Betra liðið vann

Nú komið er í helvt í flogbóltskappingini, hevur ÍF sett seg tungt á næstfremsta plássið

ÍF ? Fram 3 ? 1 25-22, 25-18, 16-25, 25-23)


Flogboltur

menn


Javnur og spennandi dystur varð leygardagin leiktur á Kambsdali. ÍF og Fram hittust. Bæði liðini høvdu sigurin fyri neyðini, skuldi oddaliðið Mjølnir ikki sleppa alt ov langt framum. ÍF dró longra stráið.


Fram byrjar væl

Í 1. setti var tað Fram, sum byrjaði betur. ÍF leikararnir vóru ikki rættiliga klárir og við góðum og fjølbroyttum spæli, tók Fram seg væl framum. Sum settinum leið kom ÍF fyri seg, og spakuliga vunnu teir leiðsluna innaftur. Fram spældi ikki verri, men ÍF spældi bara betur, og endin var, at ÍF vann settið. Móttøkan hjá Fram var í hesum settinum ikki nóg góð, og tí kom Romica Pascu inn at spæla í 2. setti.


ÍF bukar Fram

Nú var ÍF komið við í dystin, og í 2. setti bankaðu teir Fram. Móttøkurnar hjá Fram vóru ikki nóg góðar, og leikararnir gjørdu alt ov nógv mistøk. Kenneth Neshamar, Boban Ilic og Bartal Eliasen smashaðu allir væl fyri ÍF í øllum dystinum, og teir fingu nógvar hevingar. Blokkurin hjá Fram vann alt ov lítið, og verjuspælið afturi á vøllinum gekk eisini alt ov illa.

Nú mátti vend koma í hjá Fram, skuldi nakað fáast við aftur til Havnar. 3. settið var tað javnasta, og liðini fylgdust leingi. Romica Pascu í Fram fór síðan at serva, og við hørðum hoppservum vann hann 7 stig, so Fram legði seg á odda 20-15, og tað leiðsluna lótu teir ikki fara.


Spennandi endi

Dysturin var nú aftur javnur, og liðini stríddust manniliga í 4. sett. Leingi gekk javnt á, men so vann ÍF nøkur stig á rað og komu fram til dystarbólt 24-19. Fram royndi at stríðast, og rættiligur spenningur kom í, tí ÍF megnaði ikki at vinna seinasta stigið. Fram otaði seg longur inn á ÍF, og støðan gjørdist 24-23. Fram servar og ÍF fer í álop, men blokkurin hjá Fram steðgar álopinum. Bólturin fer ikki í gólvið, og ÍF fer tí aftur í álop, men aftur hesaferð blokkar Fram.

Á triðja sinni roynir ÍF at avgera dystin, og hesaferð fer bólturin framvið blokkinum hjá Fram, men eingin kraft er í slagnum, so lætt skuldið verið hjá Fram tikið ímóti. Bólturin verður tó so mikið illa móttikin, at hann endar í antennuni á netinum, og verður tí dømtur úti, og ÍF hevur vunnið dystin. Hevði Fram bara havt vunnið tann bóltin so?


Viðmerking:


Rúni Weihe er liðformaður hjá Fram. Hann helt eftir dystin, at teir gjørdu ov nógv mistøk fyri at vinna.

- Spælið hjá okkum var sera gott viðhvørt, men so steðgar alt upp, og vit koma ikki í gongd aftur. Tað hevur verið trupulleikin í fleiri dystum. Blokkurin hjá okkum vinnur alt ov lítið, og tað leggur trýst á álopið, tí tað er har vit vinna stigini. Seinasta móttøkan var ógvuliga sigandi fyri alt verjuspælið hjá okkum, tí hatta er ein bóltur, ið ikki skal kiksast. Vit eru ikki nóg konsentreraðir og tað kostar.