skipað fyri einum eini stórari handils- og smuglarafyritøku í Havnini hoyrir upp í eitt tað fyrsta í hesum sambandi. Tað er einki at ivast í, at Rybergshandilin ella Vágsbotnshandilin, sum Helgi Jacobsen [...] Jóan Pauli Joensen ----- Hotel Føroyar samtakið fevnir í dag hotellið uppi við Oyggjarvegin, vallaraheimið Kerjalon á sama stað og Hotel Tórshavn ella gamla Sjómansheimið. Bæði á Hotel Føroyum og Hotel [...] Áarstova, Etika, Kafe Borðkrókur í Norðurlandahúsinum, Cafe Vágar á flogvøllinum, uttanduraserveringin í Vágsbotni, sum er um summarið og so Burger King, Baresso og Sunset Boulevard í SMS. Skjótt eltur eisini
eisini so stríggið heima hjá mær við tveimum børnum í vøggum. Eg fekk ikki frið, hvørki nátt ella dag. Katrin var fødd í 1946, Jónhild í 1951 og Kristina í 1956. Vit eiga 15 barnabørn og 17 langommu- og abbabørn [...] sindur undir krígnum. Í 1940 var hann til saltfisk við Fame, ein sera langan saltfiskatúr, og teir komu ikki heim fyrr enn í oktober. Hetta var sama ár, sum Cheerful fór í Skopunarfirði í oktober, tá var Jógvan [...] Jógvan beint afturkomin. So var hann ein túr við Saltoyra í 1942 og aftur tveir túrir í 1943. Í 1944 var hann heima, og í 1945 fór hann, áðrenn kríggið var liðugt, við Polarfarinum við gørnum á Suðurlandið
Fiskacentralurin kom. Tá í tíðini vóru ongar frystiboksir sum í dag, so frystigoymslurnar á fabrikkini vóru nógv nýttar av havnarfólki at goyma kjøt og annað í, og helt hetta fram til í 50-unum. Tá komu eisini [...] Essa og Poul á Kirkjuveg, fingu 68 oyru um tíman í 1935. Men tað var bara so lítið arbeiði hjá fólki at fáa. Eg gekk í fisk uppi á Hálsi, tá gekk eg í skúla. Einasta eg fekk var ein slikkipinnur hvønn [...] Mjøl og melis skuldi koyrast í skuffurnar. Tað var so vigað í pappírsposar, tá fólk keyptu. Tá seldu vit eisini mjólk í fløskum fyri meiaríið. Margarinkassar við margarin í pakkum skuldu berast inn av lagrinum
frásøgn byrjar í Streymnesi og endar í Gøtu. Men tað verður annars farið víða um. Talan er um sera áhugaverdar frásagnir. Hensia greiðir frá: Fýra Zachariasar í Streymnesi Eg eri fødd í Streymnesi tann [...] læra, var hann krambúðarsveinur. Í 1870 fór hann á læraraskúla í Havn, har hann longu árið eftir, í 1871, fekk læraraprógv. Hann var tann fyrsti, sum tók læraraprógv í Føroyum. Hann verður beinanvegin [...] sum itu Zakaris í Streymnesi tá. Ein var Zakaris uppi í Garði, sonur hansara æt eisini Zakaris. Hann var kallaður Sagga fyri at skilja teir at. Men eg haldi ikki, at teir vóru nær í familju við okkum
Tvøroyri. Illveðrið í 1935 hjá "Blithesome" Men í 1934-35 var eg við "Sigurfarinum" hjá Seglhúsinum í Klaksvík. Heimtúrurin í 1935 gjørdist minniligur. Vit vóru fleiri skip, sum fóru inn í Føroyingahavnini [...] nógvur fiskur í lastini, men nógv salt var eftir, og var tað farið í annað borðið. Vit fóru so nakrir aftur í lastina at lempa. Tá vit komu framaftur í lugarið, lógu fleiri mans á knæ í bøn til Gud. So [...] "Sigurfarinum" var Jógvan hjá Jóa í Klaksvík, sum tá eisini átti í skipinum, meðan Petur á Fløtti í Oyndarfirði var flaggskipari. Jacob Andreas legði stilt uppundir illveðrið Í árunum 1937-1939 var eg við
