samtykkja at útseta avgerðina um Føroyar sum eitt valdømi til næsta val. Hetta ger málið onki betri. Tvørturímóti so verður komandi val eitt satt ragnarok og bert satt hugflog kann ímynda sær, hvussu næsta samgonga skal kunna fáa nakað sum helst av skafti. Tá verður ikki bert talan um, at henda samgongan gongur til grundar, men eisini tann næsta.
Einasta rætta er at stuðla uppskotinum hjá løgtingsformanninum. Løgtingsformaðurin hevur – við uppskotið sínum – givið tingmonnum frælsan møguleika at atkvøða um eina valskipan, sum stórur meiriluti av tinglimum hava staðið aftanfyri í nógv ár.
Stórur meiriluti av føroyingum stuðla eisini uppskotinum – minnist til tað.