brennidepil, men enn er langt á mál. Frá 1. januar í ár varð tað bannað at roykja umborð á flogførunum til Føroyar. Og ein kann spyrja seg sjálvan, hví vit framvegis sleppa at roykja á strandfaraskipum landsins [...] tøknifrøði, soleiðis at krabbameinsviðgerðin, sum fer fram í Føroyum skuldi vera á í minsta lagi sama støði og hava somu góðsku, sum á Ríkissjúkrahúsinum, og at geva krabbameinssjúklingum í Føroyum møguleika at [...] Føroyum, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, sum setti ráðstevnuna, sum Føroya Felag móti Krabbameini skipaði fyri farna vikuskiftið. Um somu tíð helt hon fyrilestur um føroyska
fari at byrja mín kritikk her við at siga, at munur er á einum leysum pástandi og einum, ið er væl undirbygdur, m.a. við dømum. Munur er eisini á at vera viljasterkur og at vera tvørur ? man skal aldrin [...] gapa, um hesin biður teg um tað. Á sama hátt, um einhvør hevur víst seg at vera álítandi, so er tað høpisleyst hjá honum at siga við teg, »lat vera við at hava álit á mær«, ? tú hevur tað bara. Tí spyrji [...] eg ikki átti at hava latið hetta lýsa ígjøgnum, tí nú hava tey kristnu ikki hug at diskutera hetta longur. Og hetta var tann kosturin, eg minst ynskti. Hóast vit eru sera ósamdir, og tað sær út til, at eg
út til startin. Men, tað helt eg ikki. Eg helt, at vit skuldu rógva út. Tað bleiv ein sovorðin látur, at tað var ógemoynt. Og ikki varð flent minni, tá vit vunnu grúuliga nógv á teimum. Levi veit ikki at [...] tikist við sítt langa lív. ? Á, Jesus pápi, ikki? eg havi verið í Íslandi og fiska. Eg var ikki meir enn 14 ár, tá eg fór á sjógvin. Eg sigldi øll krígsárini. So havi eg verið á hvalastøðini við Áir í nógv [...] feita grasinum uppi á trøðni. Sjeytiogátta ára gamli Levi Petersen í Hósvík, hevur vunnið sær sæti millum teir ítastu kapprógvararnar í Føroyum. Víkamaðurin, ið varð uppfostraður á Selatrað, og seinni
men tann geniali listamaðurin, sum lagnan hevði hesa avgerð í hendur á. Eftir loknan lesnað á Det kgl. danske Musikkonservatorium helt Vagn Holmboe fram við útbúgving í Berlin. Hansara stóri áhugi fyri [...] Í 40-árunum fekk Vagn Holmboe sum tónleikaummælari á blaðnum Politiken sína ávirkan á danskt tónleikalív, og seinni sum professari í komposisjón á konservatoriinum kom hann meira enn nakar annar at seta [...] eftir hann. Men tónleikurin spældi so mikið í sinninum á unga Vagni, at hann frá pápanum fekk loyvi til at gera eina - og bert eina - roynd til upptøku á konservatoriinum í Keypmannahavn. Spennandi var tað
tá ið tosið kom inn á fótbólt. ? Men tvøramenn tosa ikki so hart um fótbólt longur. Og vágbingar eru eisini fánaðir eitt sindur í seinastuni, helt hann skemtiliga fyri. Men hann helt, at skúlin tænti eisini [...] Suðuroynni, tí á skúlanum hildu tey, at bygdaklandrið ímillum norðaru og syðru helvt var skaðiligt fyri Suðuroynna. Og hann helt, at eitt mál, sum skúlin hevur rokkið, er, at tað er als ongin munur á næmingum [...] ábyrgdina á tykkum sjálvi. Men hann helt eisini, at fyrimunurin við einum lítlum skúla var, at sambandi ímillum næmingar og lærarar varð nógv tættari enn annars. ? Lærararnir eru aldrin longur burtur enn
