KONSERT
Parken/Keypmannahavn: The greatest rock'n' roll band in the world.
Ikki tað ringasta tað ringasta heitið, ein tónleikabólkur kann fáa.
Bólkurin talan er um er sjálvandi The Rolling Stones. Veteranarnir í rokkheiminum, sum mestur ongantíð fara at gevast við at spæla tónleik. Og klichéirnar eru nógvar um bólkin. Eingin størri inn innleiðslusetningurin í greinini, men enn fleiri spennandi orðaspøl um rokk, rullandi steinar og rokkabbar bíða longur inni í greinini.
Og skuldi nakar ivast, so var konsertin við The Rolling Stones sunnukvøldið eitt fantastiskt upplivilsi. Ein konsert, sum neyvan verður nógv betri í tílíkum umstøðum. Ein fyrstafloks framførsla í allar mátar.
Parken
Og har sita vit so. Lítla føroyinga staðið í Parkini sunnukvøldið 13. juli. Skumpað nakað langt aftur, men kortini tilstaðar. Og eg havi ringt við at lata vera við at rósa fyriskiparunum, t.e. teimum føroysku, hóast greinir eitt til hundrað í moralsku viðtøkunum fyri blaðfólk siga nakað annað,.
Tað er veldugt, at føroyingar fáa møguleikan at uppliva tílíkt fyri ein nøkulunda sámuligan kostnað.
Atongumerkini til konsertina kosta í øllum førum einar fimmhundrað krónur, men vilja fólk fegin gjalda. Eisini munandi stórar ferðaútreiðslur. Og hetta við at gjalda fleiri hundrað krónur fyri tiltøk er ikki nakað, føroyingar vanliga eru so glaðir fyri.
Millum 47.000 í Parken vóru tað væl einir fimmti føroyingar tilstaðar. Fleiri høvdu leitað sær á vøllin, men ein stórur partur sat eisini í reyðu stólunum í NESA sektiónini í Idrætsparken,
Tað var væl og virðiliga fult hús, hóast nøkur tóm setur vóru. Aldurin á teimum føroysku áhoyranunum var rættiliga ymiskur. Tey um fimmti ára aldur áttu meirilutan, men tað vóru nógv ?yngri? fólk heilt niður í tannáringaaldur. Valla nakar av teimum føroysku er komin líka væl til árs sum teir fýra rullandi steinarnir á pallinum.
Bert fáir av teimum føroysku áhoyrarunum høvdu verið á konsert áður hjá Rolling Stones. Øll høvdu sína orsøk, og tað var í fleiri førum eisini pakkin við nøkrum døgum í danska høvuðsstaðnum, sum gjørdi munin. Men onkur var komin sama dag úr Vágum og vendu aftur til Føroya longu mánadagin.
Konsertin
Eins og við konsertum í Føroyum, byrjaði hendan konsertin eisini ov seint. Á atgongumerkini stóð, at byrjast skuldi klokkan átta á kvøldið, men minst ein hálvur tími gekk, áðrenn svenski upphitingarbólkurin, The Hives, komu á pallin.
Hesin bólkurin er ikki so heilt nógv at hoyra í Føroyum, men hann er eftir øllum at døma so mikið umtóktur, at hann slapp at hita fólki upp. Men tað var meira trist enn nakað annað við The Hives. Bólkurin spælir eitt slag av tónleiki, sum vit væl kunnu kalla nýmótans progressivan punk. Satt at siga virkaði tað fullkomiliga meininsleyst við teimum á pallinum, og fólkið var bert ein brotpart líka nógv við upp á The Hives sum ølirnar og pylsurnar.
Men tað fóru eisini av pallinum, uttan at fleiri fólk løgdu hetta merkis. Og nú varð bíðað eftir The Rolling Stones. Pausutónleikur við millum annað Johnny Cash fylti Parken, meðan eitt stórt lið av hjálparfólki riggaði til.
Og øll segl vóru sett til. Størsti tónleikapallurin í søguni hjá Parkini var settur upp til konsertina. Talan var um ein høvuðspall, sum fylti breiddini av vøllinum í Parkini. Eisini var ein sokallaður B-pallur miðskeiðis á vøllinum. Millum høvuðspall og B-pall var so ein gongd. Spældir vórðu tríggir sangir B-pallinum uttan tað nógva ljós og videoshow, sum annars setti sín týðuliga dám á konsertina.
