Billy Graham - Logar uttan tamarhald

Fyri nøkrum árum síðan var skógareldur í fjøllunum stutt frá heimi okkara

Tað vóru skógarvaktarmenn, sum vóru á varðhaldi í 24 um samdøgurið, sum fyrst sóu eldin. Men tá var eldurin longu vaksin so nógv, at ein ikki hevði tamarhald á honum longur. Hann nærkaðist skótt heimi okkara, og vit vórðu biðin um at rýma við stytstu ávaring. Tað komu sløkkiliðsmenn og vit bardust móti eldinum alla náttina. Endiliga fingu vit so tamarhald á honum.

Heimur okkara stendur í loga og menniskja uttan Gud vil ongantíð fáa tamarhald á loganum. Tað sær út til, at vit verða noydd móti Harmageddon.

Stutt áðrenn Dag Hammerskjøld læt lív í eini flogvanlukku fyri nøkrum árum síðan, vitjaði eg hann á skrivstovu hansara í Sameindu Tjóðum. Hann tyktist ógvuliga niðurboygdur undir samrøðu okkara. Meðan hann hugdi út gjøgnum vindeygað yvir New York, segði hann róliga: »Eg havi onga vón um ein heimsfrið, ið varar. Vit hava roynt so nógv, og vit hava mistikið okkum stórliga«. So tagdi hann eina løtu, hugdi á meg og helt fram: »Um heimurin ikki kemur at uppliva eina andaliga endurføðing innan nærmastu komandi árini, er sivilisatiónin dømd«.

Hetta er tað ættarliðið, sum má fara gjøgnum eldin. Hetta er ættarliðið, sum magasin »Holiday« umrøddi sum »undir byrsumúlanum«. Hetta er tað plágaða ættarliðið. Hetta er ættarliðið, sum er ætlað at liva í kreppum, vanda og frykt og deyða. Vit eru sum deyðadømd menniskju og bíða eftir tí ásetta degnum. Vit eru greið yvir, at nakað fer at henda. Vit vita, at tað ikki kann halda fram sum nú. Skjótt eru vit komin til endan. Tað má skjótt verða ein broyting.

Jens Paul Satre, tann franski eksistensialisturin, hevur sagt: »Tað er eingin útvegur frá tí menniskjansliga dilemma«. Sir Winston Churchill tosaði soleiðis um heimskreppuna: »Trupulleikar okkara eru longur burtur, enn vit røkka«. Logarnir sleikja upp um allan heimin - takið er við at geva eftir - menniskjað er kringsett av einum eldi, tað ikki sjálvt hevur tamarhald á.

 

Fólkavøkstursins eldur

Tann ógvusligi fólkavøksturin ger okkum ráðvill, og vøksturin ræðir okkum. Hetta dilemma hevur verið analyserað av tí enska søgugranskaranum Arnold Toynbee, sum trýr, at um vit fáa ein bardaga við atomvápnum, so vilja tað verða alt og fá menniskju eftir at halda fram við sivilisatiónini. Hinvegin vil lívið áhesi planetini ikki vera at halda út og ómøguligt, um vit ikki fáa ein tílíkan bardaga. Statistikkurin talar sítt mál, tá vit hugsa um, hvussu stórt føðingaprosentið er í mun til deyðsprosentið.

Við byrjanini av tí kendu søguni roknar ein við, at samlaða fólkatalið í heiminum var umleið 125000. Á Kristi tíð var fólkatalið í øllum heiminum einans tveir triðingar av núverandi fólkatali í USA (ár 1971). Vøksturin hevur verið so ógvusligur síðan, at 3% av øllum menniskjum, sum hava livað á jørðini síðan søguliga teljingin byrjaði, liva á jørðini í dag (1971). Við endan av hesi øldini = ár 2000, vil fólkatalið í heiminum vera meira enn seks og eina hálva milliard.

Úrslitini av hesi eksplosiónini eru fantastisk. Eftir seks ættarliðum vil USA, um økingin heldur fram sum nú, hava níggju millardir menniskju, tríggajr ferðir so nógv sum í øllum heiminum í dag. Úrslitið verður, at USA verður ein einasti stórur býur. Vísmenninir tosa nú faktiskt um eina ecumenopolis ella ein veldugan metropol. Vit kunnu hugsa okkum, hvørji óhugnalig perspektiv, sum liggja framman fyri okkum, um henda eksposiónin skal halda fram.

Heimurin sendur yvir fyri bæði einum biologiskum og einum politiskum trupulleika. Eru vit før fyri at hava vilja, vísdóm og forstáilsi til at taka upp bardagan móti tí velduga fólkavøkstri? Hvørki núverandi ella framtíðar skema fyri ein sosialistiskan ella mannavinarligan part av ríkidøminum í heiminum hava nakað at siga, um tað eru fleiri menniskju, enn virðir at býta. Menniskjuni sjálv eru altso vorðin vápn til egnan undirgang.

 

Kelda: Billy Graham, »Verden i Flammer« 1971. Umsett hevur Símum Pauli Jacobsen í Vestmanna.