sær góð arbeiði bæði á landi og á sjógvi. Nógvir føroyingar í Hirtshals Hirtshals er ikki nakar stórur býður, og teir umleið 800 føroyingarnir, sum búgva her , síggjast tí aftur á gøtuni. Serliga leggur [...] trúðboði á sjómansstovuni Malta, er abbabeiggi mín, og tí var tað náttúrligt hjá okkum at fara tann heldur langa teinin upp til Hirtshals at hitta Levi og Grethu. Vit fóru so eitt sunnukvøld til møti á Malta [...] virka í Hirtshals í 1982. Fyrst hildu tey møtir í hølunum hjá Cosmos Trawel sum eru á kajøkinum og í 1984 fluttu tey niðan á Vinkulvej og stovnaðu har saman við ørðum sjómansstovuna Malta. Levi greiður frá
er tíbetur alt á einum eyga. Spurdur, hvussu skapanarevnini koma til sjóndar, nú ikki ber til at mála longur, sigur hann seg hava kastað seg yvir í tónasmíð. Hetta arbeiðið verður gjørt á teldu. Burturúr [...] føroyingi á hestbaki sum myndevni. Er áskoðarin lættur á flogi, súgva ógvulsliga málningastøddin og teir umleið 5.000 ymiskt littu trýáhyrningar hann inn í annan heim. ? So stór lørift fingust ikki tá á døgum [...] framsýningin verið á hvørjum ári. Fyrstu árini var Hans Jacob við, hvørjaferð. Hans Jacob, ið longu hevði málað fleiri ár, seldi mest á tí framsýningini; seks málningar. Hetta helt hann vera gott, tá havt
fyritøkan ?Surface Geochemical Services?. Fyritøkan gjørdi kanningar á føroyska landgrunninum í 1996. Talan er um kjarnuroyndir, ið verða tiknar á botninum og nakrar metrar niður. Tá staðfesti norska fyritøkan [...] undirgrundini var á sjónum fleiri staðni kring Føroyar. Norska fyritøkan gjørdi árini eftir í 97 og 98 líknandi kanningar í Hvíta økinum. Í báðum førum vísa kanningarnar tað sama sum á føroyaleiðini: at [...] kundi staðfesta oljulekar úr undirgrundini í kanningini frá 96 á føroyska landgrunninum, so liggur basaltið tó sum ein forðing, og tess longur teir koma út í Hvítsonuna, har basaltið verður tynri og tynri
vórðu alt ov fáar, vit vóru saman, hava fest seg í sinnið og minnið. Antin tað var á blaðnum, heima við hús ella á seiðabergi á Argjum saman við Ruth og Eyðuni. Ja, lítlu Ruth var tú góður við. Hóast árini [...] ikki ein skjót og kortini vælumhugsað viðmerking, so vóru tað nakrar strikur á einum pappíri, á einum sigarettpakka ella á einum lepa av onkrum slag, sum krystallklárt søgdu frá, hvat nú bilgdist innan [...] gloppaði dyrnar inn til skrivstovu mína á Argjum - við kaffikoppinum í aðrari hondini og ballinum í hinari. Forvitin sum altíð, men eisini tí tú hevði okkurt upp á hjartað. Og úr lummanum kom ein diskur
Bech fyrstilærari í Porkeri. Í 1963-64 var hann á árskeiði á Danmarks Lærerhøjskole og í ´87 - '88 á ársskeiði í Havn, umframt onnur skeið, hann hevur verið á. Hilmar metir, at bygdarráðið altíð hevur víst [...] Johanna á Strondum. Vit búðu á einum stað, rópt í Hólinum. Vit vóru 10 systkin, eg var yngstur, og í Hólinum var gott og trygt at vera, greiðir Hilmar frá. - Um summarið spældu vit børn t.d. ofta Á lækjuni [...] løgdu eisini stóran dent á at syngja, greiðir Hilmar frá. Í1963 kom broyting í, soleiðis, at øll børnini fóru til Vágs, eftir at hava gingið fimm ár í Porkeri. Henda skipan helt á til 1976, tá børnini gingu