Konsertin var allatíðina spennandi og fjøllbroytni í framførsluni var ein rættilig uppliving. Pallmyndin broyttist støðugt við stórum sjónvarpsskíggjum og ljósi. Sæð sum show uttan ljóð var tað í serflokki, og tað skal tað eisini vera til eitt tílíkt høvi.
Einar tíggju minuttir áðrenn klokkan gjørdist tíggju kókaði yvir í Parkini. Rolling Stones komu á pallin, og tað byrjaði ? eins og tað endaði ? við rokk og rull.
Tað var ein ekstasa fyri fleiri áhoyrarar bara at síggja bólkin, og tað tók bert einar tveir sangir, so stýrdu Rolling Stones einaráðandi í Parkini. Teir spældu nítjan sangir í góðar tveir tímar. Við undantak av einum fýra-fimm sangum var alt full drøn á kassan. Og meira ella minni var alt líka væl frágingið. Allir sangir fingu ikki so móttøku frá áhoyrarunum, og onkur villa var sjálvandi eisini, men samanlagt var støðið hægri enn tú kundi vónað.
Hetta eru hóast alt gamlir menn á pallinum. Men tað ger ikki mun. Aldur var ikki nakað, ið nakar hugsaði tað heilt nógva um sunnukvøldið.
Í flest øllum donskum bløðum, sum umrøða konsertina sunnukvøldið, verður tann sokallaði ?set-list? eisini prentaður. Tað er skráin hjá bólkinum (sangirnir). Og tískil hava vit eisini valt at gjørt tað sama hesuferð.
Eins og undan einum fótbóltsdysti, har dúgliga verður gitt um byrjunaruppstillingina, so varð gitt um skránna hjá rullandi rokkarunum. Og skráin var kanska ikki so óvæntað hjá teimum, sum kenna til. Taktikkurin var í øllum førum púra greiður: full ferð fram í tveir tímar - kortini við nøkrum fáum stillum sangum. Ein heilt óhugnaliga væl gjøgnumførd og stílrein konsert, sum á ongan hátt hevur verið at fingið úr sinninum síðani sunnudagin.
Tað er ikki ætlanin at skriva eitt ummæli av einari konsert, har tað kanska verður nortið við gamlar dagar hjá Rolling Stones. Tað havi eg snøgt sagt ikki ánilsi av. Men konsertin sunnudagin var feit ? meira enn bara gott undirhald.
Ein tílík konsert setir eisini tað meira heimligu tónleikuupplivingar í eitt spennandi perspektiv. Var hetta genialt, sumblimt ? hvat so við øll teimum hálovandi orðunum um næstan hvørt eitt tónleikatiltak á føroyskari jørð?
Bólkurin
Hóast stóran pall og stórt show, so er kjarnin í rokkutukjarnorkuni fýra (gamlir) bretar. Afturat sær høvdu teir fýra limirnir í bólkinum nakrar útvaldar tónleikar, sum tó ikki komu ? og kanska ikki eiga at koma ? tað nógva fram í ljósið.
Teir liggja allir um seksti ára aldur. Gittarleikarin Ronnie Wood er yngstur við sínum 56 árum. Mick Jagger, forsangari, og Keith Richards, gittarleikari, fylla báðir seksti í ár. Charlie Watts, trummuleikari, er farin um tey seksti.
Frá okkara sjónarhornið tóktust teir eisini at vera millum tey elstu í Parkini.
Rullandi steinarnir byrjaðu at spæla í sekstiárunum. Manningin er broytt nakað við árum. Teir fýra hava síðani 1993 verið einsamallir um at kalla seg fastar limir í Rolling Stones.
Í sínari tíð kappaðist bóljurin við The Beatles. Rolling Stones hava, mugu vit siga, hildið seg meira frammi seinnu árini, hóast Beatles samanlagt mestur er tann best umtókti bólkurin.
