Vit skulu vera eins dugnalig og hini

- Eg veit væl, at tað nyttar lítið at siga, at vit skulu hava besta diagnostikkin og ta absolut bestu viðgerðina, tí tey seinastu promillini í diagnostiskari trygd ella viðgerð eru so ógvuliga dýr. Kortini vil eg siga, at okkara mál er at vera eins dugnalig og hini Norðurlondini, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, ið helt fyrilestur á ráðstevnuni, sum Føroya Felag móti Krabbamein skipaði fyri leygardagin

Føroyska heilsuverkið líkist í bygnaði nógv tí danska. Danir áseta útbúgvingarkrøvini, geva loyvi at virka sum lækni, sjúkrasystur og annað, men tað er kortini Føroya Landsstýri, sum rekur heilsuverkið og ger tær neyðugu raðfestingarnar. Sostatt eisini raðfestingina av krabbameinsviðgerð.

Fyri fáum árum síðani varð ein avtala gjørd millum føroyska heilsuverkið og krabbameinsdeildina á Ríkissjúkrahúsinum um konsulenthjálp. Endamálið var framsøkið, nevniliga at tryggja framhaldandi yvirføring av tøknifrøði, soleiðis at krabbameinsviðgerðin, sum fer fram í Føroyum skuldi vera á í minsta lagi sama støði og hava somu góðsku, sum á Ríkissjúkrahúsinum, og at geva krabbameinssjúklingum í Føroyum møguleika at fáa eina sonevnda ²second opinion². Hetta varð gjørt fyri at fyribyrgja, at føroyingar við einari álvarssamari lívshóttandi sjúku, skulu føla seg fastar í føroyska heilsuverkinum við ongum møguleika fyri at spyrja annan serkunnleika.

- Endamálið var eisini, at skipanin so við og við skuldi fevna um alt fleiri sløg av krabbameini, sum eftir hetta kundi verið viðgjørt fult forsvarliga í Føroyum, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, sum setti ráðstevnuna, sum Føroya Felag móti Krabbameini skipaði fyri farna vikuskiftið. Um somu tíð helt hon fyrilestur um føroyska heilsuverkið við atliti til krabbamein.

- Eg havi skotið upp, at krabbameinssjúklingar í Føroyum fáa tilboð um viðgerð eisina aðra staðni enn á Ríkissjúkrahúsinum. Ikki tí, at eg ikki eri nøgd við ta viðgerð vit fáa har, men tí at tað hevur týdning, at hin einstaki hevur ein valmøguleika.

Í hesum sambandi var landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum á vitjan í Reykjavík á einum hospice, sum júst var latið upp. Íslendingar hava í skjótt fleiri ár havt eitt serligt tvørfakligt lið av viðgerðarum til heimavitjanir.

- Endamálið var ikki bara røkt og viðgerð av doyggjandi krabbameinssjúklingum, men eisini fyri aðrar kroniskar sjúkur. Viðurskiftini í Føroyum eru smá, men spurningurin er, um vit loysa henda partin av krabbameinsviðgerðini nóg væl. Megna vit at geva teimum, sum vita, doyggja áðrenn long tíð er liðin, eina trygd fyri, at tey fáa ta pínuviðgerð og ta mennniskjasligu umsorgan, sum er møgulig.


Ófrættakent

Sambært ársfrágreiðing landslæknans eru krabbameinssjúkur orsøk til uml. ein fjórðing av andlátunum í Føroyum. Krabbamein er tí ein av teimum stóru og vanligu sjúkubólkunum í okkara samfelagi.

- Krabbamein er í hugaheimi fólksins ófrættakent. Og eg hugsi, at vit uppliva krabbameinshóttanina sum alsamt vaksandi. Í fyrru helvt av hesi øldini vóru tað helst tuberklarnir og aðrar smittandi sjúkur, sum tey flestu óttaðust, og sum vóru lívshóttandi. Henda hóttan hvarv, m.a. tí heilivágur varð funnin, men hóttanin varð avloyst av krabbameini og øðrum sjúkum.

