legði seg á odda 20-15, og tað leiðsluna lótu teir ikki fara. Spennandi endi Dysturin var nú aftur javnur, og liðini stríddust manniliga í 4. sett. Leingi gekk javnt á, men so vann ÍF nøkur stig á rað og [...] stríðast, og rættiligur spenningur kom í, tí ÍF megnaði ikki at vinna seinasta stigið. Fram otaði seg longur inn á ÍF, og støðan gjørdist 24-23. Fram servar og ÍF fer í álop, men blokkurin hjá Fram steðgar álopinum [...] endar í antennuni á netinum, og verður tí dømtur úti, og ÍF hevur vunnið dystin. Hevði Fram bara havt vunnið tann bóltin so? Viðmerking: Rúni Weihe er liðformaður hjá Fram. Hann helt eftir dystin, at teir
gingu tað meiri enn fýra tímar frá tí, at kappróðurin á norðoyarstevnu sambært skránni skuldi starta, og til síðstu bátarnir komu á mál. Allir partar vóru á einum máli um, at hetta skuldi ikki endurtaka seg [...] sást hæddarmátarin, sum skrivaði á pappír á øllum túrinum. Har sást, at hann onkuntíð bert var10 metrar yvir havinum orsaka av, at brennievni var so tungt, og tí ísur var á veingjunum. Ferðin yvir hav tók [...] fleiri bólkar. Soleiðis verður tað ikki á norðoyarstevnu. Hámarkstalið, sum RSF vanliga nýtir, er seytjan. Tað eru seytjan ringar í fasta startinum. Størsta luttøkutalið á norðoyarstevnu er í kappingini millum
hyggi aftur á tey 35 árini í Klaksvík við stórari gleði, ein tíð sum gav innihald í lívinum. Mær dámdi øgiliga væl í Klaksvík, men tá eg skal minnast aftur á ,so vil eg altíð minnast aftur á fyrstu ferð [...] fremstur sigur Svend Thulesen, og lítir aftur á eitt lív, har hann hevur staðið í fremstu røð í føroyskum vinnulívi í útvið 40 ár, harav tey fyrstu sum stjóri á Nordafar í Grønlandi frá 1960-65. Og populerur [...] skipa fiskivinnuna her á landi í mongum álitisstørvum. Tað varð lurtað eftir honum, og hann hevði samskifti við túsundtals føroyingar. Í dag livir hann stilla pensionistalívið, á Følfodvej nummar 206, í
konsertin eisini ov seint. Á atgongumerkini stóð, at byrjast skuldi klokkan átta á kvøldið, men minst ein hálvur tími gekk, áðrenn svenski upphitingarbólkurin, The Hives, komu á pallin. Hesin bólkurin er [...] høvdu leitað sær á vøllin, men ein stórur partur sat eisini í reyðu stólunum í NESA sektiónini í Idrætsparken, Tað var væl og virðiliga fult hús, hóast nøkur tóm setur vóru. Aldurin á teimum føroysku [...] føroysku er komin líka væl til árs sum teir fýra rullandi steinarnir á pallinum. Bert fáir av teimum føroysku áhoyrarunum høvdu verið á konsert áður hjá Rolling Stones. Øll høvdu sína orsøk, og tað var í
eisini á, at í Danmark er tað fíggjarmálaráðið, sum stýrir orku-og umhvørvismálum, og hann helt fyri, at hetta er ein vanlukka fyri Dannark, sum hann tók til, tí landið ikki í dag longur gongur á odda í [...] stóran dent á, at betri gagnnýtsla av orkuni er vegurin fram, tí minni orka dálkar minni - eins og minni orka, kostar minni. Hann tosaði eisini um alternativar orkukeldur, og í hesum sambandi helt hann, at [...] í arbeiðnum við varandi orku. Svend Auken fýltist eisini á, at fyritøkur fáa ov fríar ræsur á umhvørvisøkinum - og hugsað verður í ov stóran mun um stuttskygdan fíggjarligan vinning.