Síðani idoltíðina í seksti- og sjeytiárunum hevur bólkurin rulla víðari við ávísum steðgum. Tað er eisini tað mest fasinerandi við bólkinum. Teir hava hildið seg frammi í øll hesi ár, og støðið er ótrúliga høgt í dag, og kanska hevur tað verið enn hægri áður.
Stóru stjørnurnar eru Mick Jagger og Keith Richards, sum eisini hava skrivað allar sangirnar hjá Rolling Stones. Men kanska mest spennandi persónurin sunnukvøldið var Charlie Watts. Trummusláarin, sum mest minnir um eitt fittan gamlan abba, heldur skil á taktunum eins og var tað einki fyri.
Bólkurin hevur eina longri røð av útgávum á samvitsku, og í nítiárunum hevur bólkurin eisini fleiri fløgur út.
Seinasta útgávan ? við eyðkendu tunguni ? kallast forty licks, og tað er eitt slag av einari uppsamling. Tískil kallast hendan heimsumfatandi konsertferðin Forty Licks World Tour.
Gestsins eyga
Eftir eina tílíka konsert, sum vilja flest allir fjølmiðlar sleppa at siga sína hugsan. Rósandi orðini kenna einki mark í donskum bløðunum eftir konsertini. Genialt, betri enn nakrantíð og besta konsertin í Parkini nakrantíð, eru bert bert nakrar av yvirskriftunum, tá danska pressan skal siga sítt um kosertina.
Áðrenn konsertina hava fjepparnir á teimum ymsu bløðunum eisini kappast um at skriva um bólkin og afturvísa hvørjum einasta orði um gamlar menn.
Men á heimasíðuni ognað hesari seinastu konsertferðini hjá bólkinum heldur ein ummælari, at bólkurin var góður ? kortini ikki so genialur ? men áhoyrarnir vóru vánaligir.
?Eg gleði meg at koma til Svøríkis, har teir rættu áhoyrarnir eru. So kunnu vit fáa ein stemning. Danir eru ov stillir og drekka ov nógvar øl?, helt hesin eini ummælarin. Í sama viðfangi helt hann fyri, at tað mest spennandi við konsertini tóktist at vera, at tað bar til at keypa pakkar við fimm ølum í einum papphaldara.
Hann var óivað ikki vitandi um, at millum áhoyrarnar vóru nógvir sviar. Malmø liggur bert eina lítla løtu frá Kongens København, og rættiliga nógvir av sviunum vóru komnir tvørturum Oyrasund fyri at síggja og hoyra, hóast Licks eisini rullar framvið hjá teimum í næstum.
Men tað ljóðar heldur ikki so bítt hatta við dønum og øl.
Men...
Vit gevast ikki á hondum, hóast onkur breti hevur hug at finnast at okkara ríkisfeløgum og mergjaðu føroyingunum.
Herfrá kunnu vit bara siga, at tiltakið og upplivingin vóru á serstøkum høgum støði. Alt annað enn bestu orð eiga ikki at fáa pláss á hesum síðum.
Eins og ein stórur partur av áhoyrarafjøldini sunnukvøldið er undirritaði ikki voksin við Rolling Stones ella minnist aftur á tíðarskeiðini í sekstiárunum samanborið við sjeytiárini. Skal eg siga nøvnini á plátunum, noyðist eg út at leita. Og satt at siga havi eg ongantíð skilt, hvat hetta nógva prátið um rokkabbarnar hevur snúð seg um. So góðir eru teir heldur ikki.
Teir eru bara betri, størri og meira. The greates rock'n' roll band in the world, og vit eru nú nøkur afturat, sum vita hví.
Skráin í Parkini
1.Brown Sugar
2.Start Me Up
3.You Got Me Rocking
4.Don't Stop
5.Wild Horses
6.You Can't Always Get What You Want
7.Midnight Rambler
8.Tumbling Dice
--- Introductions
9.Slipping Away (Keith)
10.Happy (Keith)
11.Sympathy For The Devil
12.Respectable (B-stage)
13.I Just Want To Make Love To You (B-stage)
14.Street Fighting Man (B-stage)
15.Gimme Shelter
16.It's Only Rock'n Roll
17.Honky Tonk Women
18.Jumping Jack Flash
19.Satisfaction (encore)