Hvar vart tú

tá seinni veraldarbardagi endaði?

Lis Nolsøe:

? Eg var heima hjá okkum í Klaksvík, tá tíðindini um, at seinni veraldarbardagi endaði, bórust. Vit høvdu júst fingið eitt radio tá, so vit hoyrdu tað øll har.
Eg minnist krígsárini sum eina góða tíð, hóast alt. Eg var so ung. Einans 14 ára gomul, tá tað brast á, og 20 tá tað endaði. So eg haldi ikki, at tað gekk so djúpt. Hevði eg verið eldri, sum til dømis foreldur míni, sum jú høvdu upplivað tvey heimskríggj, so hevði tað ivaleyst verið øðrvísi.
Hatta var mín ungdómstíð. Ein glansperioda, vil eg kalla tað. Her vóru jú nógvir, ungir soldátar í Klaksvík, og nógvur dansur. Tá fóru vit í dans klokkan 21 á kvøldi og vóru heima á midnátt. Soldátarnir vóru so sera, sera fittir og penir. Fólkaligir vóru teir eisini, og so dugdu teir so væl at dansa
Men tað fylgdi sjálvandi nógv við hasi tíðini. Óhugnaligt, tað var so myrkt, nógv manglaði, nógvar óhugnaligar søgur og bátar, sum gingu burtur. So tá ein fer at hugsa soleiðis um tað, var tað ógvuliga dapurt.
Men vit høvdu tað gott undir krígnum og merktu ikki so nógv til tað kortini.
????????
- sae -