- Sum politikari fái eg at vita, at krabbameinstilburðirnir økjast í tali, og ein stórur partur av sjúkuorsøkini er tengd at umhvørvisfyribrigdum og ikki minst at okkara livihátti. Møguleikarnir fyri munagóðari viðgerð eru treytaðar av, at sjúkan verður staðfest tíðliga og av, at fleiri ymiskir viðgerðarhættir standa í boði. Tí eru bæði fyribyrging, skjót staðfesting av sjúku og fjølbroytni í viðgerðini spurningar sum eisini hava stóran týdning politiskt, sigur Helena Dam á Neystabø.


Hvussu er støðan í Føroyum

- Tá ið vit tosa um fyribyrging, tosa vit eisini um umhvørvisviðurskifti og um okkara livihátt. Vit tosa sostatt bæði um viðurskifti, sum vit í felag bera ábyrgdina av, og um viðurskifti, sum ein og hvør okkara sjálvur ber ábyrgdina av.

- Vit hava ikki tamarhald á tubbaksroykingini í Føroyum. Vit vita frá kanningum í 9. flokki, at okkara ungdómur er millum teirra, sum roykir mest í øllum Evropa. Vit eiga ikki longur bara at standa óvirkin mótvegis tí hóttafalli, sum roykingin loypur á bæði fólk og samfelag, vísandi til hitt persónliga frælsið, og at hin einstaki hevur rætt til at beina fyri sær sjálvum um hann vil.

- So við og við er hesin spurningur komin í brennidepil, men enn er langt á mál. Frá 1. januar í ár varð tað bannað at roykja umborð á flogførunum til Føroyar. Og ein kann spyrja seg sjálvan, hví vit framvegis sleppa at roykja á strandfaraskipum landsins, tá ið vit eru givin at roykja í bussum. Skúlar og dagstovnar áttu sjálvandi at verið roykfrí øki, sigur Helena Dam á Neystabø, ið sum landsstýrismaður fegin stuðlar tiltøkum, sum avmarka roykingini í samfelagnum.

- Hinvegin eru vit í teirri hepnu støðu, at dálkingin frá ídnaði okkara er lítil, av teirri einføldu grund, at vit hava lítlan og ongan tungan ídnað. Harafturat hava vit eina sera góða ventilatiónsskipan, nevniliga tann nógva vindin. Men vit skulu vara okkum fyri at halda, at her stendur væl til. Hvør einstakur føroyingur brúkar líka so nógva dálkandi orku bæði í húsarhaldinum og í ferðsluni sum ein miðal evropeari, og sostatt gera vit okkara til ta heimsumfatandi kolvetnisdálkingina, sum er ein avleiðing av stóru orkunýsluni.


Skjót staðfesting av krabbameini

Seinastu fimm árini hevur tað staðið føroyskum kvinnum millum 25 og 60 ár í boði at verða kannaðar fyri kyknubroytingar í lívmóðurhálsi, og undirtøkan hevur verið góð. Hesar kanningar eru ein hjálp til at staðfesta krabbamein, áðrenn rættiligur vandi er á ferð.

- Í ár hevur mammografikanningin verið viðgjørd, og eg ætli mær at heita á Løgtingið um at játta pening til, at vit eisini í Føroyum kunnu fara undir hetta slag av fyribyrgjandi kanningum næsta ár. Endaligu ætlanirnar, hvussu hesar bróstkanningar skulu skipast, eru tó ikki lidnar enn. Harumframt er tað ein spurningur, hvørt vit skulu samskipa screeningarnar innan bróstkrabba og lívmóðurkrabba. Samstundis eri eg greið yvir, at hesar kanningar kunnu fatast sum at vit sjúkliggera kvinnuna. Tað hevði tí verið gott, um vit í Føroyum fingu eitt orðaskifti í lag um hesar m.a. etisku spurningar.