ensku deildunum, fekk herfyri sekkin sum sjónvarpsvertur hjá ITV. Í dystinum millum Monaco og Chelsea helt Ron mikrofonina vera sløkta, og tí segði hann nøkur alt annað enn vøkur orð um Marcel Desailly. Orð [...] skilja sum rasistisk. Sjálvur segði Ron eftir hendinga, at hann als ikki rasistur, og vísti tvørurímóti á, at hann í venjarayrkinum hevur tikið hópin av littum leikarum inn í enskan fótbólt. Hinvegin ásannaði [...] hevði annað val enn at fara úr starvinum hjá ITV, og samstundis boðaði the Guardian frá, at hann ikki longur slapp at hava sína vikuligu klummu í teirra útgávu.
henda dagin var eisini brandbilurin á oynni. Tað er ein gamal bilur. Hann er frá 1968 og hann hevur koyrt 5.000 km. Eitt tekin um aldurin á bilinum er nummarspjaldrið. Á tí stóð Fø 2.770. Tað munnu ikki vera [...] prátið inn á hetta, at Bileftirlitið nú var komið til oynna at sýna bilarnar. - Tað er avbera gott, at teir eru komnir her nú, tí so kunna vit fáa staðfest, um bilarnir eru í nóg góðum standi, helt ein maður [...] einaferð fingið fráboðan til sýn, sigur ein maður. - Á Kalsoynni, leggur hann afturat. Og so flennir hann í kíki og heldur fram, at hann nakrar dagar aftan á varð uppringdur av Bileftirlitinum, har tey gjørdu
ikki her longur, segði Ingigerð á Trøðni. Hon hevur eina greiða definitión upp á, hvar sjarmin við miðbýnum er. - Sjarmin eru smáu, krókutu gøturnar og smáu, ólíku handlarnir, segði Ingigerð á Trøðni. [...] sum steindeyður. Hinvegin vísti hann á, at uppgávan hjá býráðnum er at skapa karmarnar. Í klummu síni fanst Rigmor Dam at nýggju brúgvasteinunum, sum eru lagdir á Áarvegin, men Heðin Mortensen segði, at [...] stativ við regnskjólum, har miðbýurin stóð á, og so kundu fólk lánt eitt regnskjól og levera tað aftur næsta stað tey skuldu í miðbýnum, segði Guðrun Ludvig. Og helt hon, at tað hevði tikið seg væl út við
vóru skógarvaktarmenn, sum vóru á varðhaldi í 24 um samdøgurið, sum fyrst sóu eldin. Men tá var eldurin longu vaksin so nógv, at ein ikki hevði tamarhald á honum longur. Hann nærkaðist skótt heimi okkara [...] móti eldinum alla náttina. Endiliga fingu vit so tamarhald á honum. Heimur okkara stendur í loga og menniskja uttan Gud vil ongantíð fáa tamarhald á loganum. Tað sær út til, at vit verða noydd móti Harmageddon [...] Vit hava roynt so nógv, og vit hava mistikið okkum stórliga«. So tagdi hann eina løtu, hugdi á meg og helt fram: »Um heimurin ikki kemur at uppliva eina andaliga endurføðing innan nærmastu komandi árini
spinna honum ein søgutráð á 50 ára degnum. Birgir er elsti sonur av trimum børnum hjá Annu og Hans Toftheyggj við Toftir í Hvalba. Ungur fór Birgir í timburlæru hjá Odmar við Sílánni á Tvøroyri. Væl hevur ligið [...] grindaformaður. Birgir er trúgvur áskoðari hjá Royn á heimavølli og hevur nú í fleiri ár verið ein av trúgvu álitisfólkunum til basararnar hjá Royn. Á 50 ára degnum var Birgir burturstaddur í Esbjerg. Dagurin [...] undir Myllifossinum við Hamarsá. Faðir Birgja, Hans Toftheyggj, var kongsbóndi Uttan Knúka, ein hagi á 3 merkur úti í Vatnsdali í Hvalba, eitt langt lívsskeið. Birgir fyldi trúfastur hansara fótafetum frá