? Miðnámsskúlin í Suðuroy er við til at byggja brýr ímillum Tvøroyri og Vág.
Segði Ole Laursen, leiðari á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni, tá ið hann handaði teimum 30 nýklaktu pisunum prógvið mikukvøldið.
Hann segði, at tað var eitt av endamálinum við skúlanum at útjavna munin ímillum teir báðar høvuðsstaðirnar í Suðuroynni, tí á skúlanum hildu tey, at bygdaklandrið ímillum norðaru og syðru helvt var skaðiligt fyri Suðuroynna.
Og hann helt, at eitt mál, sum skúlin hevur rokkið, er, at tað er als ongin munur á næmingum av Tvøroyri og teimum úr Vági.
?Tað var bara onkuntíð, tá ið tosið kom inn á fótbólt. ? Men tvøramenn tosa ikki so hart um fótbólt longur. Og vágbingar eru eisini fánaðir eitt sindur í seinastuni, helt hann skemtiliga fyri.
Men hann helt, at skúlin tænti eisini tí endamáli, at hann var við til at halda lív í suðuroynni.
Var skúlin ikki, vóru tað nógv foreldur at ungum fólki, sum høvdu flutt av oynni, tí tað er ikki sørt av eini ábyrgd at senda 15-17 ára gamlan ungdóm út í stóru verð at nema sær útbúgvin.
?So eri sannførdur um, at skúlin er við til at halda lív í oynni. Tí uttan ungdóm, vildi útlitini hjá Suðuroynni verið sera, sera vánalig.
Hann vísti eisini á, at fer ungdómurin ikki at útbúgva seg, verður tað eitt afturstig fyri samfelagið. ikki minst fyri oyggjarnar, sum verða avtoftaðar.
? Og tað eru ræðandi útlit, tí tað er úti í oyggjunum, at peningur verður forvunnin.
?Hendan gongdin, at alt verður miðsavnað í Havnini er ikki eitt úrslit av eini miðvísari, væl gjøgnumhugsaðar ætlan. Hetta er bara nakað sum hendir. Og hvussu samfelagið verður, um hendan gongdin heldur fram, er tað ongin, sum hevur ánilsi av.
Hann kom eisini inn á teir stóru fyrimunirnar við at hava studentaskúlan í nærumhvørvinum hjá næmingunum.
?Tá ið næmingarnir kunnu búgva heima, sleppa teir undan at hugsa so nógv um húsaleigu ella døgverða. ? Sjálvandi hava teir havt ov lítið av pengum, men veruligar fíggjarligar trupulleikar hevur tað ikki verið talan um, tí foreldrini hava stuðlað teimum.
? Tað er ikki fyrrenn nú, at tit verða noydd at taka hesa ábyrgdina á tykkum sjálvi.
Men hann helt eisini, at fyrimunurin við einum lítlum skúla var, at sambandi ímillum næmingar og lærarar varð nógv tættari enn annars.
? Lærararnir eru aldrin longur burtur enn, at teir altíð eru til at fáa fatur á og teir hava altíð verið til reiðar at hjálpt og stuðlað og vegleitt og tá ið viðurskiftini eru so smá, koma lærarnir at kenna hvønn einstaka næming rættiliga væl.
Betri høli
Annars kom hann enn einaferð inn á tey vánaligu hølisviðurskiftini hjá skúlanum.
? Skúlin hevur verið í somu hølum eitt áramál, men tað er ikki hent stórvegis fyri at bøta um hølini, sum eru ov trong og ov vánalig.
Hann vónaði tí, at bæði næmingarnir og foreldur teirra vildu gera sítt til at hjálpa til, so at skúlin kundi fáa betri høli.
Men hann vildi við vilja einki siga um, hvar í oynni, hølini skuldi vera.
Ein strævin tíð
Tá ið Annika Eidesgaard, vegna tær nýklaktu pisurnar, takkaði fyri seg, helt hon, at tey trý árini á studentaskúlanum høvdu verið strævin við góðum og minni góðum løtum.
Men tað hevði ikki gingið uttan góða hjálp frá næstringum og floksfeløgum.
Hon helt, at samanhaldið millum næmingarnar hevði gjørt sítt til, at tíðin á skúlanum var blivin so góð, sum til bar.
Hon segði, at afturlítandi skiltist valla, hvar hesi trý árini vóru blivin av.
? Men hesi trý árini við lærdómi og búning fara óivað at roynast okkum góð barlast famyvir.
Men nú er vit so øll komin á mál og skulu, hvør í sínu lagi at royna veingirnar.
At enda takkaði hon skúla og lærarum fyri tey trý árini og síðst, men ikki minst, takkaði hon foreldrum og næstringum fyri hjálpsemi og tolsemi.
30 pisur
Tilsamans klakti Miðnámsskúlin í Suðuroy 20 pisur í ár
Á støddfrøðiligu deild vórðu 17 pisur klaktar. Tær eru Hjørdis Christiansen, Jónleyg Bech, Jón Danielsen, Fróði Bech, Dan Djurhuus, Niels Petersen, Brian Smedemark, Birgir Magnussen, Jón Bogi Guttesen, Magnar Haldur Næs, Elin Johansen, Beinta Hovgaard, Theresa Jespersen, Sára Johansen, Bjørg Niclasen, Eyð-Britt Tjaldrastein og Hjørdis Ryggshamar.
Í málsligu deild vórðu 13 pisur klaktar. Tær eru: Bjarma Joensen, Rakul Nolsøe, Barbara Joensen, Sára Danielsen, Brindis Joensen, Amy M. Muller, Jakoba Bech, Halldis Muller, Miriam Solmunde, Eyðbjørg Skaalum, Tórunn Holm, Annika Eidesgaard og Katrin Petersen.
Pauli Einarsson gestarøðari
Pisufundurin í Suðuroynni verður í kvøld, fríggjakvøldið klokkan 19 í miðbýnum á Tvøroyri.
Gestarøðari í ár verður Pauli Einarsson, sum er tvøramaður og arbeiðir hjá stóra oljufelagnum Saga Petroleum, har hann er varastjóri fyri deildini í Føroyum.
Pauli Einarsson sigur, at hann fer at greiða nýklaktu pisunum eitt sindur um teir møguleikar, tær hava fingið við tí atgongumerkinum sum tey nú hava fingið, tí annað kann eitt studentsprógv neyvan sigast at vera.
Hann fer sjálvandi at koma inn á oljuna, men hann fer ikki at lova gull og grønar skógir, tí tað kann ongin.
Og hann fer eisini, at fortelja teimum, at tað eru aðrir møguleikar enn beinleiðis at fara upp í oljuvinnuna og tað er heldur ikki vist, at tað er tað, tey høvdu fegnast mest um.
Hinvegin finst ein røð av útbúgvingarmøguleikum innan allar møguligar vinnur og tænastur, sum brúk er fyri í samfelagnum, men sum oljuvinnan eisini hevur brúk fyri.
Fyri pisurnar fer Magnar Haldur Næs úr Hvalba at halda røðu.