pausa fyltu allir í sekkir. Tað vóru 50 sekkir í hvørjum lessi. Nógvastaðni var ikki rúmligt, serliga í teirri gomlu Havnini. Tað var merkiligt, men fólk vildu ofta hava kolið í tann krókin í kjallaranum [...] áfram. At bera kol runt um í Havnina var ikki bara sum at siga tað. Tað var nógv nýbygging eftir kríggið. Tað vóru nógvir býlingar, sum í Vaktarhúsbrekku, úti í Hornabø og úti í Grønlandi. Gøtur sum R. C [...] tann 29. desember 1953 varð eg afturvaldur. Í 1954 var verkfall í fiskiflotanum. Í hesum sambandi kom áheitan frá Føroya Fiskimannafelag um at fara í samhugaverkfall. Síðan skuldi Føroya Arbeiðarafelag
var útoyggjaumboðið í Hesti, Sanna Silvurstein, sum beyð vælkomin til stevnu í Hesti leygardagin. Stigtakarar av stevnuni hesaferð, vóru fólk í Hesti og Koltri, og ein týðandi leiklut í øllum tí praktiska [...] har hesin kallar hendan minniliga dagin, "Heiti dagurin í Hesti". - Petur skrivar, at tað vóru eini 1500 fólk í Hesti summardagin, 10. juni í 1934, og hetta var heitasti dagur, sum mong vistu um at siga [...] byggja. - Hesin stóð í gerð í eini 10 ár, og mest sum alt arbeiðið varð gjørt ókeypis. Mong vóru tiltøkini hesi árini fyri at útvega pening til svimjihylin. Í 1983 var hylurin tikin í nýtslu á fyrsta sinni
hevur gingið í skúla hjá Lovisu og arbeitt saman við henni í Fuglafjarðar skúla í mong ár. Eitt skilafólk og fróðarfólk. Anna, kona Petur Kristjan, so mild í atferð og hugburði er við í søguni sum he [...] Jóannesi. Kona Jóannes, Johanna var fastir pápa og Jóannes var sonur Lamba Jákup, so faðir og Jóannes vóru triðji og annar, so her var næstra fólk í báðar ættir. Skúli var eisini hildin í hesum húsi, sum [...] fyrsta grevið varð sett í fløttin á Hellunum. Summi av okkum, ið sótu her, vóru einans í fjórða lið. Tað er so lítið í mun til so mangt annað, tá ið roknað verður fleiri hundrað ár aftur í tíðina. Men hóast
ættað frá uppi á Húsi. Olivur, sum var nummar tvey í røðini, býr í Klaksvík. Esbern var næstyngstur. Hann búði í barndómsheiminum í Svínoy, men nú eru longu nógv ár síðani hann doyði. Petur ella Pedda [...] stýrimansskúla í Havnini í 1956, og tá hann í 1959 hevði fingið skipsføraraprógv í Keypmannahavn, var hann eisini vorðin giftur við gentuni, sum hann varð trúlovaður við, meðan hann gekk upp á skúla í Havnini [...] føddir tíðliga í seinnapartinum av fyrru øldini, og hvat teir tosaðu um, t. d. í sambandi við fjall og útróður. Mammubeiggi mín, Heini Justinussen ella Heini uppi í Húsi, hevði sera gott innlit í nógv viðurskifti
undan drekkarínum. Hann gjørdist sera virkin í brøðrasamkomuni í Vági. Elin hevði sum ung tænt í Havn hjá kenda skiparanum Pola í Dali, sum var ein oddamaður í Brøðrasamkomuni, og hon gjørdist eisini ein [...] er uppkallaður eftir Pola í Dali, sum gekk burtur við “Oliviu” í 1912. Trúgvin kom tískil at ávirka heimið sera nógv. Johan fekk tuberklar og andaðist á Sanatoriinum í Hoydølum í 1921, bert 38 ára gamal [...] spæla í sjónum. At svimja var hennara eitt og alt. Hetta var ikki í innilokaðum svimjihyli við hitaðum vatni. Hetta var á Vágsvatni, og í tí kalda sjónum á fjørðinum. Hanna sigur, at tað var Noomi í Garðinm